- Fyri meg er eitt summar uttan G! óhugsandi. Her er fantastiskt at vera, har fólkini, atmosferan og góða lagið ger hetta til nakað heilt serligt, sigur 19 ára gamli Rasmus. - Vit komu her mikudagin og [...] og búgva á tjaldingarøkinum, sigur Steingrímur, ið er 17 ára gamal. Hóast teimum báðum havnamonnunum dáma festivalin væl, eru teir eitt sindur ónøgdir við ársins skrá. - Tað manglar eitt ordiligt høvuðsnavn [...] høvuðsnavn. Eg hugsi ikki bara um eitt útlendskt høvuðsnavn, men eg føli eitt sindur, at her mangla fleiri av teimum bestu í Føroyum eisini, sigur Steingrímur. - Tó hava eisini verið fleiri góðar konsertir
staðfestast má, at frágreiðingin sum heild er misvísandi. Orsøkin er m.a., at eftirlitið ger samanberingar við skeivum fortreytum og uttan, at datagrundarlagið er rætt. Tað skrivar oljufelagið Effo í tíð [...] brúkarum. - Hesin arbeiðsháttur er sera ivasamur, og tí gevur frágreiðingin eina misvísandi mynd av føroyska oljumarknaðinum. Les alla viðmerkinga hjá EFFO við at trýsta á her .
borðspøl, og hetta fyllir gjarna eisini nógv á jólum - og kanska er eisini okkurt nýtt spæl í onkrum jólapakka. Hvat er tað besta, sum er hent í 2019? - Eg dugi ikki at minnast nakra serliga einstaka hending [...] aðra. Men, at tað sum heild gongur væl í samfelagnum, er altíð at fegnast um. Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen er sjálv býráðslimur í Klaksvík. Her hendir nógv, og stórar verkætlanir eru um at verða lidnar [...] færri nú, enn tá børnini vóru smá, men tað er eisini soleiðis, at nýggjar gávur leggjast aftrat. Hesar eru til ommubørn og svigarbørn, og hon heldur, at hetta er ógvuliga hugnaligt. - Vit hildu jólaaftan
hvussu tað gongur fyri seg at framleiða útvarp. - Mær hevur dámt øgiliga væl at verða her. Nú veit eg meir um hvussu tað er at arbeiða sum journalist. Tað gongur ofta øgiliga skjótt og man skal kunna skriva [...] Beinir Troest Rasmussen er í løtuni í starvsvenjing í Miðlahúsinum. Hann gongur í 10. flokki í Runavíkar skúla. Hesa vikuna hevur hann verið Vágsbotni, har hann hevur skrivað fyri In.fo og Sosialin. Næstu
Føroya. Í opna landslagnum her á redaktiónini gingu nakrir ping-pong-minuttir .. familju av Selatrað og Fuglafirði.. búði á Oyrasundi.. menningarleiðari hjá Eik.. maðurin er finni.. eigur tvey børn..okey [...] telefonsamrøðuni við undirritaðu, eina lítla løtu eftir at tíðindini bórust. - Miðlahúsið – hvar er tað? Er tað harúti við Müllers Pakkhús? - Nei, yvirav Hvonn! Nýtt og øðrvísi Gitingarnar hava annars verið [...] Niels Juel Arge ella onkran annan av fáu monnunum í vælkendu stjóra-rotatiónspressuni her á landi. Men hetta er kanska júst tankin aftanfyri at velja eina ókenda og, á pappírinum, væl skikkaða kvinnu
sigur Yvonna. - Tað er nokk tað sama hjá mær. Minnist ikki ordiliga, um tað var í 2007 ella í 2008, sigur Rannvá, ið kennir Yvonnu frá legu á Zarepta. Hóast tónleikafestivalur so er tónleikurin ikki tað [...] eg elski teirra sangir. Eg hopi, at teir koma næsta ár, sigur Yvonna. Sambært gentunum er tað serliga eitt, sum er týdningarmikið at hava við á festival. - Man má hava gott humør við. Annars verður tað [...] tað, sum dregur vinkonurnar mest norður til Klaksvíkar. - Eg eri her mest fyri at møta fólki og at hava tað stuttligt, letur úr Rannvá. - Burtursæð frá Ronan Keating so gleði eg meg nógv til Grandma's Basement
framtíðini. Hann hevur longu nú staðfest, at hann er millum teir stinnastu í føroysku landskappingini. - Málið er at sleppa at spæla uttanlands aftur, men tað er óvist nær og hvussu, sigur Ári Mohr Jónsson. [...] trýsta á pílin undir mydini - Tað er deiligt at kunna spæla aftur og mær dámar væl at spæla í Føroyum. Eg eri eitt sindur bilsin av hvussu nógvir góðir spælarar eru her, sigur Ári Mohr Jónsson, ið spælir
eru gjørdar av e-sigarettum, hava hugd eftir kemiska innihaldinum í tí vætu, sum er nýtt í e-sigarettum, áðrenn vætan er blivin til damp. Hendan nýggja kanningin hevur hinvegin gjørt eina tøkniliga tilgongd [...] Granskararnir siga tó, at útrslitið er avmarkað og tí mæla tey til víðari kanning av hesum e-sigarettunum, til tess at betri skilja avleiðingarnar. Serstakliga er ivasamt, hvørjar langtíðar avleiðingar [...] vevnað úr lungum hjá átta ikki-roykjarum fyri at síggja, hvørja ávirkan e-roykingin hevur á lungu. Her funnu tey, at hendan roykingin av e-sigarettum elvdi til bruna og setti niður førleikarnar hjá kyknum
ni í ár er Petur Jacob Haraldsen, sum býr við Kirkjar í Miðvági. Á skránna fyri stevnuna er nevniliga sett ein listaframsýning í Gamla Skúla, og har ætlar hann sær sjálvandi at vera við. - Her frammanfyri [...] verður handilshølið ístaðin nýtt sum atelier hjá Petur Jacobi. - Eg plagi at standa her yviri við hurðina, tí her er so gott ljós, sigur hann. Vøkur motiv Í einum øðrum stevnublaði greiddu vit frá lis [...] ein stóran part av tí, sum hann nýtir tíðina til. Í veruleikanum er als ikki neyðugt at fara inn á gátt, tí longu uttanfyri sæst, at her inni býr onkur, sum dámar væl at mála og at skapa. Í einum vindeyga
hevur verið nógv ár á virkinum, so er kortini ein kvinna, sum hevur munin á henni. Tað er Jona Samuelsen sum byrjaði nøkur ár undan Annelenu. 8 tíma dagur Sum nevnt er stórur munur á flakaarbeiði í dag [...] gott starv: - Jú, mær hevur dámt sera væl hetta arbeiðið. Hetta er eitt gott arbeiðspláss, og sera fitt arbeiðsfólk, sigur hon. Annelena er enn til arbeiðis á Fiskavirking í Miðvági, men ætlar sær kortini [...] arbeiðum, men tey seinnu árini hevur hon flakaskorið fyri tað mesta. - Tað er eisini tað, sum mær dámar best, sigur Annelena. Hon er tó ikki tann einasta, sum hevur mong ár á baki innan flakavinnuna á landi