tí tey fáa seg ikki til at boða ALS frá, um onkur ikki vil hava eitt arbeiði, tað kennir Ingeborg einki til. - Tað er í hvussu er greitt, at ALS-skipanin ikki fæst at virka, um hon ikki arbeiðir saman [...] arbeiðsleysum knappliga at skula til arbeiðis, tá tey verða kallað, og ein stórur truplleiki er vantandi barnaansingin. - Mammur við smábørnum sleppa ikki til arbeiðis, tí tær fáa ikki børn síni ansað. Sum arb [...] a, sum fáast kann. Tíma ikki alt roksið - Og so kenni eg eisini nøkur, sum ikki tíma at vera í ALS, tí tað er so tvørligt alt. Hvør einstakur arbeiðsleysur skal til Havnar til samrøðu fyri at koma í skipanina
hyggja í skránna, um sendingin var flutt til annað kvøld, men so var ikki. Í blaðnum stóð 4. sendingin til at vera mikukvøld, á sama hátt sum hinar. Líkt var also til, at hon einfalt var tikin av skránni. [...] fleiri, ið hava áhuga fyri tílíkum tónleiki. Bert syrgiligt, at tey í SvF ikki hava tað, at síggja til, í øllum førum. Ella ikki unna okkum, ið hava hendan áhuga, at síggja hesar sendingarnar. Eg haldi [...] tykkum, og tá tit so fáa hendur á nøkrum, so vilja tit ikki senda tað? Eg og helst fleiri við mær standa bara spyrjandi. Koma tær fimm sendingarnar, ið ikki enn hava verið, seinni ella hvat? Tað hevði verið
longri enn til pengapungin, og solidaritetur tykist verða eitt hugtak í Polen. Tað noyddust eisini tey fáu fólkini, sum møtt vóru til fundar mikukvøldið, at sanna. Ikki vóru tey fleiri enn so, at til bar at [...] sosialmálini. Men so rakk ikki longur. Onkur vildi ikki vera við, tá tosað verður um tætt samstarv við hini Norðanlondini, serliga Danmark. Tey vildu heldur hava loysing. Onkrum dámdi ikki, at í so nógv varð [...] tekur hann til. »Tað er hóast alt nógv betri at vita, at einki hendir, tá tað nú ikki varð tann undirtøkan, eg hevði vónað. Nú havi eg gjørt mítt og kann við góðari samvitsku smílast til mannin, eg síggi
ásanna, at landsstýrið ikki enn hevur tikið støðu til, hvussu teir játtaðu pengarnir skulu nýtast og hvussu raksturin skal fíggjast. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1998 er ikki roknað við, at landskassin [...] um fyri skjótt trimum árum síðani um hetta evnið. Í november 1995 sendi eg út til vinnuna til hoyringar, eitt uppskot til kunngerð um trygdarskeið. Saman við hesum var ein drúgv frágreiðing um grundarlagið [...] tryggingarnar vóru við til at fíggja hetta. Ætlanin var, at kunngerðin skuldi koma í gildi 1. juli 1996. Hetta bleiv útskotið til 1. oktober í ár, av tí at ongir pengar vóru settir av til íløgur fyri 1996.
møguleikan til eina slíka vitjan og annars skapa umstøður, men fólk úti í feløgunum mugu sjálvi vísa, at tey hava hug til at vera við í hesum átakinum, og at tey annars hava hug at verða við til at lyfta [...] umstøður sum gera seg galdandi, og tað er heldur ikki lætt at fáa gongd í aftur, sigur Petur Ove Petersen, formaður í Hondbóltssambandinum. Men HSF ætlar sær ikki bara at standa og hyggja at, og í løtuni verður [...] eitt átak, sum skal fara fram kring landið, lagt til rættis. 11 fólk koma frá donskum venjaraskúla Í januar mánaði koma fólk frá Ålborg Træner Skole til Føroya at vitja, og ætlanin er, at hesi fólk skulu
beint eftir kappingina og vigaði 86 pund. Kappingin byrjaði í ruskveðri klokkan 10.00, og helt fram til kl. 19.00. Skotin vórðu fýra umfør uppá 25 dúgvur í part, og vinnari av hesi kappingini gjørdist Marius [...] og gongd er komin á venjingarnar. Framyvir fer tí at hoyrast meiri um skjóting aftur, men enn er ikki greitt nær næsta kappingin verður.
regluliga. Talan er um seks samlingar fyri hvørt av hesum liðunum fram til mars mánaða, og næsta summar fara U18 liðini við dreingjum og gentum til EM-kappingar uttanlands. Ingi Olsen er venjari hjá U18 landsliðnum [...] aftur á Kambsdali, 15. februar í Runavík og 29. mars í Havn. Ikki teir somu árgangirnir Árgangirnir, sum kunnu verða við á hesum landsliðum eru ikki teir somu hjá dreingjum og gentum. Á U18 liðnum hjá dreingjum [...] venja næstu ferð 29. november, tá vant verður á Skála. Restina av venjingunum, sum fyribils eru lagdar til rættis, verða 27. desember, 1. februar, 28. februar og 29. mars. Allar hesar venjingar verða í høllini
at tað stendur einum og hvørjum frítt at koma til Wenzel og tekna sær eina trygging. Tað ber eisini til at tekna slíka trygging fyri brúktar bilar, sum ikki eru eldri enn seks ár, og sum eru í 100% mekaniskum [...] eru seldir 170 Ford-bilar, og væntar Leif Hovgaard tí, at teir ikki koma upp á sama tal, sum í fjør. Men tað hevur sína orsøk. ? Eg vil ikki siga, at hugurin at keypa bilar er minkaður - heldur hevur sølan [...] sigur Leif Hovgaard við Sosialin. Hann vísir á, at avtalan umfatar alt tað mekaniska í bilinum - ikki skaðar, sum vanliga tryggingin umfatar. ? Á henda hátt hevur eigarin ongar rakstrarútreiðslur av bilinum
so kann ikki annað sigast enn at tað sama ger seg galdandi her. Um viljin er til staðar, so kann hendan kanning uppklárast til fulnar eftir fáum vikum, men viljin verður ístaðin brúktur til at forleingja [...] grísurin er forlongdur, til tess at vinna fleiri pengar í sjáttur sínar. Men sum sagt, so er hetta bankamálið júst nú í andglettinum, og tað er ikki eiti á, hvussu tungan verður spent til at skjóta sínar lygipílar [...] Jeremias 6:15 úttalar seg soleiðis: »Teir skulu verða til skammar, tí teir hava gjørt tað, ið viðurstyggiligt er. Ikki smæðast teir, og ikki bítur skomm á teimum; tí skulu teir falla millum teir, ið falla; táið
starvi, slepst ikki undan, at eitthvørt, sum ikki er so stuttligt, er komið fyri. Og tá er greitt, at ein skjótt sær, nær ein vøra ella verkætlan er munadygg ella ikki. Men tað eru tó ikki allir føroyingar [...] at politikkararnir ikki kláraðu at stýra landinum, er harmuligt og gjørdi millum annað tað, at alt hetta arbeiði meira ella minni er gjørt til láturs seinni.« Kreppan Kreppan kom ikki í 1992, sigur Tryggvi [...] Hølini eru væl útgjørd, og góðir møguleikar eru hjá stovnum og fyritøkum at leiga til dømis fundarhøli ella maskinur til eitthvørt arbeiði, sum gerast skal. Á Viðskiftastovuni starvast, umframt Tryggva