Nú verða fleiri búplás til fólk við demensi í Havn.
Tórhsavnar Býráð hevur nevniliga einmælt samtykt at byggja Tjarnargarð út fyri 24 milliónir krónur.
Tann gamli parturin av húsinum, har Marinustøðin helt til, er illa farin og krevur ábøtur fyri 18,5 milliónir. Í hesum sambandi skulu brunaviðurskiftini betrast munandi, umframt at tað lekur, og takið er illa farið.
Men samstundis hevur býráðið so samtykt at byggja loftið út við kvistum, so at alt dagtilhaldið á Tjarnargarði verður flutt upp á. Har vera eisini umstøður til venjingar, og annað, hjá ergoterapeutum og fysioterapeutum, sum í dag mangla slíkar umstøður.
Tað merkir, at tað verða átta búpláss afturat í neðra. Tað er eitt arbeiði sum kostar einar 5,5 milliónir afturat. Við hesum er ætlanin at gera Tjarnargarð til ein miðdepil fyri fólk við demensi, sum tað er stórur tørvur á í Havn, siga býráðslimirnir í Havn
Tað eru 10 búpláss á Tjarnargarði til fólk við demensi, men nú koma so átta búpláss afturat, so at tað verða 18 búpláss tilsamans.
Eftir ætlan verður alt arbeiðið liðugt á sumri í 2019.