Tvøroyrar Býráð setir ófrávíkiligt krav

Nýggja samferðsluhavnin á Tvøroyri skal vera liðug tá ið nýggja suðuroyarferjan er liðug. Og býráðið krevur eisini at verða tikið við í byggingini

 

Samferðsla


? Tann nýggja samferðsluhavnin á Tvøroyri skal verða liðug, tá ið nýggja suðuroyarskipið er liðugt.

Tað krevur Tvøroyrar Býráð.

Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð einmælt at senda landsstýrinum bræv, har tað er eitt ófrávíkiligt krav, at rtá íð nýggja suðuroyarferjan er liðug, væntandi mitt í 2004, skal tann nýggja samferðsluhavnin á Tvøroyri eisini verða liðug.

Tað var Kristin Michelsen, býráðslimur, sum legði uppskotið fram.

Hann segí, at fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, í Sosialinum herfyri luftaði tankan um, at tað kanska fór at vera neyðugt hjá nýggja suðuroyarskipinum at sigla á Vág ta fyrstu tíðina, eftir at tað er liðugt.

Tað er tí, at landið ætlar ikki at byggja fyri meiri enn einar 200 milliónir um árið og at tað tí ikki er vist, um umstøður vera til at gera nýggju samferðsluhavnina á Tvøroyri lidna samstundis sum nýggja ferjan er liðug.

Tí kann tað henda, at tað verður neyðugt hjá skipinum at sigla til Vágs burturav tað fyrstu tíðina, kanska nakrar mánaðir, ella eitt ár.

Men hetta vil Kristin Michelsen og restin av býráðnum á Tvøroyri ikki góðtaka.

Í Tvøroyrar Býráð er støðan tann, at tey seta seg ikki upp ímóti, at Smyril siglur á Vág, tí tað hevur Løgtingið samtykt at hann skal.

Men býráðið góðtekur ikki, at drála verður við nýggju samferðsluhavnini á Tvøroyri.


Neyðugt við nýggjari havn

Og at tað verður neyðugt við nýggjari samferðsluhavn er greitt.

Býráðið hevur fingið fyrispurning um at byggja Drelnes út, so at nýggja suðuroyarferjan kann liggja har. Men býráðið hevur sagt nei, tí ætlanin er at brúka havnina á Drelnesi til onnur endamál.

Sostatt er onki at gera, uttan at byggja nýggja havn.

Býráðið á Tvøroyri fýlist eisini á, at tað onki hevur fingið at vita um ætlanirnar at byggja nýggja havn á Trongisvágsfjørði.

Býráðslimir finnast at, at ein nýggj havn verður gjørd á fjørðinum, uttan at kommunan fær tað allarminsta at vita.

Í brævinum til Landsstýrið krevur býráðið tískil eisini at verða tikið við upp í byggingina.


Ongi rættindi

Og tað er eisini greitt, at tað verður neyðugt við nýggjari samferðsluhavn skjótt, tí tað kan nvera so skjótt, at Strandferðslan ikki sleppur at brúka havnina á Drelnesi.

Býráðið og Strandferðslan eru í ferð við at gera leigusásttmála um havnina á Drelnesi. Men tað er ein sáttmáli, sum ikki gevur Streandferðsluni stórvegis rættindi.

Sáttmálin kann nevniliga veråa sagdur upp við einum mánaða ávaring, um Býráðið ætlar at brúka havnina til onnur endamál.

Harumframt er tað greitt, at annað virksemi kann fara ígongd á Drelnesi, ímeðan hon eisini verður brúkt sum samferðsluhavn. Sostatt kann tað vera so skjótt, at Smyril verður trokaður burtur.