er hon, at Læknahúsini á Skála, sum í dag verða nýtt sum Eldrasambýli, vóru seld á uppboðsølu hósdagin 25.2.1999. Sjóvar Kommuna søkti við telefax 3.2.99. um loyvi at bjóða upp á og keypa húsini. Men vit [...] verða fyri hvørji 1500 fólk. Tí verður bert tað eina á vestara armi á Skálafjørðinum. Galdandi lóg er soleiðis, at skal ein íbúgvi úr einari kommunu inn á eitt heim sum onnur kommuna eigur, skal gjaldast fyri [...] rykt eftir svari. Men einki var vit fingu. Hósdag sendi eg fundarboð til týsdagin 23.2.99. Á skránni er Læknahúsini á Skála. Mánadag og týsdag rykkja vit eftir svari, so at eg kann geva bygdaráðslimum boð
liðugt, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hvussu víðari gongur á almenna arbeiðsmarknaðinum, um verkfall verður á midnátt sunnukvøldið, liggur nú í hondunum á semingsmonnunum. Júst nær partarnir hittast leygardagin [...] - Vit løgdu dent á við samráðingarnar í 1997, at farast skuldi undir samráðingar og fyrireikingar í góðari tíð, tí nógv lá á láni, men tað kom bara ikki í gongd frá teirra síðu, sigur formaðurin í Sta [...] mótpartin í samráðingunum á almenna lønarmarknaðinum, fíggjarmálastýrið. - Vit hava havt fólk at arbeiða við hesum og hava gjørt okkara heimaarbeiði. Høvdu teir eisini havt tølini á borðinum, so høvdu vit
skúlan á Ziskatrøð. Byrjað var at gera auluna, men hetta arbeiðið gekk ikki so væl, so tað steðgaði. Síðani varð farið undir eina elevatorskakt, ið enn ikki er heilt liðug. Men Jógvan Lützen vísir á, at nú [...] endurnyggja skúlan innan úr øðrum enda í annan. Jógvan Lützen sigur, at eingir hølistrupulleikar eru í skúlanum á Ziskatrøð, tí hann er so stórur. Hann vísir tó á, at nyggja fólkasúlalógin krevur serstøk u [...] verið niðurprioteraður. Tað er hetta, ið er orsøkin til, at einki er gjørt við skúlan á Ziskatrøð so leingi, sigur Jógvan Lützen, formaður í mentannarnevndini í Klaksvík. Hann sigur, at tað hevur verið sera
verkætlan Svimjihøllin í Klaksvík er gomul, og býráðið hevur ásannað, at neyðugt er við umfatani umvælingum á svimjihøllina. Nú er so fyrsta stigið liðugt, og er nýggj hitaskipan løgd í gólvini, samstundis sum [...] langa tíð kann gerast ein rættulig venjingarmiðstøð. Men hesum vísir formaðurin í mentannarnevndini, Jógvan Lützen, aftur. Hann sigur, at loyvi verður ikki givið at gera svimjihøllina til eina venjingarmiðstøð
samferðsluráðharrin, Halldór Bløndall á óalmennari vitjan í Føroyum. Við sær í ferðalagnum hevði hann formannin í íslendska ferðavinnuráðnum, Birgir Torgilsson og býarstjóran á Akureyri. Sum verða man, tá eitt [...] íslendska ferðalagið ein stóran part av Føroyum. Millum annað var ferðalagið í Klaksvík og heilsaði upp á Jógvan við Keldu. Haðani var ætlanin at fara til Skúvoyar við tyrlu, men av tí at veðrið var so vánaligt [...] hitti íslendski samferðsluráðharrin føroyska starvsbróðurin á ferðini, og teir tosaðu um í hvønn mun teir kundu fremja samstarvi landanna millum. Á tíðindafundinum, sum var aftaná, søgdu ráðharrarnir báðir
Jóhan Jensen, og av bókunum hjá Roald Dahl eru tvær, »Dánjal á fuglaveiðu« og »Heksirnar«, komnar í umseting eftir Eyðun Andreassen. Hóast »Dánjal á fuglaveiðu« av mongum verður roknað sum ein av heimsins bestu [...] Eisini hon var sveipað inn í hvítan feld, og í hondini hevði hon eitt langt gullkelvi og á høvdinum gullkrúnu. Andlitið á henni var hvítt, ikki følt ella bleikt, men hvítt sum kavi, pappír ella flormelis, alt [...] Camp«. »Ljónið, gívurin og klædnaskápið« er undirhaldandi og áhugaverd á fleiri stigum, og vaksnir lesarar seta ivaleyst prís upp á teir filosofisku hugkveikjararnar, sum koma fyri her og har. Tað ber ikki
Skeiðleiðarar verða Jógvan Jensen og Niklas á Líðarenda, og treytin fyri at taka lut á skeiðnum er, at tilstundandi dómarin áður hevur luttikið á fyrireikandi dómaraskeiði við gjøgnumgongd av fótbóltslógunum [...] fríggjakvøldið frá klokkan 19 til klokkan 22, og leygardagin verður skeiðið frá klokkan níggju og út á seinnapartin. Sunnumorgunin leggja teir fyri longu klokkan níggju.
Søldarfjørður Siloa-kórið luttekur á møtinum sunnukvøldið kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00 v/ Signar og Sólgerð á Reynatrøð. Øll eru vælkomin [...] Týskvøldið 16. mars kl. 20 í Samljóð í Skopun. Mikukvøldið 17. mars kl. 20 á Sjómansheiminum í Runavík. Hóskvøldið 18. mars kl. 20 á Sjómansheiminum í Klaksvík. Leygarkvøldið 20. mars kl. 20 í Filadelfia, [...] Christianskirkjan: kl. 20, ungdómsgudstænasta, United Voices syngur. Hugnaløta í kirkjukjallaranum aftan á. Hans Eiler Hammer Gudstænastur miðføstusunnudag Gjógv: kl. 12.00 messa, Funningur: kl. 17.00, messa
fjør - hava Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu, løgtingsmenn, umboðað Føroyar í Norðurlandaráðnum. Nógvir fundir hava verið hildnir síðani, í Finnlandi tvær reisur, í Oslo, á Álandi, og ein í Føroyum. Tað [...] Føroysku limirnir skutu tá upp á fyrsta sinni, at átøk vórðu gjørd til at styrkja minstu málini í Norðurlondum. Undirtøka fekst beinanvegin frá umboðum úr øðrum Norðurlondum, og á ársfundinum í Oslo í fjør [...] samtykkir. - Í sambandi við nevnda uppskot er játtanin soleiðis ikki komin á rætta stað enn, sigur Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu. Norðurnevndin í Norðurlandaráðnum, har bæði føroysku umboðini sita
frá sær. Í einum lesarabrævi í Dimmalætting í farnu viku skeyt Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi-topp-politikari í ein heilan mansaldur á Tryggingafelagið Føroyar um at stovna ein banka, sum kundi taka [...] At tryggingarfelagið Føroyar eisini skal stovna ein nýggjan banka, er nakað, sum vit hugsa um av og á. ? Og tað kann væl vera, at vit gera álvara av, um tað ein dagin kemur so langt, at vit halda, at tað [...] stórum banka og eini lítlum tryggingarfelag og einum lítlum banka og einum stórum tryggingarfelag. Men Jógvan Ingvard Olsen hevur helst ikki tikið uppskotið úr leysari luft. Hann kennir tryggingina innanífrá