trimum stigum. Tað vóru møguleikar í báðum endum, men málverjarnir báðir – Andras Gango hjá ÍF og Geza Turi hjá Víkingi – vóru sannir brandar. Teir báðir syrgdu fyri, at tað ikki vórðu skorað væl fleiri [...] at vitja í Fuglafirði. Tað valdast um, hvussu tað verður við formliga loyvinum hjá David Jones. Serliga fegin er venjarin um, at ein av ungu fuglfirðingunum átti síðsta fótin í málinum, sum bar sigurin [...] ldið. Arbeiðsloyvið er ikki komið upp á pláss. Tí er tað Roy Róin, sum hevur verið hjálparvenjari hjá Jón Simonsen og Ábraham Løkin, ið hevði ábyrgdina, tá ið ÍF vann fyrsta landskappingardystin nakrantíð
Dómarin metti, at spælarin hevði hevnt seg inn á føroyska landsliðsspælaran. Bæði venjarin hjá Coventry og venjarin hjá Millwall søgdu eftir dystarlok seg ivast í, um dómarin hevði sæð tilburðin soleiðis [...] seks feløg undir sær, og teir eru seks stig frá niðurflytingar strikuni. Tað er neyvan hugsningur um hjá Claus Bech Jørgensen at fara heim til Danmarkar at halda jól saman við familjuni. Steðgurin verður [...] í Bretlandi, skulu teir spæla á útivølli í Leeds. Hetta felagið ber ivaleyst góð gomul minni fram hjá fleiri føroyingum, sum fylgja ella rættari fyri einum tredivu árum síðani fylgdu við í bestu eingilsku
varð lagnuløtan hjá TB. Málini Í lítlu løtuni kring steðgin fekk NSÍ tvey mál. Tað var avgerandi fyri, at øll stigini vóru eftir í Runavík. Eftir málið tíðliga í 2. hálvleiki loysnaði tað hjá heimaliðnum, [...] javnaði leiðsluna, sum gestirnir av Tvøroyri høvdu havt stóran part av tíðini. Hesa ferð vildi NSÍ venjarin ikki hava gongdina endurtikna frá fyrru uppgerðini. Tí hevði hann rokerað ikki so lítið. Miðval [...] Johannesen. NSÍ tóktist vilja hava málið beinanvegin, sum ætlaðist at bera við sær, at fyritreytirnar hjá tvørámonnum hvurvu. Men tað gekk striltið við tí, og í 1. hálvleiki vóru NSÍ álopini, sum bóru spentar
staðfesti Partick venjarin, Gerry Collins. Hann er nýggjur venjari, eftir at hann frammanundan hevur verið hjálparvenjari. Saman við Jákupi Mikkelsen vóru seks aðrir fyri fyrstu ferð á liðnum hjá Partick Thistle [...] nummarið á troyggjuni kundi bent á, at venjarin hevur ætlanir um at brúka føroyska málverjan. Jákup hevur fingið troyggjuna við eitt talinum, meðan kappingarneytin hjá honum, Kenny Arthur, hevur fingið tólv [...] Thistle leygardagin hevði vitjan av Livingston, og sambæt skotskum fjølmiðlum spældi tað bara væl av hjá Jákupi Mikkelsen. Úrslitið var 1?1. Í Partick siga teir, at teir sjáldan fáa fulla úrtøku burturúr
slíkum umstøðum. Sýna tol Undan kappingini tosaði nýggi venjarin hjá NSÍ, Jógvan Martin Olsen, um, at hansara fremsta uppgáva var at broyta hugburðin hjá leikarunum, soleiðis at teir gjørdust meira vanir við [...] í ringum skørum, tá hann tíggju minuttir fyri leiklok fór av vøllinum við kós móti skiftisrúminum hjá NSÍ. Hann hevði fyri aðru ferð í dystinum nýtt hondina at steðga bóltinum við. Hesa ferð inni í br [...] orsakað av brotssparkinum. Tað var einki serliga stuttligt. Spurdur, um hann kortini sá bjargingina hjá Jens Martini, segði Sjúrður, at tað gjørdi hann. - Ja. Eg mátti sjálvandi hyggja, áðrenn eg fór inn
vit liggja fremstir, greiður venjarin frá. - Sostatt haldi eg als ikki, at talan er um tilvild av nøkrum slag. Nógvir serfrøðingar hava alla tíðina roknað við, at oddastøðan hjá Herfølge bert var eitt upplop [...] framvegis millum bestu málverjarnar í donsku kappingini. Hvørjir lutir heldur venjarin so vera ávíkavíst styrkin og veikleikin hjá føroyska landsliðsmálverjanum. - Hansara størsta styrki er uttan iva ein móti [...] Venjari hjá Herfølge er sum kunnugt fyrrverandi danski landsliðsleikarin, John Faxe Jensen. Skal nøkur stjørna finnast á liðnum, er helst eisini nærliggjandi at peika á venjaran, sum onkuntíð eisini er
og hatta er tað, sum vit ivaleyst eisini fara at uppliva í Europa, sigur KÍ venjarin Magne Hoseth í samrøðu við Trónd Arge hjá Televarpinum. -Eg rokni við, at vit fara at síggja í sjónvarpinum, at hatta [...] sigur í dag er góð ábending um, at tað var uppiborið, sigur HB venjarin Jákup Martin Joensen. Seinni hálvleikur gekk fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum. Klaksvíkingar vóru ikki serliga álopshugaðir, [...] málmøguleikar. Síðstu 20 minuttirnar spenti HB álopsbogan í botn. Hørður H. Askham, innskifti Bartal Wardum og innskifti Heri H. Mohr vóru sera frammarlaga, og tað vóru spentar støður í KÍ brotsteiginum
maður hjá venjaranum í Føroyum eitur Jógvan Martin Olsen, og hann plagar at vera dúgligur at fylgja við kring landið, og ivaleyst greiðir hann ofta landsliðsvenjaranum frá, hvussu tað gongst hjá teimum [...] møguleikar at fylgja við hetta vikuskiftið, tí hann er í einum øðrum parti av starvinum hjá FSF. Hann er venjari hjá U-16 landsliðnum, sum sunnudagin fór til Íslands og í hesi vikuni luttekur í opnu EM [...] kreftirnar á FM liðnum hjá B36, men at tað ikki hevur gingið so væl í ár, vóru avrikini í Europa Cup og dysturin ímóti HB mánakvøldið dømi um. Pól Thorsteinsson var ein brandur hjá VB í fjør, og hann gjørdist
vit nú eru komnir í. Tað er Jógvan Martin Olsen, sum vit tosa við. Venjarin hjá NSÍ harmast sjálvandi um, at annar av álopsspælarunum hjá honum, Óli Hansen, sunnudagin sá reytt longu í 1. hálvleiki ímóti [...] so ólíkar, men nú verður munur á, og tað fer at órógva, heldur NSÍ venjarin. Jógvan Martin Olsen var ikki illa nøgdur við spælið hjá NSÍ ímóti B36. ? Hóast vit spældu við tíggju monnum í meiri enn helmingin [...] ólavsøkudag, tí tað verður ikki spælt í landskappingina fyrrenn eftir ólavsøku. ? Tað er óneyðugt hjá mær at siga við Óla, at tað var burtur úr vón og viti at fáa hatta reyða kortið. Hevði tað verið, tí
Hetta var avgjørt besta løtan hjá okkum higartil í ár, og tað man vera langt ímillum, at fótbóltur á hesum støðinum er at síggja her á okkara leiðum, helt væl nøgdi B68 venjarin, Bill Jacobsen, eftir lokið [...] rudduliga var staðfest, hvussu góðir senegalesisku spælararnir hjá B68 eru. Tað plagdi at verða sagt um suðurafrikanska Zuma, tá ið hann var liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK, at hann spældi betri og betri, sum [...] Eftir tap í trimum teimum fyrstu umførunum hevur tað gingið sum eftir ánni hjá B68, og tað kann fara at gerast heilt spennandi hjá Bill Jacobsen og hansara monnum, sum ivaleyst hava meiri í sær, tá ið liðið