UMHEIMURIN

Í dag: Um Ísrael

Hetta hevur víst seg at hava verið ein álvarsligur trupulleiki fyri stjórnina, og fleiri ráðharrar, sum upprunaliga vóru við í stjórnini, eru antin farnir frá ella eru koyrdir, fyrst og fremt tí teir ikki hava kunnað einst við Netanyahu. Nevnast kunnu David Reem, Dan Meridor (fyrrverandi fíggjarmálaráðharri) og Benjamin Begin (sonur gamla forsetismálaráðharran Menachem Begin og fyrrverandi granskingarmálaráðharri). Hesir tríggir møta ikki í Knesset, tinginum, har teir allir eru limir, um andstøðan hevur sett fram misálitisuppskot móti stjórnini. So støðan í Likud beint nú er tann, at har finnast tveir bólkar: ein, ið heldur við Netanyahu (Bibis fanklubbur ? Bibi er kelinavn Netanyahus) og ein, sum vil hava hann frá. Nevnast kann, at Jossi Olmert, sum í nógv ár var framsøgumaður hjá fleiri Likud-stjórnum, í dag stendur á odda fyri einum tvørpolitiskum bólki, sum roynir at skaffa meiriluta í Knesset fyri at fáa broytt mannagongdina, hvussu forsetisráðharrin skal veljast. Sum nú er, vreður hann valdur beinleiðis, meðan Jossi Olmert og hansara viðhaldsfólk vilja hava, at Knesset skal velja hann. Jossi Olmert er ikki hvør sum helst: hann er vælkendur og virdur politikkari og bróðir Ehud Olmert, Jerusalems borgmeistara, sum øll rokna við fer at bjóða Netanyahu av sum forsetismálaráðharraevni til valið ár 2000.

Alt hetta kemst av, at nógvir Likud-limir meta Netanyahu at vera ómetaliga ráðaríkan.

Sum dømi nevna teir, at hann fleiri ferðir sjálvur hevur samráðst við útlendskar politikkarar heldur enn at lata uttanríkismálaráðharran gera tað; hesin ? David Levy ? heur eisini meira enn ferðhótt við at fara frá. Eisini var tað hann einsamallur, sum tók avgerðina um at royna at myrða tveir Hamas-limir í jordanska høvuðsstaðinum Amman, ein roynd, ið miseydnaðist. Henda roynd hevði fleiri keðiligar politiskar fylgjur við sær.

Nú skal vera landsfundur í Likud, og tá roknast við roki, tí Netanyahu fer at royna at fáa tað ígjøgnum, at hann forsetismálaráðharrin, skal avgera einsamallur, hvør skal stillast upp til val. Higartil hevur mannagongdin verið tann, sum vit kenna, at lokalar nevndir avgera hetta. Alt hetta síggja mótstøðumenn Netanyahus sum eina roynd frá honum at halda fast um maktina fyri ein og hvønn prís og vísa á, at við einum slíkum manni á odda er ómøguligt at føra politikk.

Og er so, kann man ikki annað enn geva teimum rætt, og tað ger so støðuna í einum so spentum umráði upp aftur meira explosiva.

4. november vóru liðin tvey ár, síðan táverandi ísraelski forsetismálaráðharrin Yitzhak Rabin varð myrdur. Maðurin ? Yigal Amir ? ið gjørdi hetta, hevði ta sannføring, at Rabin var bæði landasvíkjari og svíkjari móti øllum heimsins jødum. Á ráðharraplássinum í Tell Aviv og í gøtunum uttan um hann savnaðust henda dagin meira enn 450.000 fólk at minnast Rabin. Minningarhaldið varð hildið undir heitinum »Vit gloyma ikki okkara vón um frið«.

Alt hetta sigur nakað um, hvussu stór spjaðingin er millum ísraelar, tá talan er um hugburðin og viljan til frið við palestinar.

Tað var, meðan Rabin var forsetismálaráðharri, at samráðingarnar í Oslo um friðarsáttmála millum ísraelar og palestinar óalment fóru fram við tí úrsliti, at embætismenn og politikkarar frá báðum fólkunum byrjaðu at hittast til samráðingar ? og eisini Rabin og Arafat. Avtala varð gjørd um fleiri týðandi mál, eitt nú at palestinar skuldu yvirtaka fyrisitingina av størri og størri pørtum av Vestara Áarbakka (Samaria) og Gaza, og ísraelar skulu taka herfólk sítt burtur úr hesum økjum so hvørt.

Nógv sóu hetta sum eina gongd fram ímóti einum palestinskum stati og friði ? og onnur sóu tað sum eina hóttan móti teirra tilveru.

Fylgjan var so m.a., at Rabin varð skotin, men eisini tann, at Benjamin Netanyahu, leiðari av Likud-samgonguni, varð valdur til forsetismálaráðharra við síðsta vali í Ísrael, og Arbeiðaraflokkurin, sum stóð sum forsprákari fyri friðarpolitikkinum sum frammanundan sagt, misti stjórnarvaldið.

Síðan er friðartilgongdin steðgað.

Tað eru tvær høvuðsorsøkir til hetta:

Benjamin Netanyahu fór til val við tí herrópinum, at hann skuldi skaffa Ísrael trygd og frið ? við áherðslu á trygd. Hetta meinti hann, kundi bert gerast við at føra ein nógv harðrendari politikk mótvegis palestinum ? og fyrst og fremst kundi tað á ongan hátt blíva talan um ein palestinskan stat. Í hansara hugaheimi var ein sovorðin ein alt ov stór hóttan móti ísraelska statinum ? við øðrum orðum var trygdin so vorðin ov lítil. Tá ið ein nú veit, hvussu stóran dent palestinar leggja á júst hetta, sigur tað seg sjálvt, at samráðingarandin ikki er tann besti longur.

Hin høvuðsorsøkin er tann, at sitandi stjórn við Netanyahu á odda vegna innanhýsis klandur er meira ella minni virkislamin. Sum navnið sigur, er Likud ikki ein politiskur flokkur, men ein samgonga sett saman av fólki við ógvuliga ymisligum sjónarmiðum um nógv politisk mál.