høvuðsstaðnum, har hann tók preliminerprógv í Studentaskúlanum, sum tá helt til í VBV bygninginum. Afturkomin til Klaksvíkar fór hann í starv í pf. J. F. Kjøl-bro. Eitt skifti var hann í krambúðini [...] tí kommunalu og til løgtingsval í Norðoya valdømi. Finn Kjølbro var í mong ár nevndarlimur í Norðoya Sparikassa. Hann var í ritstjórnini, tá ið 2. bind av Klaksvíkar søgu varð lagt til rættis og skrivað [...] og nógvur lærdómur í at sita undir, tá ið Finn lýsir yðjandi lívið, hann minnist frá barnaárunum og ikki minst hjá ommuni og abbanum, sum framvegis vóru væl fyri og høvdu ábyrgdina av størstu vinnufyritøkuni
trælahaldstíðini við høgg og slag vórðu riknir til trælamarknaðin og seldir á uppboði skamt frá grundøkinum, har Capitol varð bygt. Man hugur hans leita til tær trælalógir, sum her á Capitol vórðu samtyktar [...] orðini, sum fluttu, um ikki fjøllini, so tó meirilutan av kongresslimunum í senati og í umboðsmannatingi? Hvør verður Obama so sum forseti? Hvønn politikk fer hann at reka? Tað er ikki so einfalt at meta um [...] íløgur í undirstøðukervið. Hann fer at menna vitanarvinnur og ikki er óhugsandi, at hann fer at steðga flytingini av arbeiðsplássum til láglønarlond. Víðari ætlar hann at fremja tann heilsupolitiska reformin
hevur valt at gera, ikki er nøktandi, og vilja vit tí siga okkara hugsan. Tað versta er kanska, at býráðspolitikarnir hava spurt okkum um ráð, men hvat teir hava brúkt tað til, vita vit ikki! Eru spurningarnir [...] tað dominerandi kynið fer at kúga hitt, soleiðis at tað ikki fær sín tørv nøktaðan, tí gentur og dreingir hava ikki sama tørv og mennast heldur ikki á sama hátt. Børnini sum agn hjá politikarunum Pedagogar [...] stendur nr. 1 á listanum, og at ikki eitt barn, sum kanska stendur nr. 5 á listanum sleppur fram um, men vit sum starvsfólk á einum stovni síggja nakrar aðrar trupulleikar, sum ikki vísa seg fyrr enn barnið hevur
Hvalvík á Streymoynni nevnd. Hvussu gomul kirkjubygd Hvalvík er, er ikki nógv skrivligt at finna um, men eitt sindur hava vit funnið fram til. Fyrsti prestur aftan á trúbótina æt Petur Lydersen Færøe, (1538-1588) [...] bleiv seldur víða um landið. Nakað varð selt til Hvalvíkar, har tað var í umbúna at byggja eina nýggja kirkju. Hin gamla var komin á fallandi fót, og náttina til 22. januar 1829 fór hon um koll í eini vestanódn [...] skrivligt er um, varð bygd í 1685. Hon varð bygd á somu grund, sum tann fyrra stóð á. Kirkjurnar vórðu ikki serliga gamlar tá í tíðini. Peningur var lítil, og tilfar var tvørligt at fáa hendur á, so tað hevur
ókyrt, at hon mátti ganga inn aftur til Funningsfjarðar. Veðrið var ikki av tí besta - vátakavi og vindur. Tá ið hon kom til bilin, hevði hon mist lyklarnar. So til gongu til Skálafjarðar, at fáa onkran har [...] nógv fyri at koma fram til málið - til sjúklingin. At vera lækni á sløttum lendi, er lítið í mun til hvat tað er, tá ið tú skalt fara upp um dalar og fjøll og sjóvegis leggja til brots fyri at veita ein [...] við hana. Ikki varð sagt, at eg fari til læknan, nei, her var sagt: Eg fari niðan, norður, heim ella oman til Emmu. Emma var móðirin sum veitti troyst - lyfti og lætti, tá ið svárast stóð til. Hennara vitan
einum og hetta passar, leggur hann afturat. 2006 og tað staðbundna Hann hevur lagt til merkis, at fólk hava betri ráð, ella velja framum annað, at brúka pening uppá, hvussu ein býr og umstøðurnar kring [...] nýtist ikki at byggja høgt tað er ein myta, at tað nú á døgum er neyðugt at byggja høgt... t.d. hevur mann í Stavanger gjørt tað gott við at sleppa undan ov nógvum høgum bygningum. Tað er als ikki neyðugt [...] nú skal byggja høgt, so skal mann byggja øgiliga høgt á einum staði, og so ikki so høgt kring hetta staðið. Hetta svarar væl til hansara seinnu meginreglu um UFOið. Ja, okkurt sum kemur úr rúmdini og næstan
boðskap út, selja eina ávísa vøru, ella kanska tú hevur eitt super tilboð at bjóða Føroya fólki, so hava vit EITT SUPER TILBOÐ TIL TÍN. Lýs har, tú veruliga fært nakað afturfyri. 2 x 8 SvF-lýsingar og [...] fríggjakvøldið og týskvøldið. Til at selja hesar lýsingar hevur Kringvarp Føroya fingið sær professiónella hjálp frá smápartafelagnum Sp/F Progress. Kringvarpið hevur ikki viljað givið Miðlahúsinum innlit [...] nýtir til tess at selja lýsingar og kappbjóða ímóti privatu miðlunum, at Miðlahúsið bað um áðurnevnda innlit. Sambært avtaluni er høvuðsuppgávan hjá Progress at selja sponsoratir til sendingar
sjúkur, at hann ikki undir nøkrum umstøðum kundi fara út fyri dyr. Pápin hevði ilt við at trúgva hesum og fór yvir til húsini, har drongurin býr Har var myrkt. Fór til politiið − Tá ringdi eg til politiið og [...] kanst tú ætla. Eg veit ikki míni livandi ráð, hvat eg skal gera, tí eg eri góður við sonin, og hann er góður við meg, men vit sleppa ikki at vera saman. Hesin pápin skilir ikki, hví mamman at dreinginum [...] Føroyum frá 25. til 29. desember, og í tvær samanhangandi vikur komandi summar. Bleiv galið Mamman og pápin at dreinginum hava ongantíð búð saman, men líka til fyri tveimum árum síðan bar til at gera sínamillum
trýbýtt. Lóggávuvaldið varð lagt til kong og Ríkisdag í felag, útinnandi valdið varð lagt til kong, t.v.s. til stjórnina, ið kongur tilnevndi, meðan dømandi valdið varð lagt til dómstólarnar. Eitt er skrivaða [...] útinnandi valdinum umvegis fáa boð um, at teir eiga ikki at lata framløgu fyri fíggjarnevndina um framtíðar tænastu til sítt ráð, men eiga sjálvir at venda sær til meirilutan í fíggjarnevndini - Óla Breckmann [...] landstinginum ávíst vald at forða fólkatinginum í sínum lóggávuarbeiði. Sum frá leið bar hetta ikki til, og tað kom til veruligar skarpskeringar, tá Estrup í 1877 kom við fyrstu bráðfeingis fíggjarlógini. Estrup
finnur tú í kvæðunum og í fyndugari talu”. Hetta er ikki rætt. Gott mál er tað málið, sum hóskar til evnið, til høvið, til persónin o.s.fr.. Tað ber ikki til at útvarpa ein fótbóltskamp á kvæðamáli. Og verður [...] siga tvey epli og ikki tvey eplir? Hví kunnu vit siga professari, men ikki konteinari? Hví kunnu vit ikki siga uttanlanda, tá vit siga landasvik, landaskomm og landaplága? Hví kunnu vit ikki siga leikutoy [...] óbroyttu navnalógini, sum ikki loyvdi foreldrum at kalla síni kæru upp, um navnið ikki fall reinsarum. Og teir fíra ikki fyri at broyta bygdanøvn, so tey passa inn í ynskimálið til mikla sorg fyri fólkið