við barn. Tað hendi, tá hon hevði sett sær fyri at vita, um hon var vanlig kvinna, og fór í song við einum ungum manni. Hetta var ikki av kærleika - tí tað visti hon ikki hvat var. Hetta bert var einstøk [...] orgasmu. Hetta gjørdi hann til eg var 15 ára gomul, tó at hann ongantíð fór longur. Helt tað átti at vera soleiðis Blóðskemdin var einasta umsorganin í barnaárum mínum. Tað var tá pápi tók meg inn at sær og [...] umhugsaði hon tað eina løtu, og játtaði at koma. Hon var sannførd um at pápin ikki fór at gera seg inn á hana, og tað gjørdi hann heldur ikki. Torførari var við mammuni, sum stongdi Berit inni, tí hon helt
hann verður í Vestmanna, har KÍF skal spæla móti Neistanum. Í fjør var hetta tann avgjørdi botndysturin í 1. deild, men nógv bendir á, at tað ikki verður soleiðis í ár. Neistamenn fingu góð úrslit í havna [...] verður lagt hart út, tí longu í dag spæla føroyameistararnir VÍF móti silvurvinnarunum StÍF. Í fjør var StÍF ein stóran part av kappingini einasta liðið, sum hótti vestmenningar, ið lógu fremst alt kappingarárið [...] hevur mist Inga Olsen. Hinvegin hava vestmenningar fingið nýggjan spælandi venjara, Daniel Rapa, og tað verður spennandi at síggja, hvussu hann fer at roynast í ár. VÍF-kvinnurnar hava eisini fingið nýggjan
Íslandi hesi seinnu árini ikki hevur verið tað, sum hon var áðrenn íslendingar í 1972 fluttu fiskimarkið út á 50 fjórðingar og í 1977 út á 200 fjórðingar, so eru tað ivaleyst føroyskir fiskimenn, sum kenna [...] fleiri enn tað. Í hesum døgum verðyr nógv tosað um pengar í føroyskum fótbólti. Tá tú skalt ganga nýggjar leiðir, er altíð gagnligtg at fáa góð ráð og vegleiðing frá teimum, sum eru komnir longri í tí, tú [...] tú hevur í hyggju at fara undir, og í hesum sambandinum hevði tað ikki verið av leið hjá føroyskum ábyrgdarmonnum í fótbóltinum og hjá teimum, sum eru áhuga í at stuðla, at leita sær ráð hjá íslendingunum
hann ikki hevði fingið boð um, nær tað ikki bar til at venja, tí so hevði tað borið til hjá honum at broytt skránna. ? Tað ber ikki til at flyta venjingartíðina fram, tí tað er so kalt, og harvið er vandin [...] Landsliðsvenjarin var ikki blíður, tá fyrrapartsvenjingin var av í fyrradagin. Hann hevði undan fráferðini til Litava boðað vertunum frá, at hann ætlaði at venja klokkan seks hóskvøldið, og tað vísti segb ikki [...] Men eftir at venjingin hósmorfgunin var liðug, komu boð um, at tað fór ikki at lata seg gera at venja, tí klokkan seks er myrkt, og eingin vøllur við ljósmastrum var tøkur. Boðini komu alt annað enn væl
dysti og til dyst, og tað hevur nakað við tað at gera, hvussu mótstøðuliðini spæla. ? Í Bosnia var eg næstan uppdekkari, meðan tað í øðrum dystum hevur borið betri til at komið longri fram á vøllin, staðfestir [...] Móti Kekkia lá eg ógvuliga frammarlaga. Tað hevði nakað við tað at gera, at maðurin, sum eg spældi yvirfyri lá sera aftarlaga, og tað dámdi mær væl. Niðri í Bosnia var ætlanin, at eg skuldi hava leiklutin [...] stevnu vóru teir báðir samdir í, at tað verður torført í kvøld, men teir síggja ikki stríðið sum nakað, ið er tapt frammanundan: ? Tað veldst so ógvuliga nógv um, hvussu tað tørnar út. Men hava vit ein góðan
Jákup Mikkelsen millum stólparnar. Fyrrapartin í gjár var einki greitt hesum viðvíkjandi, men í føroysku leguni í Vilnius var eingin ivi um, at tað verður Jákup Mikkelsen, sum fyri triðju ferð upp í slag [...] m, og tað eru longu fleiri ár síðani, at hann varð heiðraður fyri 50. landsdystin. ? Eg havi verið við síðani 1988, og tað hevur verið sera spennandi og ein stór avbjóðing. Tey fyrstu árini var alt nýtt [...] fleiri, so kennist tað alt meiri strevið at fara avstað. Nú eru tað dystirnir, sum eru stóra avbjóðingin og harvið drívmegin, meðan ferðingin og venjingin er alt meiri slítandi. Um málið og tað, sum er spennandi
Í longri tíð hava leysatíðindini gingið um at landsstýrismaðurin í fiskimálum skal hava framt neyðtøku. Tað byrjaði við at Oyggjatíðindi fyri tveimum mánaðum síðan tók málið upp. Tað fekk John Petersen [...] Óvanligt at nýta hesa reglu í Føroyum Í hesum føri var sjálv skuldsetingin sett fram fyri afturlætnum hurðum, og tað merkir, at als einki lekur út, um tað, sum fer fram undir avhoyringunum. Jens Severinsen [...] varðhaldsfongslast, og tað metti Landsrætturin heldur ikki. Serligar rættarreglur vóru tikinar í nýtslu í hesum máli. Hurðarnar vóru dupult afturlætnar, sum merkir, at als einki lekur út um tað, sum fer fram -
oyggjarnar, og tað eru tí bara tit sjálvi, sum skulu gera av, hvat skal henda og ikki. Iain Tulloch heldur tað er umráðandi ikki at lata oljuvirksemið floyma yvir allar oyggjarnar. Hann heldur tað vera rætt [...] rætt at avmarka tað til ávís øki, soleiðis at restin av landinum framhaldandi kann vera sum tað altíð hevur verið - óspolerað av útviklinginum. Eisini hevur tað alstóran týdning, at aðrar vinnur so sum fiskivinnan [...] tjóð hava nógv betri møguleikar at fáa nakað burtur úr hesi vinnu enn vit í Hetlandi hava havt tað og hava tað framvegis. Iain Tulloch er ikki sørt hugtikin av, hvussu væl føroyingar hava dugað at bygt upp
steypafinaluna seinasta kappingarár, men hesaferð var Kyndil so omaná aftur. Dysturin var annars sum so ikki tað stóra at minnast aftur á. Hans Guðmundsson var ikki til at steðga og skeyt heili 17 av teimum [...] bæði høvuðsstaðarliðini. Tríggjar ferðir høvdu dómararnir reyða kortið á lofti, og hvørja ferð var tað H71, tað gekk út yvir. Fyrst noyddist Róaldur Jákupsson at takka fyri seg ? tá vóru tríggir minuttir [...] høvdu tá mist takið á dystinum, og teir skulu fegnast um, at so stutt tíð var eftir. Tá var ein minuttir eftir, og støðan var 24-23 til Kyndil. Fleiri mál komu ikki, og Kyndil vann sostatt á H71 í lan
og tað virkaði, sum um sumbingar vórðu tiknir eitt sindur á bóli av hesum. Heimaliðið fekk hol á, tá 20 minuttir vóru spældir, og tað var eitt sera gott mál. Hjørleif Olsen vann bóltin nakað inni á egnari [...] Um LÍF tapir í Sumba og ikki flytir upp í 1. deild, hava teir bert sær sjálvum at takka fyri tað. Leirvíkingar vunnu fyrra dystin um rættin at spæla í 1. deild komandi ár móti Sumba við tveimum málum móti [...] sjálvur allan vegin og skora, eftir at fýra-fimm sumbingar til fánýtis høvdu roynt at steðga honum. Tað hevði týdning hjá leirvíkingum at fáa hol á rímiliga tíðliga, og teir øktu um leiðsluna, tá fimm minuttir