Borgarstjóri: Takið tykkum saman

Nú hevur enn ein borgarstjóri í Sandoynni sent lesarabræv, har hann fýlist á tað, sum hendi við farleiðini til Sands í morgun. 

 

 

- Enn einaferð eru Sandoyingar offur fyri svikaligum ferðasambandi um Skopunarfjørð. Fólk sum skuldu suður í oynna kl 21 í gjárkvøldi, sleppa ikki suður fyrr enn á middegi í dag, skrivar Brandur Sandoy. 

 

 

 

- Um hendan samgongan helt fast við at byggja Nólsoyarferjuna fyri tveimum árum síðani, hevði Ternan verið fast avloysaraskip í dag. Tað varð onki minni enn ein politisk gøluavgerð ið tá varð tikin av teimum sum komu framat valdinum, skrivar Brandur Sandoy. 

 

 

Les eisini: Gerhard Lognberg: Hetta er eitt neyðarróp

 

 

 

 

- Vit ið hava tørv á at ferðast um Skopunarfjørð síggja tørvin. Frá fyrst í mei til hálvan septembur er brúk fyri tveimum ferjum sum sigla fast um Skopunarfjørð. Tað má lata seg gera. Tit mugu lurta og ikki bara síggja burtur frá trupulleikum okkara. Vit hava 5-6 ár eftir inntil koyrandi er undir fjørðin. Komi nú, taki tykkum saman, hetta er ein gøla sum er, skrivar Brandur Sandoy. 

 

 

 

Les eisini alt lesarabrævið her: Ein politisk gøla