- Mikkjal hevur skapt ein Ferguson-mentalitet í Fredrikstad

Teir sum hava fótbólts-poddvarpið hjá Fredrikstad Blad meina, at Mikkjal Thomassen hevur skapt ein vinnaramentalitet í Fredrikstad FK, ið minnir um tann hjá Sir Alex Ferguson

Í Fredrikstad meina summi, at Mikkjal Thomassen hevur skapt ein Sir Alex Ferguson mentalitet

Í Fredrikstad er áhugin fyri lokala liðnum, Fredrikstad FK sera stórur.

 

Tað er serliga blaðið í býnum, Fredrikstad Blad sum ger nógv burturúr liðnum, ið hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara, og sum hevur Jóannes Bjartalíð og Brand H. Olsen í hópinum.

 

Fredrikstad Blad hevur ein fótbólts-podcast, ið tey nevna: "Fotballmagasinet".

 

Erik A. Pedersen ber upp á mál í seinasta podcast-sendingini: - "Det er en mentalitet i dette laget (Fredrikstad red.) som minner meg litt om United under Alex Ferguson. De kommer alltid tilbake"

 

Tað er ikki smávegis samanbering. 

 

HER  ber til at hoyra Podcast-sendingina: Fotballmagasinet hjá Fredrikstad Blad. 

 

Í Fredrikstad meina summi, at Mikkjal Thomassen hevur skapt ein Sir Alex Ferguson mentalitet