Halleluja-Sofus syngur fyri ferðafólkunum

Nøkur fólk megna at undirhalda, líkamikið hvørjar umstøðurnar eru.

 

Hetta fingu ferðafólkini umborð á einum av flogførunum hjá Atlantic Airways herfyri at sanna. Sum flogfarið nærkaðist Vágum, reistust teir báðir, Halleluja-Sofus og Pauli Magnussen. Tann seinni hevði gittaran við sær og saman fóru teir aftur til mikrofonina aftast í flogfarinum. 

 

- Hóast ljóðútgerðin ikki er tann besta til livandi tónleik, so fær ein undirhaldari sum Halleluja-Sofus alt at rigga. Og hvør sangur er meiri hóskandi enn júst hesin hjá John Denver, Back Home Again, skrivar Atlantsflog á Facebook-vanga sínum.

 

Uttan iva ein minniligur túrur hjá teimum ferðandi.