sigur ein fegin Magni Petersen, sum er liðskipari og ein av teimum royndu spælarunum á liðnum. - Í fjør vóru vit á odda, tá tað manglaðu fimm dystir, og vit kiksaðu fullkomiliga. Í ár var støðan akkurát [...] fekk keðiliga byrjan upp á landskappingina. Tá seks dystir vóru spældir av kappingini, lá TB í botninum við fimm stigum, og triði venjarin tók við. Ein dani og ein norðmaður stóðu á odda fyri liðnum, men [...] Mancic hevur verið so gott, at Zoran heldur fram sum venjari í TB komandi kappingarár. Eitt mál á muni Dysturin á Krossinum leygardagin var tættur, og bæði sumbingar og tvørámenn høvdu møguleikar at gera mál
Næsta mánaðin sýnir listakvinnan Astri Luihn fram í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Á framsýningini, sum lat upp hósdagin, eru 30 verk, ið øll eru gjørd seinasta árið. Astri Luihn hoyrir til tað nýggja rákið [...] fuglaberg, har ein fuglur situr einsamallur á eini rók, kagandi yvir á hinar. Hvørki litir ella figurar eru hetjukendir. - Eg tosi eitt friðarligt mál, sum fólk skulu hava á vegginum leingi fyri at koma inní og [...] Luihn harmast um, at so lítið av list verður selt nú á døgum. - Í áttatiárunum varð nógv meiri selt, og tá gingu bankarnir á odda við at stuðla. Á Várframsýningum verður lítið selt. Niðurgongdin byrjaði
Avtofting Mikudagin fingu tey 10 fólkini, sum arbeiða hjá Poul Hansen á Tvøroyri, eini ring boð frá leiðsluni í Havn: Boðini vóru, at á nýggjárinum gevst Poul Hansen við heilsølu í Suðuoy. Tey 10 fólkini [...] upp. Tey hava fingið at vita, at tað er tann harða kappingin, sum ger, at Poul Hansen nú ge4vst á Tvøroyri. Fleiri handlar eru lætnir aftur í Suðuroy seinastu árini og samstundis eru tað fleiri og fleiri
Missiónsvikan verður frá 8.-11. november. Café One Way, Tvøroyri Leygarkvøldið kl. 21 verður ungdómsmøti við Ólavur Jacobsen. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli. Sunnukvøldið verður [...] ð Harrans, kl. 12 sunnudagsskúli og kl. 18 møti. Óli Steinberg, trúboðari í Grønlandi talar. Rhema á Hálsi Mikukvøldið kl. 20 húsmøti hjá Ann Mari og Fríðtór, Bringstún 4, Argir. Fríggjakvøldið kl. 18-19 [...] Hansen, kl. 22 útimøti v/ Filadelfia. Mánakvøldið kl. 20 bønarskúlin. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti
12. september: Malena Petrina Hansen, Fuglafirði, 85 ár. 14. september: Arni Forná, Tvøroyri, 77 ár. Jens Poulsen, Hósvík, 86 ár. 15. september: Sofus Frederiksen, Norðtoftir, 87 ár. Elinborg Joensen, [...] Runavík, 70 ár Karl Vang, fyrrv. Sjómansskúlalærari, Tórshavn, 89 ár 16. september: Jóan Petur Davidsen, á Skála, 69 ár Jákup Klein, í Klaksvík, 68 ár.
vinmaðurin á síðuni hinumegin, so var Árni fúsur til eitt lítið prát um hetta. Fleiri ferðir nær við Á síðuni frammanfyri nevndir Eirikur, at tá hann spældi, so var tað aloftast HB, sum hevði takið á grannunum [...] Vit vóru teir yngstu á liðnum, og vit ætlaðu okkum so ikki upp á pallin. - Í ?67 voru vit nær við, men taptu óneyðugt í Vági, og í 1968 var so at siga alt klárt. Vit høvdu VB og TB á heimavølli teir báðar [...] spælararnar á besta B36 liðnum, sum tey árini taldust millum tey sterkastu í landinum, hóast tað ongan tíð gjørdist talan um nakað FM-heitið. Tá í tíðini vóru ikki so øgiliga nógvir dystir á skránni, men
kommunan skal betala, ikki skal takast av útbyggingarkvotuni hjá kommununi upp á 70 milliónir. Tórshavnar Býráð vísir á, at á Tvøroyri ætlar Landsstýrið at byggja nýggja samferðsluhavn til nýggju suðuroyarferjuna [...] heldur onki greitt svar nú. Hann vísir tó á, at hann er settur at arbeiða fyri føroyska búskapinum sum heild og tað ætlar hann sær at gera. Hann vísir eisini á, at vit skulu vera serliga varin við at byggja [...] fyri. Nú bæåi nýggj Norrøna og nýggja suðuroyarferja kemur, verður neyðugt at byggja samferðsluhavnina á Bursatanga út fyri yvir 60 milliónir. Skal havnin bara byggjast út til nýggja suðuroyarskipið, fer tað
sum sagt á odda í deildini, nú bert eitt umfar er eftir at leika, men enn munnu tvøráfólk langt ífrá kenna seg trygg í uppflytanini. Seinasti dysturin á skránni (fyribils í øllum førum) er suðuri á Krossinum [...] 2. deild Hóast tey á Tvøroyri alla tíðina hava sagt, at málið er vinna seg upp aftur í bestu fótbóltsdeildina, so hevur tað sjáldan bent tann vegin, at hetta tos skuldi hava hald í veruleikanum. TB hevur [...] so hevði Einar Petersen lætt spæl, tá Sasja rullaði tvørtur um. Suður á Krossin Í øðrum hálvleiki hevði TB alla tíðina tamarhald á. Teir løtu kanska geistirnar koma nakað niðan, men tá spælið nærkaðist
ilskast inn á Strandferðsluna, tí at hon so oftani hevur broytt ferðaætlanina hósdagar. Eftir ferðaætlanini, skal Smyril sigla av Havnini, suður á Tvøroyri klokkan 14 hósdag og norður aftur av Tvøroyri klokkan [...] at tað skal bera til at arbeiða á flakavirkjunum í Suðuroy so leingi sum gjørligt hósdag og kortini fáa fiskin av landinum longu hóskvøld, sum er neyðugt fyri at fáa hann á marknaðin til tíðina. Men hesar [...] komið fyri, at Smyril ístaðin hevur siglt suður á miðdegi og norður aftur longu klokkan 17. Og hendan broytingin er eisini gjørd fyri at ganga fiskivinnuni á møti. Í summar, ímeðan Norrøna hevur verið í
havnina á Drelnesi til onnur endamál. Sostatt er onki at gera, uttan at byggja nýggja havn. Býráðið á Tvøroyri fýlist eisini á, at tað onki hevur fingið at vita um ætlanirnar at byggja nýggja havn á Tron [...] Samferðsla ? Tann nýggja samferðsluhavnin á Tvøroyri skal verða liðug, tá ið nýggja suðuroyarskipið er liðugt. Tað krevur Tvøroyrar Býráð. Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð einmælt at [...] hetta vil Kristin Michelsen og restin av býráðnum á Tvøroyri ikki góðtaka. Í Tvøroyrar Býráð er støðan tann, at tey seta seg ikki upp ímóti, at Smyril siglur á Vág, tí tað hevur Løgtingið samtykt at hann skal