Virkna arbeiðslív sítt byrjaði Dánjal sum unglingi í kolaminunum í Rangabotni. Seinni koyrdi hann gravkýr, m.a. í sambandi við anlegsarbeiði til loranstøðina á eggjunum, SEV útbýggingina í Botni og við Hovsvøtn og tá útbyggingin fyri flakavirkið á Tvøroyri varð gjørd.
Í 1971 gjørdist Dánjal virkin í fakfelagsarbeiði sum nevndarlimur og skrivari í arbeiðsmannafelagnum Fylking á Tvøroyri, har hann var formaður í árunum 82-97. Í 1977 varð hann settur í starv sum stjóri á løngjaldsstovu Fylkingar, og røkti hann hetta í 20 ár.
Fyrsta fólkavalda starvið fekk Dánjal í 1959, tá hann varð valdur í líkningarnevndina á Tvøroyri. Í hesum virkaði hann til 1980 og var formaður frá 1969.
Dánjal varð fyrstu ferð valdur býráðslimur á Tvøroyri í 77, og røkti hann hetta starvið í samanlagt 24 ár- harav var hann borgarstjóri frá 1985- 1992.
Í Froðbiar sóknar javnaðarfelag var Dánjal nevndarlimur í 45 ár, av hesum var hann formaður í 12 ár.
Hugsjónarliga og politiskt er Dánjal kendur frá stríðnum fyri sosialum rættvísi. Her var avgjørda hugsan hansara at arbeiðarastættin, bæði beinleiðis og gjøgnum politisku umboðan sína, átti sín lutvísa part í bæði vinnutólum og harav skaptum vinningi. Henda sannføringin sermerkti vinnulívið á Tvøroyri, øll tey árini hann og javnlíkar hansara ráddu fyri borgum. Tá tað privata gavst á fótum, fingu teir, frá vanliga borgaranum, til vega partapening og lótu byggja flakavirki og trolarar, sum øll kreppuárini veittu tvøraborgarum ríkar vinnumøguleikar.
Sum blaðungur gjørdist Dánjal andaliga virkin, og Gudstrúgvin og samfelag teirra Heilagu hevur verðið ein grundleggjandi partur av lívinum, ein partur, sum skilliga sæst aftur í fótasporum hansara.
Dánjal giftist í 1949 Aslaug, sum hevur verið honum ein trúgvur stuðul øll hesi mongu ár. Tey eiga 4 børn, Petur Karl, Bjørg, Jenis, og Varnu. Abbabørnini eru 7.
Føðingardagurin verður hildin í samkomuhúsinum Salem á Tvøroyri frá kl. 19.00 hóskvøldið. Har eru øll vælkomin at heilsa Dánjali.