Vit eiga at fara frá hugnamentan til at seta krøv

- Uttan mun til, um vit fáa fullveldi ella ikki, mugu vit gera okkum greitt, hvørja leið vit eiga at halda mentunarliga. Fáa vit fullveldi verða allar dyr latnar upp úteftir, og tað fer at seta nógv størri krøv til okkum og okkara mentunarstovnar, er niðurstøðan av pallborðsfundinum um fullveldi og mentan

Fullveldi og mentan vóru á skránni á almennum fundi, sum Landsbókasavnið skipaði fyri mikukvøldið. Og hóast veðrið var av tí allar fagrasta, var fyrilestrarsalurin á Landsbókasavninum stúgvandi fullum av áhoyrarum. Fundurin var skipaður sum pallborðsfundur, har luttakararnir Signar á Brúnni, landsstýrismaður, Malan Marnersdóttir, rektari, og Gunnar Hoydal, rithøvundur, høvdu innlegg um evnið.

Endamálið við fundinum var at kjakast um, hvønn leiklut og hvørjar umstøður mentanin fer at fáa í tí fullveldi, sum nú er í umbúna. Hesin spurningur er ikki heilt óviðkomandi, tí vit vita jú, at í tjóðskaparstríðnum hevur mentanin altíð verið í miðdeplinum. Er fullveldi ikki líka so nógv ein spurningur um mentan og samleika sum um búskap, vildu fyrireikararnir av fundinum vita.

Tað er nakað um tað, at spurningurin um mentan og hvørjar umstøður hon fær, er dottin burtur ímillum í kjakinum um framtíðar ríkisrættarligu støðu okkara. Men hóast pallborðsluttakararnir hvør í sínum lagi løgdu fram spennandi og áhugaverd sjónarmið og nógvar áhugaverdar viðmerkingar komu frá áhoyrarunum, gjørdist kjakið ongantíð tað, sum fundurin legði upp til. Spurningurin hekk í leysari luft og áhoyrararnir fingu líka so nógvar spurningar sum svar. Fer tað at verða sum í Íslandi, ið hevur upplivað eina mentunarliga kollvelting eftir, at landið fekk sjálvræði. Ella verður stríðið um at krónurnar og oyruni til mentanina harðari enn tað er í hesum døgum? Eingin kennir svarið, hetta er kanska ein trúarspurningur sum so nógv annað í hesum døgum.


Skipaðan mentapolitikk

Er torført at geva eina greiða og nøktandi mynd av spurninginum og samanhanginum millum fullveldi og mentan, vóru pallborðsluttakararnir kortini á einum máli um, at mentan og list eru týðandi partar av okkara samleika. Hevur mentunarlívið góðar og liviligar umstøður, stendur væl til manna millum.

Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum, greiddi frá arbeiðinum hjá Undirvísingar- og mentamálastýrinum við at orða ein mentapolitikk. Verkætlanin verður liðug á vári næsta ár. Longu í komandi fíggjarlóg fara vit at síggja ítøkilig stig til ein skipaðan mentapolitikk.

- Men treytin fyri, at vit fáa ein skipaðan mentapolitikk er, at føroyingar annars taka undir við ætlanini, og at ein breið politisk semja verður. Vit eiga at finna saman uttan mun til politiskan lit. Annars eydnast ætlanin ikki. Tí eiga vit at gera eitt pedagogiskt arbeiði, soleiðis, at mentapolitikkur fær størri viðurkenning millum fólk, segði Signar á Brúnni.

Landsstýrismaðurin í mentamálum nevndi fleiri ítøkilig stig, ið ein framtíðar føroyskur mentapolitikkur fer at rúma. Til dømis stuðulsskipanir, ið tryggjar skapandi fólki rímilig arbeiðskor.

- Fyrilit má kortini altíð havast fyri fíggjarorkuni. Eg kundi hugsað mær, at kommunurnar fáa ein virknari lut. Tær eiga at stuðla mentunarlívinum meiri, segði Signar á Brúnni.

- Avleiðingarnar av eini oljuvinnu fara at hava við sær eina búskaparliga, sosiala og mentunarliga kollvelting. Tí hava vit sett ein arbeiðsbólk at útgreina avleiðingarnar, ein møgulig oljuvinna fær fyri føroyska mentan.


Gransking samleikaskapandi leiklut

Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, tosaði í innleggi sínum um, krøvini, ið fara at verða sett mentunarstovnum, harímillum Fróðskaparsetri Føroya sum vísinda- og granskingarstovni, í eini nýggjari tíð. Í Føroyum er øll gransking almenn og fer í høvuðsheitum fram á Fróðskaparsetrinum. Men granskingin hevur ikki nógvar pengar at arbeiða við. Meðan Norðurlond brúka millum 1,5-4% av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking, fer bert 0,5% av føroysku fíggjarlógini til gransking.

- Vísindi og gransking hava ein samleikaskapandi leiklut. Føroyingar hava eina serliga skyldu at granska mál og mentan. Hetta sum part av okkara máltilvitan, men ikki minst tí, at føroyskt er málið, sum fægst fólk í Norðurlondum tosa, og tí er mest nær við at doyggja út. Serlig viðurskifti eru galdandi í Føroyum, og vit mugu gera so nógv til ber fyri at menna tey.

- Vit eru egin, ein serstøk tjóð, og tað broytist ikki, um stýrisskipanarligu viðurskifti okkara broyttast. Men uttan mun til, um vit fáa fullveldi ella ikki, mugu vit gera okkum greitt, hvørja leið vit eiga at halda mentunarliga. Krøvini fara at økjast um vit velja at skipa okkum sum fullveldi. Fáa vit fullveldi, fáa Føroya nýggjan tilverurætt. Tá kunnu vit hugsa okkum, at vit mugu skipa granskingardeplar innan KT, oljuvinnu, samfelagsgransking, tøkni og annað. Verða Føroyar sjálvstøðugar, eiga føroyingar sjálvir ábyrgdina av at útvega pengar til gransking og vísindi. Alt kostar pengar, nógvar pengar. Fyritreytirnar eru til staðar. Uppgávan hjá politikarunum verður at hava visjónir, uppgávan hjá mentunarstovnunum er at geva politikarum hugskot. Uttan mun til, um vit fáa fullveldi ella annað slag av sjálvstýri, eiga vit at stimbra mentan og gransking.


Nýggir tónar

Gunnar Hoydal, rithøvundur, byrjaði innlegg sítt við at seta spurnartekin við, um nakað samband er millum fullveldi og mentan. Hann endaði innleggið við einum sera góðum hugskoti.

- Tað er ongastaðni so óliviligt hjá skapandi fólki sum í Føroyum. Sjálvt tað sum einki kostar, hevur tað verri í Føroyum enn aðra staðni. List og mentan mugu einki kosta. Mentamál var fyrsta málsøkið, sum varð yvirtikið. Tað er ikki so løgið, tí tað kostaði einki. Úti millum fólk er tað húkurin og búkurin, sum er politiski veruleikin. Tí eiga vit at skapa fatan fyri, at mentan og list hava virði.

- Men eftir politisku endurreisnina hoyrast nýggir tónar. Nýtt ættarlið er á veg. Sjálvt vinnulívið sigur, at tað er tað menniskjansliga tilfeingið við eiga at dúva uppá. Vit eiga at leggja størri dent á skapandi gávurnar, sum eru í okkum øllum. Tað er ein spurningur um mentan og menning, ella avtofting. Listin er tann eggjandi parturin, og hon setur krøv. Vit eiga at koma burtur frá hugnamentan til at krevja dygd.

- Eingin vinna veksur so skjótt sum mentunarvinnan. Vit eiga at seta ein listagrunn á stovn, ið stuðlar tí einastandandi, tí sjáldsama, tí sum er øðrvísi. Hesin grunnurin kundi verið stuðlaður av oljuvinnuni. Vit áttu at kravt, at av hvørjari tunnu av olju, skal ein pottur til føroyska mentan og list. Uttan eina sterka mentan, eru Føroyar bert eitt staðarnavn. Tí eru fullveldi og mentan ikki hvør sítt, segði Gunnar Hoydal.