Claus var sera eyðsýndur

Føroyski landsliðsspælarin skoraði einasa málið leygardagin, tá ið ein av mótstøðumonnunum varð rikin av vølli, tí dómarin metti, at hann skuldi hava gjørt seg inn á Claus Bech Jørgensen

ONGLAND 1. DEILD

Fótbóltslagið í Coventry er batnað nógv seinastu stóru vikuna. Leygardagin átti Coventry heimavøll móti Millwall, sum er á 24. og aftasta plássinum. Talan var um tað, sum teir nevna seks stiga uppgerð. Um tað fór at eydnast Coventry at vinna, so fóru teir at flyta eitt sindur burtur frá niðurflytingar hóttanini. Um teir einki fingu burturúr, so fóru teir at verða uppaftur fastari í keðiliga siroppinum.
Tað hilnaðist væl. Coventry vann 1-0. Málið fingu teir í 33. minutti, og tað var Claus Bech Jørgensen, sum sendi bóltin í málið, eftir at innlegg var komið innfyri úr vinstru. Hetta var fyrsta ferðin í hesum kappingarárinum, at Coventry hevur vunnið tvær ferðir á rað. Higartil hava teir vunnið fimm ferðir í alt í landskappingini, sum er 23 umfør gomul.
Claus Bech Jørgensen varð tikin av vøllinum, tá ið tað restaði eitt korter. Tíggju minuttir frammanundan hevði dómarin víst einum av Millwall spælarunum av vøllinum. Dómarin metti, at spælarin hevði hevnt seg inn á føroyska landsliðsspælaran. Bæði venjarin hjá Coventry og venjarin hjá Millwall søgdu eftir dystarlok seg ivast í, um dómarin hevði sæð tilburðin soleiðis, sum hann fór fram. Teir søgdu seg ivast í, um spælarin á útiliðnum tilvitað hevði framt nakað brot, sum eigur at verða sektað við reyðum korti.
Heimasigurin leygardagin ber við sær, at Coventry nú er á 18. plássinum. Teir hava seks feløg undir sær, og teir eru seks stig frá niðurflytingar strikuni.
Tað er neyvan hugsningur um hjá Claus Bech Jørgensen at fara heim til Danmarkar at halda jól saman við familjuni. Steðgurin verður í hvussu so er ógvuliga stuttur.
Coventry skal annan mánadag, sum er 19. desember, spæla á útivølli í London móti gamla stórfelagnum QPR, sum er á trettanda plássinum.
Og annan jóladag ella boxing day, sum tey siga í Bretlandi, skulu teir spæla á útivølli í Leeds. Hetta felagið ber ivaleyst góð gomul minni fram hjá fleiri føroyingum, sum fylgja ella rættari fyri einum tredivu árum síðani fylgdu við í bestu eingilsku deildini.
Gamla meistaraliðið er nú á fjórða plássi í næstbestu deildini. Í sjeyti árunum átti felagið, sum nógvir føroyingar hildu við tá, nógvar kendar spælarar. Eitt nú fleiri skotskar landsliðsspælarar. Millum hesar taldist Billy Bremner, ið var øgiligur miðvallar stríðsmaður og ongantíð bakkaði fyri nøkrum, Peter Lorimer, sum var álopsspælari við sovornari skotkraft, sum eingin visti um at siga tá, Joe Jordan, sum var framúr í luftini og Eddie Gray, ið varð mettur sum ein av mest gávuríku síðuspælarunum, og sum so mangan var við til at gera góða hýrin á Elland road uppaftur betur!
Hetta er langt síðani. Jack Charlton og Normar Hunter, sum vóru Leeds spælarar á eingilska landsliðnum, kundu saman við fleiri øðrum verði nevndir. Men tað hevur lítið at gera við dagsins Leeds lið, sum Claus Bech Jørgensen 2. jóladag skal spæla ímóti!
Um jólini og nýggjárið eru altíð nógvir fótbóltsdystir á skránni í Onglandi. Tað plagar at verða tikið til, at tað er rættuliga avgerandi fyri endastøðuna, hvussu tað hilnast myrkastu dagarnar, tá ið dystirnir eru so ógvuliga tættir. Fram til og við 2. janaur skal Coventry spæla fimm ferðir í landskappingini.