Fær 15 prosent fyri at selja sponsorat í Kringvarpinum

Privata felagið, Progress, hevur fyrsta rætt at taka yvir alla lýsingasølu í Kringvarpinum. Felagið fær 15 prosent av allari søluni

Eirikur Lindenskov

» – Beinleiðis í SvF 7. og 11. juni. Einki er at ivast í, at fleiri túsund fólk fara at hyggja at dystinum, sum vit vísa beinleiðis í SvF!«
Soleiðis dyrgir Kring­varp­ið – sum ann­ars strikaði navnið »SvF« 31. januar í 2004 – eftir spon­s­or­um at lýsa rundan um fót­bólts­lands­dyst­­ir­nar, sum Kring­varp Føroya sendir í sjón­varp­inum fríggjakvøldið og týs­kvøldið.
Til at selja hesar lýsingar hev­ur Kringvarp Føroya fing­­ið sær professiónella hjálp frá smápartafelagnum Sp/F Pro­gress.
Kringvarpið hevur ikki vilj­að givið Miðlahúsinum inn­lit á avtalurnar, sum stovn­­ur­in hevur gjørt við hetta smá­­part­a­­felagið, hóast Kring­­varpið sum ein hvør al­menn­ur stovnur eigur at gera tað. Tí mátti Miðla­húsið kæra til Menta­mála­ráðið fyri at fáa Kring­­varpið at út­flýggja skjølini.
Hesi skjøl vísa, at fyri at selja sponsorat og lýsingar í Kring­varp­i­num, fær Sp/F Pro­gress 15 prosent av sølu­prí­s­i­num.
Tríva vit aftur í átakið hjá Sp/F Progress at selja lýs­ing­ar kring landsdystirnar kom­andi, so sæst, at Kringvarpið rætt­i­liga er farið at selja bí­lig­ar lýsingar:
»Skalt tú hava tín boðskap út, selja eina ávísa vøru, ella kanska tú hevur eitt super til­boð at bjóða Føroya fólki, so hava vit EITT SUPER TIL­BOÐ TIL TÍN.
Lýs har, tú veruliga fært nakað afturfyri. 2 x 8 SvF-lýsingar og 4 ÚF-lýs­ing­ar í bestu send­i­tíð. Prís­ir úr 5.000,00 + mvg við fram­leiðslu. Hev­ur hetta tín á­huga, vin­a­liga set teg í sam­band við undir­rit­aða.
KRINGVARP FØROYA tel. 296555 sponsor@kringvarp.fo«.
Tað var fyri at varpa ljós á, hvørj­ar metodur Kringvarpið nýt­ir til tess at selja lýsingar og kapp­b­jóða ímóti privatu miðl­u­num, at Miðlahúsið bað um áðurnevnda innlit.
Sambært avtaluni er høv­uðs­upp­gávan hjá Progress at selja sponsoratir til send­ing­ar í sjónvarpinum og út­varp­i­num.
– Í teimum førum, at tað er til fyrimuns at gera lýs­inga­av­tal­ur í staðin fyri spons­or­av­tal­ur, verður hetta gjørt. Til­gongd­in í arbeiðinum hjá spf Pro­gress skal taka støði í kring­varps­lóg­i­ni og kring­varps­ins grund­sjón­ar­miðum um góð­an lýs­ing­ar­sið og vera inn­an fyri karmarnar í mark­n­að­ar­før­ings­lógi­ni. Kringvarpið eig­ur at leggja dent á, at øll fáa sama møgu­leika at lýsa/spons­or­era, um tey hava ynski um tað. Ar­beiðið eigur at byggja á góð­an keypmannskap.

15 prosent í provisión
Sambært avtaluni, so letur Kringvarpið Sp/F Progress 15 prosent í provisión av teimum sponsor/lýsingaravtalum, sum Sp/F Progress fær í lag fyri Kring­varpið.
Uppgávan verður nærri lýst so­leiðis:
– spf Progress fær loyvi til at selja spon­sor­av­tal­ur vegna KVF av øllum send­ing­um og øðrum spons­or­um­ráð­um hjá KVF
– spf Progress hev­ur møg­u­leika fyri at selja lýs­ing­­ar ístaðin, tá tað er betra loysnin. Hetta verð­ur av­talað nærri við sam­skip­aran á økinum.
– spf Progress er við í ar­beiðinum, saman við Mart­in N. Simonsen og Hans A. Johannesen, at gera eina strategi fyri økið.
– Langtíðarætlan fyri spon­sorat/sendingar verður gjørd í samstarvi við sam­skiparan og deildar­leiðaran.
– spf Progress fær upp­lýs­ingar til vega frá sam­skiparanum ella deild­ar­leið­arunum um sendingar, sum koma á skrá í KVF.
– Um ivamál eru, um ein send­ing eigur at vera spon­sorerað/stuðlað ella ikki, tekur avvarðandi deild­arleiðari støðu.
– Atlit skulu takast til aðrar yvirskipaðar avtalur, sum KVF hevur gjørt við 3. part. (eitt nú ÍSF)
– Samskiparin hevur ábyrgd av at kalla inn til regluligan fund, har ar­­beiðið verður gjøg­num­­­gingið og støða verð­­­ur tikin til ymisk við­ur­­skifti.
– spf Progress arbeiðir í tøtt­um samstarvi við sam­skiparan, um hvussu spon­sorat, stuðul og lýs­ingar vera gjørdar (form­ur, innihald, design, fram­leiðsla o.s.fr.)
– Víst verður til leiðreglur í fylgiskjali 1

Avrokning:
• Kringvarpið fak­tur­er­ar lýsingarkundarnar bein­­­leið­is. Sp/F Progress send­­ir umsitingarfólki upp­­­lýs­ning­ar um fak­tur­er­ings­­grund­ar­lag, so hvørt av­talurnar eru gjørd­ar.
• Rokningin frá spf Pro­gress til KVF byggir á fak­tur­erað tøl, og verður por­o­v­i­sjón­in goldin, so hvørt sum kund­in hevur goldið.
• Mánaðarliga verður upp­gerð gjørd og fundur hild­in við samskiparan um gongd­ina.
• spf Progress fær e-post adressu hjá KVF og a­r­beiðs­­­tel­e­fon frá KVF. spf Pro­­­gress brúkar egna teldu.
Tagnarskylda
– spf Progress hev­ur tagn­ar­skyldu í øll­um við­ur­skift­um hjá Kring­varp­i­num, eisini eftir at avtalan er end­að. Tagn­­­arskyldan fevnir um øll viðurskifti hjá Kringvarpi Før­oya og viðskiftafólki tess av kappingarligum ella øðr­um ávum.

Tíðarskeið
– Sáttmálin kemur í gildi 20. mars 2013 og er til 20. mars 2014, har nýggir sátt­máli kann gerast millum part­ar­nar. Fyrstu tríggir ­mán­að­ir­nir eru at rokna sum roynd­ar­tíð, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp utt­an grund­geving.
– Spf Progress kann seta sølu­fólk í starv og sjálv løna hesum.
– Um verandi sølu­fólk hjá KVF gevst, hevur spf Pro­­gress fyrstarætt at sam­ráðast um at yv­ir­taka henda partin av sølu­­­arbeið­i­num eisini.