Fraklandi byrjar fyrsta dagin, og fleiri av føroysku liðunum sleppa heldur ikki í summarfrí. Eitt nú skulu bæði høvuðsstaðarliðini spæla altjóða dyst á ólavsøku, og tað verður helst fyrstu ferð, at besta [...] eina viku á Norðoyastevnu í Klaksvík. Kappingin hjá 10-mannaførum, sum hevur størsta áhugan millum fólk, sær út til at gerast spennandi í ár, og Sosialurin fer eisini at fylgja við teimum eins og øllum [...] fótbólti er saman við olympisku leikunum heimsins størsta ítróttarkapping, og eisini í Føroyum fara fólk ivaleyst at sita nógv frammanfyri skíggjunum tann mánaðin, kappingin stendur á. ANNARS vóna vit eisini
at tað nú fer at ganga skjótari við samráðingunum um markið. Nýggi formaðurin í Uttanlandsnevndini, Jóannes Eidesgaard sigur somuleiðis við blaðið, at hesar samráðingar mugu fáa hægri prioritet. Nú eru gingin [...] Harvið er ikki sagt, at føroyingar skulu til at slaka og ganga burtur frá kravinum um miðlinjumark. Spurningurin er at fáa tann neyðuga dynamikkin inn aftur í samráðingarnar, nú undanfarni løgmaður líkasum hevði [...] kom fólkatingsvalið og so løgtingsvalið og nú er so fólkaatkvøða í Danmark um Amsterdamtraktatina. Hetta hevur gjørt, at enn er einki gjørt. SPURNINGURIN er nú, hvat landsstýrið ætlar at gera. Eftir okkara
ka andan, at so lítil flokkur sum sjálvstýrisflokkurin fær so stóra ávirkan og umboðan, fara vit - nú samgongan er skipað - kortini at vóna, at landsstýrið fer at reka ein politikk, ið er í tráð við fólksins [...] tykki er tað týdningarmikið, at javnaðarflokkurin serliga verður við í teimum samráðingum, sum skjótt skulu vera við stjórnina. HÓAST vit í prinsippinum halda tað vera skeivt við so nógvum landsstýrismonnum [...] nýggj málsøki. Í fyrstu atløgu kann tað tykjast løgið at hava ein landsstýrismann burturav til oljumál, nú ein komandi føroysk oljuvinna - um nøkur verður - liggur langt frammi í tíðini. Hinvegin halda vit
NÚ øll roknaðu við, at samgongan var í pottinum, hendi tað, sum ikki eigur at henda, nevniliga at flokkar, sum semjast um politikkin, ikki kunnu semjast um málsøkini og persónarnar. Hóast hetta er hent [...] hann ofraði partamann sín í Vágum fyri at ganga ultimativa kravi fólkafloksins á møti. SPURNINGURIN nú er, um krav fólkafloksins eisini er ultimativt. Tað vilja komandi dagarnir vísa. Helst er talan um [...] tigandi skaranum av fólkafloksfólki, sum inntil sunnudagin, tá Anfinn fór í útvarpið og royndi at sissa fólk, hevur tagt. EFTIR okkara tykki hevði besti trumfurin á sjálvstýr-isleið verið samgonga við javna
Hann og undanmenn hansara skulu vita, at vit í Føroyum eru vorðin so góð við alt tað, sum m.a. tit hava kunna tilført hesum samfelagnum at livandi mentan úr umheiminum. Tit skulu vita, at tit við tykkara [...] lond og onnur fólk skapa og standa fyri. Í okkara hugaheimi er ein av kjarnunum við Norðurlandahúsinum nettup hetta at skapa virðing millum listarfólk, millum stættir, millum lond og millum fólk. Álit, toleransa [...] TILLUKKU og nógv góðynski framyvir. Føðingardagsbarnið, sum hevur traðkað sínar barnaskógvar og nú er at meta sum ein unglingi, er Norðurlandahúsið. Fimtan ár á baki er einki at tosa um, men tá hugsað
orðaskifti um hesar spurningar. Ein ítøkiligur spurningur er m.a., hvussu vit skulu skipa okkum við føroyskum oljufeløgum. Skulu vit hava fleiri privat og eitt alment felag og hvussu ætla vit, at hesi skula [...] vinnu og annars hugsar sær útbýtið frá hesi vinnu! OG hvat ætla vit við eitt nú spurninginum um útgerðarhavn. Her er neyðugt longu nú at stinga út í kortið, hvar í landinum hon skal vera. Skal tað vera vinnan [...] innihaldið í tí, sum sagt verður, í slíkari sjónvarpssending. At tað eisini eru so nógvir flokkar, sum skulu sleppa framat ger, at torført er at fáa nakað veruligt orðaskifti. ORÐASKIFTIÐ um vinnumálini snúði
SJÁLVANDI skulu danskir politikarar hava loyvi at siga sína hugsan um føroyingar og Føroyar. Bæði uppá gott og ilt. Vit liva í einum frælsum og demokratiskum samfelag, og partur av tí almenna orðaskiftinum [...] og hasum. MEN atfinningar valdast. Konstruktivar atfinningar og viðmerkingar eru væl tað, ið vanlig fólk vænta at hoyra og síggja frá serstakliga framstandandi politikarum og ikki minst frá formonnum í flokkum [...] Leggið til merkis, at hon tosar ikki um ella við føroyskar politikarar. Adressa hennara er Føroya fólk ......de færinger.... OG tá tú so veit, at formaðurin í CD sjáldan byggir síni úttalilsi á nakra eksakta
NÝGGJA sjálvstýrislandsstýrið hevur nú rátt fyri borgum í skjótt tveir mánaðir og ein kann siga, at vit so spakuliga byrja at hóma konturarnar til eina mynd. Tungu dreingir tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal [...] út í kortið karmarnar og skal landsstýrið til at fylla teir út. Eftir øllum at døma verður tað longu nú arbeitt miðvíst at leggja lunnar undir ein útvikling,ið einaferð í framtíðini skal staðfesta Føroyar [...] di, so er neyðugt, at landsstýrið leggur allar upplýsingar fram. Tað er eisini neyðugt, at sakkøn fólk á øllum økjum í samfelagnum, leggja sína vitan fram fyri almenningin. Og tað er neyðugt, at andstøðan
i. NÚ tað verður kunngjørt, at útgerðarhavnir skulu vera kring landið, eru tað helst mong, sum hugsa, at nú eru vit føroyingar aftur við at gerast ørir. Fyrr var tað flakavirki á hvørjum tanga, nú eitur [...] vera við at gera stóríløgur enn. Tær skulu ikki gerast enn kortini, tí leitifasan krevur tað ikki. Men harfyri kunnu vit politiskt tosa um, hvat er best fyri land og fólk og ikki minst, hvat er best fyri okkara [...] okkum brúka verandi gongd til nakað positivt og ikki bara fara á bakbeinini, yppa øksl og hugsa, at nú eru vit við at endurtaka gamlar syndir aftur. Hvat við at taka núverandi gongdina sum eitt sunnheitstekin
sær í gøtunum hesi vøkru kvøldini: Hjá teimum tykist framtíðin opin og ljós. Floygdu pisurinar eru nú til dystin fús at fara víðari út í lívið - undir lesnað her á landi ella úti í heimi, og vit kunnu [...] fyri stuðulin. Tí var hetta broytt, tá føroyska stuðulsskipanin varð sett í gildi við blokkstuðlinum: Nú fingu øll somu upphædd. Einasti munur var, um tú búði heima hjá foreldrum ella fyri teg sjálvan, ella [...] ferðaútreiðslur hann hevur av at ferðast millum heim og skúla. Málið skal sjálvandi vera, at øll skulu hava sama møguleika til útbúgving - líka mikið hvar í landinum tey búgva - ella hvussu væl fyri familjan