- Løgreglan setur nú Sea Shepherd bátar á uppboðssølu

Um tú manglar bát kundi tú keypt tær ein av teimum hjá Sea Shepherd.

Í sambandi við vitjan hjá Sea Shepherd í Føroyum, hevur løgreglan tikið tríggjar bátar frá felagsskapinum, sum hava verið nýttir ólógliga. 

 

 

Hesir tríggir fara nú á uppboðsølu. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn váttar, at talan er um bátarnar hjá Sea Shepherd, men ógreitt er, júst nær hesir eru tiknir. 

 

 

Uppboðssølan verður leygardagin klokkan 10.00, og hósdagin ber til at finna útav, hvar uppboðsølan verður á heimasíðuni adv.fo. Teir tríggir bátarnir hava ongan minsta prís, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Tað er advokatfyritøkan Heygum og Petersen, sum stendur fyri uppboðssøluni. Og tú kanst trýsta á hesa leinkju fyri at síggja fyrsta bátin, her fyri næsta bátin og á her fyri triðja bátin. 

 

 

Trýst annars á myndirnar undir greinin fyri at síggja bátarnar, sum nú fara á uppboðssølu.