Dómarar til próvtøku

Komandi vikuskifti verður skipað fyri skeiðið fyri fót-bóltsdómarum. Byrjað verður fríggjakvøldið, og skeiðið endar við próvtøku sunnudagin.

Skeiðleiðarar verða Jógvan Jensen og Niklas á Líðarenda, og treytin fyri at taka lut á skeiðnum er, at tilstundandi dómarin áður hevur luttikið á fyrireikandi dómaraskeiði við gjøgnumgongd av fótbóltslógunum.

FSF boðar frá, at bindandi tilmelding skal vera FSF í hendi í seinasta lagið mikudagin 17. mars. Tilmeldingargjaldið er eitt hundrað krónur.

Skeiðið verður í ÍSF húsinum. Tað byrjar fríggjakvøldið frá klokkan 19 til klokkan 22, og leygardagin verður skeiðið frá klokkan níggju og út á seinnapartin.

Sunnumorgunin leggja teir fyri longu klokkan níggju.