Ongin avgerð um útbygging í Havn

? Landsstýrið fer nú at viðgerða, um tað skal geva Tórshavnar Kommunu stuðul til at byggja havnarlagið út.

 

Samferðsla


Landsstýrið fer nú at taka støðu til, antin Tórshavnar Kommuna skal fáa stuðul til at byggja havnarlagið út fyri.

Nú bæåi nýggj Norrøna og nýggja suðuroyarferja kemur, verður neyðugt at byggja samferðsluhavnina á Bursatanga út fyri yvir 60 milliónir.

Skal havnin bara byggjast út til nýggja suðuroyarskipið, fer tað at kosta góðar 30 milliónir.

Tórshavnar Býráð heldur ikki, at tað skal betala hesar útbyggingarnar einsamøll. Harafturat heldur hon, at tann parturin, sum kommunan skal betala, ikki skal takast av útbyggingarkvotuni hjá kommununi upp á 70 milliónir.

Tórshavnar Býráð vísir á, at á Tvøroyri ætlar Landsstýrið at byggja nýggja samferðsluhavn til nýggju suðuroyarferjuna og tað heldur Býráðið eisini, at landið skal gera í Havn. Harafturat eru útbyggingarnar til Norrønu fyri alt landið og tí heldur Býráðið ikki, at tað er rímiligt, at tað verður tikið av útbyggingarkvotuni.


Til viðgerðar

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at málið er nú til viðgerðar. Hann hevur sent málið til Landsverkfrøðingin, sum nú skal gera eina meting.

Fyrrenn hon er komin, vil Bjarni Djurholm onki siga.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur heldur onki greitt svar nú.

Hann vísir tó á, at hann er settur at arbeiða fyri føroyska búskapinum sum heild og tað ætlar hann sær at gera.

Hann vísir eisini á, at vit skulu vera serliga varin við at byggja út í høvuðsstaðnum, tí her er búskapurin heitast frammanundan.

Hinvegin vísir hann á, at so gott sum allir inn- og útflutningur í Føroyum gongur um Havnina og tað setir sera stór krøv til útbyggingar.