Fiskimannafelagið fekk í morgun eini heldur óvanliga boð úr Russlandi, um at eitt skip var á veg inn á Fuglafjørð, har manningin føldi seg hóttar eftir lívinum.
In.fo tosaði við Jan Højgaard, felagsformann í Fiskimannafelagnum, fyri løtu síðani, meðan hann stóð á kaiini í Fuglafirði
- Her stendur ein manning á umleið 15 mans. Her er heilt galið. Menn eru seymaðir aftur, og hava blá eygur. Teir hava ongar pengar fingið, og arbeiða sum slavir umborð. Tað eru yvirmenninir, ið standa fyri harðskapinum. Teir hava hildið menninar niðri, meðan teir hava fingið bank. Menninir føla seg hóttar eftir lívinum.
Jan Højgaard sigur, at tað er óvist hvar skipið er skrásett, men at manningin umborð, ið er rýmd av skipinum, er russisk.
Sambært Jan Højgaard, so er løgreglan á staðnum, men tað er ivasamt hvørjar heimildir løgreglan hevur í støðuni.
- Løgreglan er her í løtuni, men tað er ivasamt hvat kann gerast vegna manglandi heimild. Tað skulu heilt serliga umstøður til, áðrenn løgreglan kann fara umborð á eitt útlendskt skip.
- Tað keðiliga er so tað, at einans tí tað er eitt útlendskt skip, so kunnu yvirmenninir gera akkurát tað, ið teir hava hug til. Tað fær ongar avleiðingar.
Úrslitið er, at eg standi við 15 monnum her á kaiini, ið ongan hug hava at fara umborð aftur, men fáa onga hjálp.