Esmar Jacobsen 80 ár

Fríggjadagin 9. desember verður Esmar Jacobsen, fyrrverandi trúboðari, 80 ár.

Esmar er ættaður og uppvaksin í Norðragøtu. Hann er nummar 4 av 13 systkjum,
harav 11 teirra eru á lívi. Foreldrini vóru Eliesar Jacobsen í Tjørnustovu og
Sunnuva f. Heinesen í Súnastovu.

Esmar gekk sjey ár í barnaskúla. Sum 16 ára gamal flutti hann til Havnar og fór
í prentaralæru á Dimmalætting og var útlærdur hondsetari í 1946. Í 1947
gavst hann á Dimmalætting og fór til Bókaprent, har hann lærdi maskinseting,
og har setti hann sjálvur fjórði Bíbliuna í týðing Victor Danielsens. Ungdómsárini
í Havn búði hann á KFUK, og í frítíðini var hann nógv í Gundadali. Hann spældi
á høgra vongi á 1. liðnum hjá HB frá 1945 til 1949. Hann var við á býliðnum og
var eisini úttikin sum eykamaður á landsliðið, sum spældi móti hetlendingum í 1948.

Í 1949 fór hann til Keypmannahavnar á fakskúla og meistaraskúla innan prentarayrkið,
og starvaðist har í tvey ár. Hann kom heim aftur í 1951 og starvaðist eitt skifti í
Prentsmiðjuni í Bókahandlinum. Sama árið var Prentarafelagið stovnað og
Esmar var formaður fyrstu árini.

Í 1952 giftist Esmar við Maud, sum er ættað úr Kollafirði, dóttir Sámal Andrias
Djurhuus, Framman fyri Garða, og Thomassinu f. Thomsen, á Tanganum. Tey
búsettust úti í Grønlandi í Havn, har Esmar saman við beiggjunum, Magnus
og Absalon, bygdu stór hús við trimum íbúðum. At húsini vóru í 4 hæddum og
at beiggjarnir vóru úr Gøtu var orsøkin til, at húsið millum manna varð kallað
Gøtuborg. Næstu árini arbeiddi Esmar á prentsmiðjuni hjá 14. September,
sum helt til í húsunum hjá Erlendi Paturssyni úti í Hornabø. Hetta var eitt
spennandi men strævið arbeiði, tí at tíðirnar vóru ringar, og nógvur ófriður
var á politiska pallinum og á arbeiðsmarknaðinum.

Hann gavst fyribils sum prentari, tá ið hann fór á bíbliuskúla í Hillerød í 1958.
Valið, at fara á bíbliuskúla, grundaði hann á eitt innara kall um at gerast trúboðari.
Àrið eftir fór hann á trúboðaraskúla í Oslo, og var útlærdur í 1960. Næstu 5 árini
var hann í parttíðartænastu hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum, og í hesum
tíðarskeiði arbeiddi hann á »Einars Prent« hjá Einari Joensen, sum vísti
honum vælvild, tá hann skuldi frá arbeiði í trúboðaraørindum.
Esmar gavst við prentarayrkinum í 1965, tá ið hann gjørdist trúboðari
burturav. Sum trúboðari hevði hann reglulig møtir kring landið, og harumframt
hevði hann vitjanartænastu hjá gomlum og sjúkum. Av tí sama var hann nógv
at síggja á Landssjúkrahúsinum øll árini sum trúboðari, og hann vitjaði eisini á
varðhaldinum eina ferð um vikuna í tilsamans 36 ár. Í 1962 kom
hann upp í sjómansmissiónsarbeiði, og var sjómanstrúboðari 9
vertíðir í Vestmannaoyggjunum og eitt stutt skifti í Ravnoynni. Sum trúboðari
virkaði hann øll árini út frá Havnini, og gjørdist hetta arbeiði lættari og meira
umfatandi, tá ið Missiónshúsið við Landavegin, sum var bygt við sjálvbodnari
arbeiðsmegi, varð liðugt í 1972, soleiðis at møtir, sunnudagsskúli,
blaðarbeiði, forlagsarbeiði, týðingar o.a. kundi gerast á einum og sams tað.

Hann hevur fingist nógv við at skriva. Sum yrkjari, undir heitinum Esmar Jacobsen
Gata, gav hann út savnið »Fiólin« í 1956 og í 1990 kom nýtt yrkingasavn við
heitinum »Tema við frábrigdum«, sum var úrval úr fyrra savninum við nøkrum
nýggjum yrkingum afturat, og beiggi hansara, Suni myndprýddi bæði yrkingasøvnini.
Sum trúboðari skrivaði hann 270 kristiligar hugleiðingar í 14. September og
allar eru endurprentaðar í Sosialinum. 95 av hugleiðingum komu út í bókini »Sáðkorn«.
Hvat tí skrivliga viðvíkur hevur hann gjørt mest við at týða andaligar bøkur hjá
C. O. Rocenius, Hugo Odeberg, Øivind Andersen, Erik Pontoppidan og Carl Fr.
Wisløff. hesar týðingar vórðu av fyrstan tíð skrivaðar til Kirkjuligt Missiónsblað,
sum hann stjórnaði sjálvurannar í umleið 30 ár.

Maud og Esmar búðu í Gøtuborg frá 1952-1988, tá ið tey avgjørdu at flyta og
keyptu hús við Landavegin. Tey fingu 7 børn, harav 6 eru á lívi. Sámal Andrias,
Eliesar, Súni og Ruth búgva í Havn, Thordis býr í Vestmanna og Erling
býr í Keypmannahavn. Erling Marni, sum varð føddur í 1961, doyði bert nakrar dagar
gamal. Esmar og Maud hava tríggjar abba- og ommudøtur og tær eru Maud, Gudrun
og Siv.

Esmari verður ynskt hjartaliga tillukku við 80 ára føðingardegnum, sum hann
heldur saman við sínum nærmastu á Tjarnargarði, har hann hevur búð síðsta árið.