Hergeir Nielsen
------
Fyri seks árum síðan skutu form. og næstform. í vinnunevndini upp fyri løgtinginum, at broyta heitið á lógini um fast samband millum Sandoy og Streymoy til farleið millum Streymoy, Sandoy og Suðuroy.
Tá uppskotið var samtykt vóru tingmenn heiðraðir við rakettum, fýrverki og lógvabrestum suðuri í Skopun, og “Suðurleiðin” varð við hesum uppskoti frá suðuroyingunum í vinnunevndini latin í tann hamin, hon hevur verið í fram til dagin í dag.
Sandoytartunnilin skuldi nú bjarga sandoyingum turrskøddum inn í tað lovaði landið á degi sum nátt, meðan Suðuroyggin skuldi fáa ein teym heftan upp í Sandoynna.
Tað sum var gott fyri Sandoynna var minni gott fyri Suðuroynna, tí Suðuroyggin fekk við hesum status sum útoyggj, eins og Dímun, Skúvoy, Hestur og Mykines.
Soleiðs var málið samtykt tá, og nú spøkir tað so aftur bæði í samferðsluætlanini hjá Landsverki og í Visjón 2015 hjá ABC-flokkunum.
Landsstýrismaðurin í kommunumálum, sum gjørdi rættiligt hol í sjógvin, tá ið hann skipaði fyri fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging, hevur nú fingið sær høvdið undir armin aftur, og hevur sett nevnd við øllum tingmonnunum úr Sandoynni - og ongum úr Suðuroynni - at avtaka beinleiðis Smyrlasambandið til Havnar, og síðani fáa ein minni døll at bóltað sær leiðini fram millum íður og strongir í Suðuroyarfirði.
Formaðurin og næstformaðurin í vinnunevndini tá, sum áttu uppskotið um hesa góðu Suðurleiðina í 2007, Henrik Old og Johan Dahl, síggjast ikki longur hava nakað við málið at gera, hóast teir bera kannuna av tí.
Undirsjóðartunlar verða gjørdir, tí vinnulívinum annars ikki býður bøtur, verður sagt. Fast samband er fortreytin fyri víðari menning og so liviligum umstøðum sum gjørligt fyri norðan, meðan flótandi leyst samband skorið inn at beini, skal verða suðuryvir.
Skálafjørðurin fær nú tað triðja av tí fasta slagnum, meðan Suðuroyggin skal lagast niður við færri túrum og minni skipi, so at ikki ein livandi sál skal so mikið sum hugsað um at festa búgv har, og enn minni kunna gera nakað til nyttu.
Hetta eru Føroyar anno 2013.
Og tað er ikki bara á samferðsluøkinum, at stig verða tikin til at gera av við hesa fyrr so stoltu oyggj okkara.
Á sjúkrahúsøkinum er eisini komið áleiðis við at oyða og týna vunnin rættindi og skipaðum viðurskiftum, og sostatt skala sjálvum fortreytunum fyri at kunna búgva í oynni.
Fyri lutfalsliga fáum árum síðan kom eitt væl virkandi nýmótans sjúkrahús við framkomnari skurðstovu í oynna. Øll hava verið glað fyri sjúkrahúsið og hava sæð tað sum eina neyðuga trygd fyri at kunna búgva har.
Nú allar vanligar uppgávur í longri tíð eru stýrdar til Klaksvíkar og Havnar, sæst kortini fyri einum enda á hesum virksemi.
Ein skurðlækni, sum ikki vil, ikki kann, ella ikki er førur fyri at arbeiða uttan narkosulækna, er settur í starv, og tað er ikki hissini starv. Hann kann, ella vil, bara skurðviðgera sættu hvørja viku, tá narkosulækni er tøkur.
Hví ein skurðlækni søkir eitt starv – og hví hann fær eitt starv - har hann er arbeiðsleysur í fimm av hvørjum seks vikum, er sjálvandi ein gáta av tí størra slagnum.
Eitt svarið er kortini, at talan er um primitivan grótharðan politikk, har siktið er týna Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum er tað einasta útjaðarasjúkrahúsið vit eiga.
Skal sjúkrahúsið lata aftur, er frægast at læsa skurðstovuna fyrst, tí so er jú at kalla einki virkandi sjúkrahús eftir, so einfalt er tað.
Tá fíggjarlógin so kemur til viðgerðar og samtyktar verður roknað eftir í statistikkinum, og har sæst tá skjótt, at alt ov lítið virksemi er á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Allar uppgávur, ið sjúkrahúsið fyrr hevur røkt til fulnar, eru nú longu stýrdar til Klaksvíkar, ella av neyð til Havnar, og tá er longu ferð komin á á hesum øki.
Tað er sjálvandi Miðflokkurin, ið ber ábyrgdina av hesi miðsavning á heilsuliga økinum. Klaksvík og Havnin fáa stórbýardám, so at útisetar, sum ikki tíma at búgva í Føroyum, skula lokkast heimaftur – til Klaksvíkar og til Havnar.
Smyril og Suðuroyar Sjúkrahús fara also samstundis á høggstabban – og tað er nú tað hendir.
Politiska samferðslunevndin er farin til verka, og sjúkrahúsið liggur á lit de parade.
So løgið tað ljóðar, og so marghjáttligt tað enn kann tykjast, so vóru tað suðuroyingarnir í vinnunevndini, sum slóðaðu fyri, at ein teymur skuldi knýtað Suðuroynna í Sandoynna.
Teir broyttu enntá sjálvt heitið á løgtingsmáli 36/2007, sum var um at binda Sandoynna upp í Havnini til eina “Suðurleið” yvir Sand og Hvalba, so at beinleiðis sambandið við Smyrli kundi avtakast.
So mangan er sannað, at eitt er kort at lesa, og annað er skip at føra, og nú valdar tí álvarsligur ótryggleiki á økinum.
Ólíka lættari er ikki at liggja fram eftir grúgvu á eini fjálgari skrivstovu hjá Landsverki við passara og linjuál, og har stinga út í kortið, meðan nakað heilt annað er at sigla streymasjógv millum íður og strongir við ferðafólki og farmi til ásettar tíðir.
Eingin ivi er um, at síðan fullveldislandsstýrið dagførdi Suðuroyarleiðina, bygdi Smyril, Krambatanga og Hovstunnilin er eitt heilt annað huglað komið á folk, tá ið tey skulu um fjørðin, og ferðafólkatalið er tí eisini vaksið munandi.
Eingin suðuroyingur sigur seg vera misnøgdan við beinleiðis sambandið við Smyrli, men tíverri er alvarslig spilla íkomin.
Róð verður nú aftur á ´07ætlanina hjá suðuroyingunum í vinnunevndni, har alt samband til og úr Suðuroynni verður lagt umvegis Sandoynna.
Hesin ørskapur eigur at støðgast ongantíð ov skjótt.
Tað ber bara ikki til at spola Suðuroynna áratíggir aftur í tíðina, samstundis sum øll segl verða sett til fyri at gera undirsjóðartunlar aðrar vegir.
Heldur enn fegnir vilja suðuroyingar hava ein av slagnum, men so leingi hann ikki er komin, so skal Smyril fáa frið til at sigla sín egna sjógv.
At leggja eina farleið við einum væl minni skipi enn Smyrli millum oyggjarnar í Suðuroyarfirði, sum er ein av heimsins ótespiligastu farleiðum, er skilaleyst.
Tá veðrið øtlar, eru íður og strongir á at líta sum Miðgarðsormurin, ið ringir seg millum oyggjarnar.
Tað eru stórar avbjóðingar, ið standa suðuroyingum fyri – og tað er nú tað hendir.
Ikki er gott at vita, hvar tann nevin er, ið slær í borðið, men løtan er komin, har allar góðar kreftir taka seg saman um at vinna á hesum avbjóðingum og at reka burtur tað vitloysið, sum politiska skipanin er í ferð við sópað oman yvir teir suðuroyingar, ið enn hætta sær at búgva og sum enn trívast oynni.