Hesin greinastubbin er ikki nakað ummæli av bókini; tað vænti eg, at onkur kønur fer at gera. Men hetta er mær vitandi fyrsta bókin, ið veruliga ger upp við málreinsingina, og tí koma hesar viðmerkingarnar frá mær.
Vit, sum kenna André, vita, at hann er fakliga sterkur og hevur ein flógvan humor, sum sæst aftur í bókini. Humorurin sæst aftur í tí lætta stílinum, sum ger bókina lesiverda. Tað er so sjáldan, vit lesa nakað, sum bæði er undirhaldandi og upplýsandi. Málrøkt er vanliga drepandi keðilig, tí málreinsarar eru ikki skemtarar, men við hesari bókini kanst tú sita í skellilátri og fáa stoff til eftirtanka og blíva klókari. Eg skilji eisini, at bókin longu er um at vera útseld.
Hvat er føroyskt? Henda spurningin hoyra vit ofta. Og svarini kunnu vera so ymisk. Ein málreinsari segði nakað soleiðis: “Gott mál finnur tú í kvæðunum og í fyndugari talu”. Hetta er ikki rætt. Gott mál er tað málið, sum hóskar til evnið, til høvið, til persónin o.s.fr.. Tað ber ikki til at útvarpa ein fótbóltskamp á kvæðamáli. Og verður fyndug tala gerandismál, dettur fyndin burtur, og hon verður fótatraðk.
Galdandi málrøkt er glosufikserað. Ongantíð hoyrir tú nakað um stíl. Ein maður skal byggja sær hús. Hann hugsar nógv um tilfarið: Tjúkkar plankar, boltar, seym, grót, cement og flagtekju sjálvandi. Men ongin tekning finst og ongin arkitektur. Úrslitið er eisini hareftir: Klárar húsið at standa uppi, er tað so andskræmiliga ljótt, at ongin vil búgva í tí.
Pisaundankanningin vísti, at føroyskur skúlaungdómur var á støði við gøtubørn í Mexiko City. Hetta var ein kjaftfiskur til allar ærukærar føroyingar. Stórt orðaskifti um orsøkina, nevndir settar, og álit skrivaði. Men tann relevantasti spurningurin varð ongantíð settur: Skiltu børnini uppgávurnar? Eg havi ein skumlan mistanka um, at her liggur hundurin begrivin. Og bara her.
Ein nýggj kanning vísir, at okkara børn lesa nógv minni enn børn í hinum Norðurlondunum. Hví torir ongin at siga, sum er, at tað skrivaða málið liggur ov langt frá talumálinum? So leingi fólk ikki skilja hetta, er ikki bót á borði.
Her hava týðarar eina stóra ábyrgd. Teir skulu umseta beinrakið og brúka ein lættan stíl, so lesarin kennir seg aftur og følir seg væl. Soleiðis gera týðarar ikki. Teir taka ongantíð tað, sum liggur fyrst fyri. Nei, teir eru missionerar, sum finna tað forna, tað sjaldsama og helst tað ramliga. Hetta skaðar innihaldið og stílin, og lesarin blakar frá sær. Og so kemur standardloysnin: Danskt hevur feilin!
Tann raska gentan Pippi Langstrømp hjá Astrid Lindgren fekk navnið Smokkuleggur, hóast sokkarnir eru á tamb, og hon, sum sagt, er sera røsk, og smokkuleggur merkir nøkulunda tað øvugta. Hetta er ein typisk missionerandi týðing: skeiv og klossut.
Dreparasnigilin kom til landið, og navnið segði alt um henda ódámliga gest. Hann skifti navn, tá hann hevði skriðið sær til Kirkjubøar og slapp at eita Morsnigil, sum merkir nakað tað sama sum brúnsnigil, hóast vit hava fleiri sløg av brúnum sniglum. Tað er klárt, at her skuldi snigilin bjarga tí forna mor.
Málreinsingin er óvísindalig. Hon byggir á subjektivar metingar hjá nøkrum fáum høvuðkambum.
Reinsarar verja ikki móðurmálið. Teir verja bara sítt egna. Støðan er tann, at fyri reinsarar er móðurmálið ikki móðurmálið. Nei, móðurmálið er eitt ynskimál ella eitt fantasimál, sum bara finst í høvdinum á teimum, sum av órøttum tóku diffinitiónsrættin til tað.
Hetta ynskimálið er reinsað fyri fremmandaorð, danismur og tað, ið líkist tí. Ístaðin seta teir íslendskt, uppafturgrivin og heimagjørd orð. Øll staðarnøvn skulu vera óbundin. Kenniorð eru lúkað burtur, og stavsetingin byggir á mállæruna, sum Snorri Sturlason brúkti.
Vit, sum ikki eru samd, spyrja og spyrja og spyrja, men fáa onki svar. Hví liggur Rituvíkarvegurin um Rituvíksháls? Hví gongur Leirvíkartunnilin gjøgnum Leirvíksfjall? Hví skifti Kvívíkstummas navn, eftir at hann kom í grøvina og fekk navnið Kvívíkartummas? Hví skulu vit søkja um farloyvi, tá vit í øldir hava kvøðið “Orlov biðjum vær”? Hví skulu vit siga tvey epli og ikki tvey eplir? Hví kunnu vit siga professari, men ikki konteinari? Hví kunnu vit ikki siga uttanlanda, tá vit siga landasvik, landaskomm og landaplága? Hví kunnu vit ikki siga leikutoy, tá vit siga súltutoy og steintoy? Hví kunnu vit siga navnorðið smelt, men ikki sagnorðið at smelta? Hví skulu vit siga uppáhald fyri pástand, tá vit kunnu siga pátrúgv? Hví skulu vit siga at nýta fyri at brúka? Hví skal Lúsabankin eita Ytstibanki? Hví skulu vit siga tað franska dystur og ikki tað norrøna kampur. Er málið blivið meira beinrakið, nú vit ikki longur skulu siga hálvoyggj? Hví? Hví? Hví? Hvørji eru tey fakligu svarini til hesar spurningar og 1000 aðrar?
Skuldi nakar svarað mær aftur, so vil eg fegin hava hesar spurningar svaraðar. Eitt rímiligt ynski.
Meðan André altíð grundgevur fyri sínum sjónarmiðum, hava reinsarar ongi faklig argument fyri sínum málpolitikki. Hjá diktatorum er politikkurin als ikki til diskussión, og teir hava eisini tikið sær valdið av órøttum.
Teir, sum kendu seg kallaðar at stýra málinum fyri okkum, hava ta vanvirðisligu støðu, at tað danska málið skal avgera, hvussu vit skulu málbera okkum her á landi. Hetta er ein undirbrotlig støða, sum botnar í nationalari undirlutakenslu og ikki byggir á vit og skil og praktiskan sans.
Happing verður mett at vera ein óskikkur – eisini hjá okkum. T.v.s. næstan øll happing, tí málslig happing er loyvd. Er ein málreinsifrøðingur ikki samdur við innihaldinum í eini grein, men tó ikki er førur fyri at afturvísa nøkrum, so kann hann seta seg at telja stavifeilir og danismur. Hetta verður eisini nógv brúkt. Tað sær út sum, at happing, ella hetta, at taka tað málsliga sjálvsálitið frá fólki, er ein partur av strategiini fyri at planta sítt egna.
Og í hesum døgum standa journalistar fyri skotum. Tíðliga og seint hoyra tíðindafólk, at tey duga ikki føroyskt. Sjálvandi duga hesi fólkini móðurmálið, men henda hetzin fer at halda fram, til tíðindafólk hokna og taka við ynskimálinum hjá reinsarum, tí ongin vil dadlast fyri sítt arbeiði..
Reinsarar hava skotið upp, at journalistar skulu á skúlabonk at læra føroyskt. Er ikki okkurt rúkandi galið, tá ið trøllvaksið fólk og skrivandi fólk enntá skal á skúlabonk at læra móðurmálið umaftur. Kanska er tað als ikki journalistunum, nakað er galið við. Og skulu blaðfólk á Fróðskaparsetrið til sandblásingar, fellur lesarin frá, og bløðini fara á heysin. Men hetzin munar, tí “guvar” oljan burtur á Tangafirði, hóast øll rættsiktaði fólk siga, at oljan dampar; at guva hevur ein annan týdning, sum øll vita.
Eg skal geva journalistum eini ráð: Bendið og stavið rætt. Brúkið tað málið, sum mammur tykkara lærdu tykkum og floytið á reinsarar og styrkið tykkum annars journalistiskt.
Tað ringasta við reinsarum er, at teir duga sær ikki hógv. Teir fara við runustyvlum eftir kenslunum hjá fólki. Hetta sást best í tí fyrstu óbroyttu navnalógini, sum ikki loyvdi foreldrum at kalla síni kæru upp, um navnið ikki fall reinsarum. Og teir fíra ikki fyri at broyta bygdanøvn, so tey passa inn í ynskimálið til mikla sorg fyri fólkið í t.d. Lamba og á Hellunum. Móðurmálið er okkara felags ogn, tí eiga teir, ið hava ábyrgdina av skeltunum LAMBI og OYNDARFJØRÐUR HELLUR, at verið revsaðir sum aðrir ótangar, sum gera herverk á almenna ogn.
Í vár eftirlýsti ein reinsari orðaskifti um móðurmálið. Síðani hava fleiri atfinningarsamar greinar staðið í bløðunum, men ongin responsur. Larmandi tøgn. Tað tykist eisini at vera ein partur av strategiini at tiga alt orðaskifti burtur.
Og tó, nú tók eg munnin ov fullan. Síðan hesar reglur vóru skrivaðar, hevur ein grein staðið í Dimmalætting fríggjadagin 3. august. Ein ljót grein. Hóast eg eri harmur um, at Svenning Tausen blamerar seg so fullkomiliga, so gagnar greinin sakini. Hvør segði, at reinsarar ikki happa? Hon vísir nevniliga, hvussu teir arbeiða. Tá ið Svenning sigur, at André skemmir tað føroyska málið, so mátti hann for hundin komið við onkrum dømi. Onki fakligt argument, ikki eitt. Bara persónlig útspilling og mistonkiliggering av hampamanninum André Niclassen og glorificering av sær sjálvum og sínum líkum. Skamm fái Svenning Tausen. André verjir móðurmálið, meðan Svenning verjir ynskimálið. Tað er ongin skomm at skifta meining. Tað var Jens Otto Krag, sum segði tey tiltiknu orðini: “Man har et standpunkt, til man tar et nyt”. Og tað gjørdi eisini Richard Long í málspurninginum.
Men aftur til bókina. Eg mæli øllum til at lesa hesa frálíku fakbókina, serliga journalistum. Hon er undirhaldandi, fakliga sterk og lærurík. Og er hon útseld, so mugu tit læna hana.
Hetta var tað.