ikki vandamikið fyri vælferðina? ? Nú havi eg fingið vissu fyri, at Landsstýrið ikki fer uttan um tingið og Føroya fólk, eins og eg havi fingið vissu fyri at ein kanning skal gerast um fíggjarviðurskiftini [...] samgonguni skal vera bindandi. Ein fólkaatkvøða skal vera, um at gera føroyska grundlóg og onnur fólkaatkvøða fyri, um vit skulu hava fullveldi ella ikki. ? Longu í vár skal setast ein nevnd at gera grundlóg. [...] uppskotið ? Kann ikki hugsast, at ein landsstýrissessur er meira lokkandi enn trygdin fyri sosialu og heilsuligu skipanini? ? Vit tráða ikki eftir sessinum, men eg kann eins væl vera við at bøta um tað, s
av tí sama. - At síggja eina slupp á víðopum havi, tað er ein fantastisk sjón. Og tann møguleikan at síggja eina aðra slupp hevur tú ikki, tá tað bara er ein á túrinum. Eisini samanblandingin av norðoyingum [...] okkum í ein trupulleika tá 21 vildu sleppa við aftur í ár og Westward Ho bara tekur 16. Men tann trupulleikan loystu vit at fáa Jóhonnu við á túrin eisini, so vit vóru tvær sluppir í staðin fyri ein. Ferðin [...] krígsfangum. Síðani gekk leiðin til Scapa Flow, sum er ein náttúruhavn, ið varð nógv brúkt í ófriðartíð. Serliga minnast nógv ta einu hendingina, tá ein týskur kavbátur slapp inn um girðingina í havnina og
fæloysingar? Hvat er ein fæloysingur? Fæloysingur er eftir orðabókini tað sama sum ein proletarur. Og ein proletarur er ein, ið bert hevur sína arbeiðskraft at selja. Tað er ein lønarbeiðari. So hetta [...] tað vóru ikki milliónir teir bóðu um, men milliardir” Havi við áhuga fylgt við í orðaskiftinum millum Hera Mohr (HM) og Sonna Smith (SS). Eg havi tó ikki sæð tað,sum skrivað var í Skáanum, har SS skrivaði [...] fekk tað meg at hugsa nakrar tankar, sum kanska fara eitt sindur víðari enn sjálv lesarabrøvini. Eg havi roynt at samanfata tað í yvirskriftini. Og eg veit, at onkur heldur, at nú geri eg ov nógv av, men
føroyskt uppslagsverk yvir allar útgávur. Eg havi sitið á landsbókasavninum og í plátusavninum hjá Útvarpinum, og roynt at funnið alt, sum er givið út. Eg havi so tastað allar upplýsingarnar um verkini inn [...] eisini funnið útav um. - Okkurt man eg ikki hava funnið, men tann elsta, nakar veit um, er ein frá 1928. Ein norsk dama Signe Liljequist var og vitjaði her og innspældi "Árla var um morgunin" eisini kent [...] Bænadiktsson" og "Rura, rura barnið". Forlagið, sum gav út, var Pianomagasinet í Havn. Ein andalig kom út umleið 1949, men eg havi ongantíð funnið ta plátuna. Songkórið Ljómur gav tríggjar 78 rpm'arar út samstundis
í búkinum í fýra dagar. Men nú er endiliga ein broyting komin í. Síðani tíðliga í heyst havi eg havt møguleikan til at fáa øll tíðindi á internetinum. Nú havi eg møguleikan at fara inn á Internet-Sosialin [...] við bróður í farnu viku, men har hendir einki av tydningi heima. Tá ein so kemur heim til Føroyar í summarfrí ella jólafrí, so fær ein søgurnar. ? Hevur tú ikki hoyrt tað. Jú, jú hann smildraði bilin sundur [...] gerandissøgurnar geva teimum, sum fylgja við í føroysku fjølmiðlunum eina heildarmynd. Ein heildarmynd, sum eg ikki havi møguleika til at skapa mær, meðan eg siti í Oslo og fylgið við í tí norska gerandisdegnum
hetta er ein gamal dreymur hjá honum at fara at fiska tunfisk. Eg havi havt áhuga fyri tunfiski í eini 15 ár. Eg veit, at tað eru hundraðtals skip, sum fiska tunfisk í Norðuratlantshavi. Og eg havi altíð [...] skal ein eygleiðari fyri Vaktar-& Bjargingartænastuna við. Viberg Sørensen sigur, at fiskiskapurin eftir tunfiski er so serligur, at tað er nokk at fýra føroyingar eru við í fyrstu atløgu. Ein gamal dreymur [...] vinnuni og umsita stovnin ígjøgnum ein felagsskap, sum eitur ICCAT. Hesin felagsskapurin hevur tikið sær rættin at umsita allan fiskiskap eftir tunfiski á víðum havi. Tað hava teir róliga kunnað gjørt
er vakrasta staðið í Føroyum, ivast Ron Brierley ikki í. Eg sigi tað ikki bara tí, eg havi samband hendanveg. Eg havi verið víða í Føroyum og eri sannførdur um, at so er. Men eisini aðrastaðni er vakurt [...] hevur fingið at vita, hvussu tað skal gerast. Eg havi avgreitt alt hatta har, greiðir hann frá. ? Doyggi eg, meðan eg eri staddur í Føroyum, verður tað ein vanlig jarðarferð. Men eri eg staddur í Englandi [...] Sørvági fingu teir at vita, at teir skuldu ganga í skrúðgongu tvørtur um oynna. Tað gjørdu teir so, tí ein hermaður spyr ikki um nakað. Hann tekur bara móti ordrum, sigur Ron. Men sjálvur hevur hann verið heldur
at orða ein mentapolitikk. Verkætlanin verður liðug á vári næsta ár. Longu í komandi fíggjarlóg fara vit at síggja ítøkilig stig til ein skipaðan mentapolitikk. - Men treytin fyri, at vit fáa ein skipaðan [...] sær eina búskaparliga, sosiala og mentunarliga kollvelting. Tí hava vit sett ein arbeiðsbólk at útgreina avleiðingarnar, ein møgulig oljuvinna fær fyri føroyska mentan. Gransking samleikaskapandi leiklut [...] galdandi í Føroyum, og vit mugu gera so nógv til ber fyri at menna tey. - Vit eru egin, ein serstøk tjóð, og tað broytist ikki, um stýrisskipanarligu viðurskifti okkara broyttast. Men uttan mun til, um vit
uppskot frammi um hetta. Eg havi tosað við allar flokkar á tingi og fingið tey signal, at tað er í lagi at eg leggi hetta fram, tí flokkarnir fáa sum so ikki gjørt tað. Eg havi eisini avstemmað hetta við [...] fyri at vera ódemokratiskur og seta kílar í samgonguna, so er tingformaðurin ikki til at vika. ?Eg havi breiðan rygg, og eg ætli, at hetta málið skal koyrast ígjøgnum uttan mun til, hvat samgongumenn ella [...] við løgmann og landsstýrismannin, sum hevur málið um hendi. So eg havi einki útistandandi í hesum máli. At so persónar sum Marius Dam og aðrir vilja sabotera tað við øllum midlum, tað fái eg ikki gjørt annað
ikki minst tá ið tað ræður um børn. Hóast eg nú havi arbeitt her leingi, kann eg framvegis hava vøkunætur. Hetta verður kallað óprofessjónelt, tí ein professiónellur leggur alt eftir seg tá ið viðkomandi [...] skjótt og væl, er einki einfalt svar til, heldur Sólrun Jacobæus. ? Tað átti at verið ein lóg, sum tryggjar øllum børnum ein góðan uppvøkstur og alla ta hjálp tað hevur tørv á. Uttan mun til hvør tørvurin er [...] viðkomandi fer heim. Men eg eri stolt av tí, tí so eri eg framvegis eitt følandi menniskja og ikki ein maskina. Eg velji at fara nú, men eg eri ógvuliga glað fyri at hava fingið møguleikan at hava verið millum