Tað hevur verið lítið av fólki í býnum í nátt og tað hevur eisini givið løgregluni eitt andarhol.
Men heilt arbeiðsleys eru tey ongantíð og í nátt varð løgreglan boðsend at koma í Steinatún, har nakrir mans vóru farnir til hendurs við kenning. Løgreglan sigur, at tað var mest sum í spølni, men tað fekk kortini ein bráðan enda tá ið tann eini maðurin datt og smekkaði nakkan í. Hann mátti at Landssjúkrahúsið at verða seymaður í høvdinum. Men løgreglan sigur, at av tí, at hetta hendi á alfaravegi, fáa teir bót fyri at hava brotið politiviðtøkuna.
Í Klaksvík varð løgreglan boðsend til eitt mál, tey kalla dreingjalótir. Ein kvinna ringdi til løgregluna og boðaðu frá, at undir dreingir høvdu stillað seg seg at steina á takið hjá henni. Løgreglan fór á staðið og fekk fatur á 11 ungum dreingjum. Onkur av teimum játtaði at hava steinað á takið, men meiri verður ikki gjørt við tað.
Í gjár varnaðist løgreglan eisini ein ungan bilførara á landsvegnum í Eysturoy, sum hevði dekan ov stóran skund og tá ið ferðin varð máld, vísti tað seg, at hann koyrdi 118 kilometrar um tíman, har hann annars hevði loyvi at koyra 80. Hann viðgekk seg sekan og tað fær hann so eitt klipp í koyrikortið fyri, umframt eina bót.
Og í gjárkvøldið mátti løgreglan eisini at bjarga einum manni í Havn, sum hevði ligið úti á berajólum og sovið allan dagin. Hann varð purraður út og fingin undir tak.