Exit Ahmedinejad?

Stendur Ahmedinejad til at fella í iranskum politikki?

Iranski forsetin er í lágum metum millum ein stóran meiriluta av tinglimum í iranska tjóðartinginum, eftir at samráðingarleiðarin í kjarnorkumálum Ali Larjani var bráddliga koyrdur frá, og í hansara stað var settur ein mest sum óroyndur embætismaður. Afturat hesum er Ahmedinejad heldur ikki væl dámdur millum vanliga fólki.

Í síðstu viku, 24. oktobur, bórust tíðindinum um, at 180 av 295 tinglimum í iranska tjóðartinginum høvdu skrivað undir eitt mótmælisskriv har teir góvu, tí nú frákoyrda, samráðingarleiðaranum í altjóða kjarnaorkumálum, Ali Larjani, sín fulla stuðul. Mótmælisskrivið og ónøgdin millum tinglimir segðist vera orsøk til, at iranski forsetin breyt vitjan sína í Armenia av og í skundi fór til Teheran. Sagt verður, at Ahmedinejad og tann konservativi vongurin, ið enn stuðlar honum, við hesi uppsøgn hevur tryggjað sær, at harða politiska linjan í kjarnorkuspurninginum fer at halda fram. Men havast skal eisini í huga, at ovasti leiðarin, Ayatoallah Khamenei, hevur síðsta orðið í flestum viðurskiftum av týdningi í Iran – soleiðis er iranska stjórnarskipanin innrætta. Hann hevur eisini givið Ahmedinejad grønt ljós til uppsøgnina av Larjani. Og enn situr iranski forsetin við forsetaembætinum.

 

Tríggjar orsøkir til avbrotnu vitjanina

Í fjølmiðlunum hava tvær aðrar orsøkir verið frammi til avbrotnu vitjanina í Armenia. Millum armenskar myndugleikar varð sagt, at orsøkin var vánaliga heilsustøðan hjá ovasta prestinum Khamenei. Triðja orsøkin, sum hevur verið frammi, hevur snúð seg um viðurskiftini millum Turkaland og Iran. Tann eini eygleiðarin úr Azerbaijan metti at iranski forsetin á elegantan hátt slapp sær úr eini trongari støðu. Tí á skránni júst tann dagin, tá ið forsetin í skundi fór til Teheran, var ein vitjan á einum minnisvarða fyri armenar, ið vórðu dripnir av osmannum ella turkum fyrst í 20. øld. Við hesi avlýsing fekk Ahmedinejad víst vælvilja til sínar turkisku samstarvsfelagar og víst, at Iran ynskir at hava góð viðurskiftir við granna sín Turkaland. Men hóast hetta, so úttalaði hann seg til fjølmiðlar ímóti harðskapinum, ið var framdur ímóti armenum. Armenar eru annars ein stórur etniskur minnilutabólkur í Iran.

 

Ahmedinejad forseti – brotin lyftir

Ahmedinejad var borgarstjóri í Tehran áðrenn hann brádliga og heldur óvæntað gjørdist forseti. Tað var serliga hansara fólksliga og fátæksliga bakgrund, sum gav honum gott umdømi millum fólk og vann honum forsetaembætið í 2005. Men eftir tveimum árum í embætinum er umdømið illa farið. Vallyftini um at gera okkurt við arbeiðsloysið og betra um búðstaðarviðurskiftini eru ikki gingin á møti. Atfinningar í Iran snúgva seg um dýrar íbúðarprísir og ikki minst um, at prísurin á matvørum, so sum grønmeti og fruktum, er meiri enn tvífaldaður tað seinasta árið.

Tá ið Ahmedinejad og hansara menn herfyri avtóku stuðulin til bensin og innførdu eina rationeringsskipan, var úrslitið mótmælisgongur og ófriður kring alt landið. Umleið ein triðingur av landsins bensinsstøðum vóru oyðilagdar. Iran, ið er ein av heimsins størstu útflytarum av olju (9% av heimsins oljukeldum), hevur ikki nóg nógv oljureinsiverk til at nøkta iranska tørvin eftir bensini. Landið innflytir meiri 50 % av egnum brúki, á tilsamans 10 billiónir dollarar, og selur tað síðan aftur bílliga, mest til bilførarar. Síðan Islamsku kollveltingina í 1979 varð statsstuðul innførdur og hevur hildið prísinum á bensini langt niðri í Iran.

M.a. av hesum stendur forsetin ikki serliga sterkur í sínum egna heimlandi. Og tað er av somu grund, at teir 180 tinglimirnir mótmæltu framferðini hjá Ahmedinejad.

Neyvan verður forsetin koyrdur frá, men allarhelst er hann á veg út úr iranskum politikki.