barnaskúla. Sum 16 ára gamal flutti hann til Havnar og fór í prentaralæru á Dimmalætting og var útlærdur hondsetari í 1946. Í 1947 gavst hann á Dimmalætting og fór til Bókaprent, har hann lærdi maskinseting [...] vongi á 1. liðnum hjá HB frá 1945 til 1949. Hann var við á býliðnum og var eisini úttikin sum eykamaður á landsliðið, sum spældi móti hetlendingum í 1948. Í 1949 fór hann til Keypmannahavnar á fakskúla og [...] at beiggjarnir vóru úr Gøtu var orsøkin til, at húsið millum manna varð kallað Gøtuborg. Næstu árini arbeiddi Esmar á prentsmiðjuni hjá 14. September, sum helt til í húsunum hjá Erlendi Paturssyni úti í
at læra í Føroya Banka. Í 1978 fór hann til grannskoðaravirkið hjá Carl Vilhelm Weihe. Í hálvt annað ár frá 1985 var hann á Saltsøluni, og frá 1987 og fram til í 2000 hevði hann saman við barndómsvininum [...] gjørt kring oyggjarnar og eisini í øðrum londum, eitt nú í Íslandi, Danmark og Grønlandi. Alexander giftist í 1976 við Súsannu fødd Joensen og ættað úr Klaksvík. Foreldrini hjá henni eru Jona, sum doyði í
ovurstuðli til vinnuna í áttati árunum, sum hon helt seg síggja fóru at enda við búskaparligum skrædli, ið vóru orsøk til, at hon í 1990 bjóðaði seg fram á løgtingsvalinum. Helena var frá mai 1993 og til november [...] Helena var trettan ára gomu flutti hon til Føroya saman við mammuni, sum er gift Ólavi Hátún. Helena leyk nýmálsligt studentsprógv í Hoydølum í 1975. Síðani flutti hon til Keypmannahavnar, har hon við lærda [...] veljarin eisini á næsta vali fer at hava møguleika at taka støðu til, um Helena Dam á Neystabø skal í tingið. 31. oktober í 1981 giftist Helena Kristiani á Neystabø í Havn. Hann er føddur 27. oktober 1951
skriva til hvørja aðra í hvussu so er einaferð um árið, nevniliga á jólum. Og vit hildu orð. Eftir lokna útbúgving sum korrespondentur í sponskum og enskum, giftist tú einum spanióla, og flutti til Spania [...] í jólabrævinum í fjør, skrivar tú, at tú kennir teg so móða og hevur blóðmangul. Tú skal til læknan í januar til nærri kanningar, men tú heldur ikki hetta hava nakað upp á seg - man fara at ganga yvir. [...] kann eg tryggja mínum børnum eina góða framtíð? Tú hevur altíð verið sterk og røsk til at taka avgerðir, og hetta kom tær til góðar í hesi sváru tíð. Tað er alla æru vert, so nógv ið tú fekk av skafti, hóast
Saknið tungan harmin vekur, syngur skaldið. Henda regla rann mær til hugs allahalganardag á Sjómansheiminum, tá skipað varð fyri minningarhaldi teirra sjólætnu. Í ár var minnisløtan eisini ognað øllum [...] ikki vunnu upp aftur land. Henda illfýsna heystardag vóru á sekstiára minningarhaldinum nakrir teirra til steðar, sum høvdu siglt undir krígnum. At sita í fjøld, har saknur og sorgblýdni merkti løtuna, gav [...] fjórðelst av 11 systkjum, og eru tey nú bert tvey eftir á lívi. Í 1939, júst fyltur 15 ár fór Tummas til skips, og har byrjaði hansara lívsleið sum sjómaður. Eftir krígslok tók Tummas setskiparaprógv og í
vildi ikki ganga við til, at skrivliga próvtøkuuppgávan í lívfrøði varð umsett til danskt, áðrenn hon var vigað. Eftir at hava arbeitt á Tunnuvirkinum í eitt ár, fór Marjus í 1976 til Århus at lesa medisin [...] skrúva, men síðstu árini hava ikki verið so góðar stundir til nógv onnur ítriv enn onkran frískligan túrin á motorsúkkluni. Frá kl. 19.30 í kvøld ber til at heilsa upp á Marjus heima við hús í Miðvági.J [...] medisin. Eftir at hava lokið prógv, flutti hann fyrst í 1985 aftur til Føroya. Hann arbeiddi sum hjálparlækni og 1. hjálparlækni á Landssjúkrahúsinum, og hann loysti av sum kommunulækni í Havnini og eisini
unglingi í kolaminunum í Rangabotni. Seinni koyrdi hann gravkýr, m.a. í sambandi við anlegsarbeiði til loranstøðina á eggjunum, SEV útbýggingina í Botni og við Hovsvøtn og tá útbyggingin fyri flakavirkið [...] starvið fekk Dánjal í 1959, tá hann varð valdur í líkningarnevndina á Tvøroyri. Í hesum virkaði hann til 1980 og var formaður frá 1969. Dánjal varð fyrstu ferð valdur býráðslimur á Tvøroyri í 77, og røkti [...] javnlíkar hansara ráddu fyri borgum. Tá tað privata gavst á fótum, fingu teir, frá vanliga borgaranum, til vega partapening og lótu byggja flakavirki og trolarar, sum øll kreppuárini veittu tvøraborgarum ríkar
juni 1980 var Hans Petur settur í starv hjá Farvandsvæsenet. Hann byrjaði í Akrabyrgi, har hann var til 1995, tá vitin varð automatiseraður. Síðan hevur hann arbeitt við teir ymisku vitarnar kring landið [...] starvi, hevði hann farloyvi í hálvt ár í 2001, tá hann var kokkur við nótabátinum Saksaberg. Í 1983 giftist Hans Petur við Ritu, f. Tausen, úr Vági. Tey eiga trý børn: Linda, 23 ár, og tvíburarnar Andras og
klædnabúðin hjá Kjølbro á Biskupsstøð varð nevnd. Tað er tann bygningurin, sum bókasavnið nú heldur til í. Frá 1954 og í trettan ár arbeiddi Karl hjá Føroya Bjór. Hann sigldi við skipinum Føroya Bjór, sum [...] Karl Svartaberg, sum hann hevur róð út við síðani. Nú er tað yngsti sonurin, sum drívur bátin. Karl giftist í 1953 við Siggu Jóhonnu ella Hannu, sum er fødd Andreasen og ættað úr Fuglafirði. Tey fluttu inn [...] Hann gavst í 1964. Tá hevði hann í seytjan ár verið 1. liðs málverji, og tá hevði hann verið við til at vunnið meistarheitið sjey ferðir - í 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958 og í 1961. Karl var kvikur
gummuni, har hann hevði tað gott. Hann lærdi til rørleggjara hjá Demich og arbeiddi eitt skifti sum sveinur hjá Mariu Poulsen. Eftir at hann var fluttur til Rituvíkar, arbeiddi Jónsvein hjá Vaðhorn. Tað [...] er av Oyrabakka, og tey búðu á Oyrabakka, inntil Jónsvein var farin í skúla. Tá fluttu tey norður til Gjáar at búgva. Systrarnar hjá Jónsveini Dania og Annjó búgva báðar í Havnini. Jónsvein gekk í fra [...] skipaði fyri afturvendandi bygdartiltøkum, og eisini á so mangan annan hátt, um tað so var inni ella úti til fjals ella í fjøru. Teimum dámdi báðum at spæla guitar og at synga og yrkja, og tað var í hesum høpinum