hann venjari, har hann fyrst og fremst hevur gjørt um seg sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Reyðu Stjørnu, sum undir hansara leiðslu vann jugoslaviska meistaraheitið fimm ferðir og steypakappingina fýra [...] Tað verður fín altjóða vitjan, tá steypafinalurnar millum kvinnu- og mansliðini hjá Mjølnir og SÍ vera næsta vikuskiftið. Forsetin í evropeiska flogbóltssambandinum, Aleksandar Boričić, kemur til Føroya [...] seinnapartin leygardagin, og hann verður eisini við til onkra av ungdómsfinalunum, sum vera sunnudagin. Tað er Flogbóltssamband Føroya, sum hevur boðið forsetanum í CEV hendavegin, og fyri føroyska starvsfelagan
grannauppgerðini máttu HB og B36 taka til takkar við einum máli og einum stigi í part, hóast bæði liðini helst kundu fingið meira burturúr. Málini komu við stuttum millumbili, fyrst legði Sara Samson Lamhauge [...] dómarin hevði lagt afturat. Tá økti Evy á Lakjuni um leiðsluna og sigurin, og við tveimum málum í dag hevur hon bæði styrkt oddastøðuna hjá KÍ og sína egnu støðu sum toppskjútti í deildini við 9 málum. ÍV [...] fram við Sjarlottu Joensen í NSÍ málinum og trillaði bóltin í netið til 1-0. Møguleikarnir hjá NSÍ fyri at javna vóru til staðar í dystinum, men neyvleikin og ikki minst Heidi Sevdal, sum var úti við leikbanni
stuðul. Mótmælisskrivið og ónøgdin millum tinglimir segðist vera orsøk til, at iranski forsetin breyt vitjan sína í Armenia av og í skundi fór til Teheran. Sagt verður, at Ahmedinejad og tann konservativi vongurin [...] ri í Tehran áðrenn hann brádliga og heldur óvæntað gjørdist forseti. Tað var serliga hansara fólksliga og fátæksliga bakgrund, sum gav honum gott umdømi millum fólk og vann honum forsetaembætið í 2005 [...] arbeiðsloysið og betra um búðstaðarviðurskiftini eru ikki gingin á møti. Atfinningar í Iran snúgva seg um dýrar íbúðarprísir og ikki minst um, at prísurin á matvørum, so sum grønmeti og fruktum, er meiri
ásannað, at hansara hóvligi og semjusøkjandi politikkur í roynd og veru ongan møguleika hevur í næsta forsetaskeiði. Hann hevði bert verið ein kransakøkufigurur, um hann helt fram, og tað hevur hann ongan hug [...] muslimar og vesturheimin. Í miðeystri fer USA framvegis bara at lata standa til og vápnaídnaðurin fer at fáa enn meira ávirkan á uttanríkispolitikkin. Samantikin ein framtíðarmynd við nógvum vandum og hóttanum [...] hildu nógvir eygleiðarar her í Europa og eisini her í Føroyum, at nú Bush hevði tryggjað sær valdið eitt skeið afturat, so fór hann at reka ein meira miðjusøkjandi og hóvligan politikk. Men tær tilnevningar
við hesum status sum útoyggj, eins og Dímun, Skúvoy, Hestur og Mykines. Soleiðs var málið samtykt tá, og nú spøkir tað so aftur bæði í samferðsluætlanini hjá Landsverki og í Visjón 2015 hjá ABC-flokkunum [...] heimaftur – til Klaksvíkar og til Havnar. Smyril og Suðuroyar Sjúkrahús fara also samstundis á høggstabban – og tað er nú tað hendir. Politiska samferðslunevndin er farin til verka, og sjúkrahúsið liggur á lit [...] skrivstovu hjá Landsverki við passara og linjuál, og har stinga út í kortið, meðan nakað heilt annað er at sigla streymasjógv millum íður og strongir við ferðafólki og farmi til ásettar tíðir. Eingin ivi
hálvfinaluna, og komandi Chelsea-leikarin sveik ikki álitið, men sendi bóltin í mál, og harvið vóru svensku EM-dreymarnir knústir. Í hálvfinaluni skal Holland dystast við portugisisku vertirnar, og tað vóru [...] Fjórðingsfinalan millum Svøríki og Holland leygarkvøldið gjørdist eitt vónbrot leikliga, og tað er lítið at siga til, at tað stóð á jøvnum 0-0 aftan á samfullar 120 minuttir. Hvørki hollendingar ella sviar [...] málmøguleikar, og flestu vandastøðurnar í dystinum komu eftir deyðbóltar. Holland byrjaði best Tað vóru hollendsku favorittarnir, ið fingu bestu byrjanina upp á dystin. Arjen Robben og Clarence Seedorf
eftirtektar og í morgun eru partarnir so farnir undir sjálva málsviðgerina. Og tað verður væntandi eitt drúgv viðgerð, tí partarnir leggja fyri við at skjølum, sum ganga heilt aftur til 1970 og so arbeiða [...] Føroya Rættur er nú farin undir eitt drúgt og rúgvismikið rættarmál ímillum Føroya Fiskimannafelag um pensjónina hjá fyrrverandi formanninum. Fiskimannafelagið og Óli Jacobsen høvdu avtalað, at tá ið hann [...] Tað vildi fyrrverandi formaðurin ikki góðtaka og stevndi Fiskimannafelagnum. Men áðrenn Føroya Rættur fór undir at viðgera málið í morgun, vildi dómarin fyrst hava at vita um nakar møguleiki var at finna
umboðini hjá Tjóðveldi og Bjarni Johansen úr Javnaðarflokkinum, sum hevur verið borgarstjóri í Vági. Hini bæði umboðini hjá JavnaðarflokkinUM, Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø, og bæði umboðini hjá Sa [...] tað, so er tað sambært siðvenju fyrst valdi á listanum, sum fær borgarstjóran, sum verður borgarstjóri. Og hesaferð fekk Levi Mørk fleiri atkøvður enn Bjarni Johansen. Og sambært Levi Mørk var avtalan, [...] Sambandsflokkinum, Erhard Joensen og Marin Helena Hentze Gaardlykke, møttu ikki á fundi. Avtala var annars gjørd millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkinum um at halda fram við samgongusamstarvinum, sum
arbeiðsfundurin haldast umborð á Smyrli og tað varð rættiliga væl móttikið beinanvegin , sigur Páll Isholm. Smyril er nýggjur og vit vildu fegin royna hendan nýggja møguleikan og tað hepnaðist stak væl. Vildu vita [...] Smyril var komin til Havnar úr Suðuroy. Vit fingu fyrst morgunmat umborð. Á miðdegi fingu vit døgverða og áðrenn vit fóru í land, fingu vit smurt breyð. Kaffi og kakur høvdu vit allan dagin. Umborð á Smyrli [...] Páll Isholm skemtandi fyri. Og tað ásannar hann beinanvegin, at tað var tað, tí hetta var sum at vera á hotelli. Umstøðurnar umborð at halda funder frálíkar, manningin er blíð og maturin var sera góður, so
ætlanum, ið hava verið áður, og teimum vil eg gjarna stuðla og fylgja. Hvussu ætlar tú at nýta tínar royndir og eginleikar í Føroyum? - Eg haldi, at eg kann hugsa øðrvísi og koma við einum nýggjum anda [...] áhugaverdar og mennandi. Seks umsóknir Setanarbólkurin var mannaður av sjey álitisfólkum frá Almanna- og heilsuverkinum og Landsjúkrahúsinum. Bólkurin fekk seks umsóknir til sjúkrarøktarstjórastarvið, og av teimum [...] in, Lisbeth Lykke Bruun, er ein 44 ára gamal dani og hevur longu búð í Føroyum einaferð áður. Í 1990 flutti hon til Føroyar og starvaðist á barna- og á psykiatrisku deildini á Landsjúkrahúsinum. Nýggi