arbeiða fyri eitt annað bakarí enn tað, sum hon sjálv bydgi upp, sigur hon, at hon hevur slept takið, sum hon hevði á Bakarínum hjá Jórun. – Eg havi slept, og eg ynski teimum alt tað besta. Tað nýttar onki at [...] Jórun, so er tað ein annar leiklutur og ábyrgd, tá tú ert arbeiðsgevari, og eg mátti taka nógv annað á meg. Eg var eitt sindur bangin at byrja aftur sum bakari í fyrstuni, men so spurdi eg meg sjálva, hvat [...] sum hevur arbeitt í Mylnuni í eina viku. – Tá eg seldi Bakaríið hjá Jórun, fekk eg kappingarklasul á eitt ár, og eg klári als ikki at ganga fyri onki. Tí valdi eg at taka við hesum starvinum, hóast Mylnan
Boeing 737 flogfar, sum var á veg frá Malmø til Stockholm, sum lendi á Arlanda flogvøllinum uttan fyri svenska høvuðsstaðin undir serligum trygdarviðurskiftum. Tað var tí, at á flogferðini kom roykur til [...] Norman, sum er vaktarleiðari hjá bjargingartænastuni, við blaðið Expressen. Flogfarið lendi á eini serligari geil á flogvøllinum, og bjargingar- og sløkkiliðstænastan fylgdi flogarinum neyvt. Anders Porrelius [...] flogferðslumyndugleikanum, Swedavia, sigur við Expressen, at tað vóru 145 ferðafólk við flogfarinum, og øll komu úr flogfarinum í øllum góðum. /ritzau/
landið ein vinning upp á 9,4 milliónir krónur burtur úr hesari politisku manøvruni. Býráðið á Tvøroyri hevði býráðsfund mánakvøldið og borgarstjórin sigur, at hann hevði nøkur tøl við á tann fundin, sum vísa [...] umframt borgarstjóran á Tvøroyri, er Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, eisini tingmaður fyri Tjóðveldi. Og harafturat sita Bjarni Hammer, Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø, býráðslimir [...] býráðslimir í Havn, eisini á Løgtingi fyri Javnaðarflokkin. Og harafturat situr eisini Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, eisini á Løgtingið fyri Sjálvstýri.
Heystið, og veturin, er av álvara við at fáa takið, og tað plagar at merkja, at ólag kann koma á samferðsluna. Í morgun er heilt fitt av vindi, Landsverk sigur, at á Glyvursnesi er upp í 27 metrar um sekundið [...] vindur nógvastaðni. Flesta staðni liggur hann ímillum 30 og 35 metrar um sekundið, men mesti vindurin er á Oyggjarvegnum, har hann kemur heilt upp í 44 metrar um sekundið beint nú.
Nøkur fólk megna at undirhalda, líkamikið hvørjar umstøðurnar eru. Hetta fingu ferðafólkini umborð á einum av flogførunum hjá Atlantic Airways herfyri at sanna. Sum flogfarið nærkaðist Vágum, reistust [...] Magnussen. Tann seinni hevði gittaran við sær og saman fóru teir aftur til mikrofonina aftast í flogfarinum. - Hóast ljóðútgerðin ikki er tann besta til livandi tónleik, so fær ein undirhaldari sum Hall [...] hvør sangur er meiri hóskandi enn júst hesin hjá John Denver, Back Home Again, skrivar Atlantsflog á Facebook-vanga sínum. Uttan iva ein minniligur túrur hjá teimum ferðandi.
umframt at tað lekur, og takið er illa farið. Men samstundis hevur býráðið so samtykt at byggja loftið út við kvistum, so at alt dagtilhaldið á Tjarnargarði verður flutt upp á. Har vera eisini umstøður [...] Tjarnargarð til ein miðdepil fyri fólk við demensi, sum tað er stórur tørvur á í Havn, siga býráðslimirnir í Havn Tað eru 10 búpláss á Tjarnargarði til fólk við demensi, men nú koma so átta búpláss afturat, [...] so at tað verða 18 búpláss tilsamans. Eftir ætlan verður alt arbeiðið liðugt á sumri í 2019.
Nú hevur enn ein borgarstjóri í Sandoynni sent lesarabræv, har hann fýlist á tað, sum hendi við farleiðini til Sands í morgun. - Enn einaferð eru Sandoyingar offur fyri svikaligum ferðasambandi um Sko [...] Skopunarfjørð. Fólk sum skuldu suður í oynna kl 21 í gjárkvøldi, sleppa ikki suður fyrr enn á middegi í dag, skrivar Brandur Sandoy. - Um hendan samgongan helt fast við at byggja Nólsoyarferjuna fyri tveimum [...] valdinum, skrivar Brandur Sandoy. Les eisini: Gerhard Lognberg: Hetta er eitt neyðarróp - Vit ið hava tørv á at ferðast um Skopunarfjørð síggja tørvin. Frá fyrst í mei til hálvan septembur er brúk fyri tveimum
dreingir høvdu stillað seg seg at steina á takið hjá henni. Løgreglan fór á staðið og fekk fatur á 11 ungum dreingjum. Onkur av teimum játtaði at hava steinað á takið, men meiri verður ikki gjørt við tað. [...] mátti at Landssjúkrahúsið at verða seymaður í høvdinum. Men løgreglan sigur, at av tí, at hetta hendi á alfaravegi, fáa teir bót fyri at hava brotið politiviðtøkuna. Í Klaksvík varð løgreglan boðsend til [...] Í gjár varnaðist løgreglan eisini ein ungan bilførara á landsvegnum í Eysturoy, sum hevði dekan ov stóran skund og tá ið ferðin varð máld, vísti tað seg, at hann koyrdi 118 kilometrar um tíman, har hann
tjóðbúnin við umborð á Atlantic. - 81 ára gamli Torbjørn Joensen var uttan iva best klæddi harrin umborð á flogfarinum Williami í gjár. Hann elskar at ferðast, og hvørja ferð, hann fer á flog, letur hann seg [...] Atlantic Airways á Facebook síðuni hjá felagnum í dag. Torbjørn er her avmyndaður í stýrhúsinum saman við versoninum, Jóan Paula Olsen, og flogskiparunum Rúna Højgaard og Jóhan Vágadal á veg heim til Føroyum
fáast við á øllum mótum. Eitt annað mál var, at skil mátti fáast á fíggjarleistinum á eldraøkinum fyri tær smærru kommunurnar. Áðrenn hetta valskeiðið byrjaði snúði tað seg um at fáa skil á øllum fígg [...] Kommunufelagið. Sum skilst ger Kommunufelagið kortini okkurt. Á stýrisfundi í felagnum fyri kortum legði leiðslan eitt samráðingarúrslit á borðið um ymisk viðurskifti, sum hon var vorðin samd við Fígg [...] tær sleppa at læna seg um rygg, fyri at nøkta vaksandi tørvin á eldraøkinum. Sum við øllum øðrum lutum landið hevur sneitt niður um akslarnar á kommununum, riggar eldraøkið væl betri í dag enn nakrantíð,