merkja, at heiðurin er ein trygd fyri framgongd. Vikuskiftis Sosialurin kemur á gøtuna í Havn í dag og kring landið í morgin. [...] Í Vikuskiftis Sosialinum í dag kanst tú lesa eitt stórt Vinnutema, nú Vinnudagurin er á skránni. Millum annað kanst tú lesa stóra samrøðu við Dunga Jákup. Millum annað kann lesast um hættisligu støðuna [...] støðuna, tá ið Varðin var ávegis í fútarættin, men slapp við skrekkinum í evstu løtu. Tú kanst eisini lesa um, at tær fyritøkur, sum seinastu árini hava vunnið heiðurin sum ársins virki, ikki neyðturviliga merkja
Kór Langholtskirkju vitjar í Føroyum í sambandi við kórstevnuna í Havn. Kórleiðarin, Jón Steffanson, er íslendski »pápi« Eivør. Tað var hjá honum og konuni, Eivør búði, tá hon sum 16 ára
komandi, 18. juli, til mikudagin 20. juli hevur Ludvík Breckmann listaframsýning í Laðahúsinum við Áarvegin í Havn (í hølunum, har Kjallarin fyrr var, yvir av Café Natúr). Sýningin letur upp við fernisering [...] fram hesaferð, harav tey flestu eru málningar í olju og akryl, og nakrar vatnlitstekningar. Hetta er tann fimta listaframsýningin, Ludvík hevur luttikið í, harav tvær ferðir einsamallur við egnum verkum
kendur fyri at seta lív í, so tað skal ikki standa á. Leygarkvøldið 19. desember spæla Villmenn til góðan dans. Villmenninir har vestri frá eru sera kendir og vælumtóktir í Havn og aðrastani og teir plaga [...] Klaksvíkin verður karmur um góðan vágasound í vikuskiftinum. Fríggjakvøldið 18. desember verður góður livandi tónleikur við Sámal Ravnsfjall og Una Debes uppi á loftinum í Club 700. Niðri undir verður Diskotek [...] plaga at duga væl at fáa lív í.
Í januar 1975 tóku 18 maskinmeistarar prógv á Maskinskúlanum í Havn. Aftara rað, f.v.: Jóhan P. Abrahamsen, Strendur, Súni Abrahamsen, Oyndarfjørður, Pætur Debes, Tórshavn, Regin Djurhuus, Hvítanes, Óli
Herbergið verður í gamla bygninginum hjá ?Kagganum? á Dalavegi í Havn Í dag er ein sannur hátíðardagur hjá Frelsunarherinum. Klárt verður nú at taka tað nýggja Herbergið í nýtslu. Hølini vóru í mong ár kend [...] Herberginum á Dalavegi byrjar við einari samkomu í hølunum hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum Fara at taka lut. Aftaná verður
Í dag verður føroyskt felag fyri fjepparar hjá Manchester United ætlandi sett á stovn. Hetta hendir í Café Hattrick í Bowlinghøllini í Havn, har stovnandi aðalfundur skal haldast klokkan 17.30. Ein roynd [...] men hóast nóg mikið av fjepparum eru, so fekk felagið ongan tíð tað skap, sum ætlandi skuldi verða. Í summar varð ein áhugabólkur settur at gera fyrireikandi arbeiðið til slíkt felag, og nú er hetta arbeiðið
Í Hirtsals er so nógvur vindur í løtuni, at Norrøna slapp ikki at, tá hon kom við 900 ferðafólkum til Danmarkar í morgun. Tað er nógvur vindur beint av norði, og tá kunnu verða trupulleikar í havnini [...] havnini í Hirtshals, sum annars er ein sera veðurgóð havn, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line. Hann væntar tó, at Norrøna sleppur at hvørja løtu, og at seinkingin verður umleið ein tíma. Vit taka
Hósdagin 3. mai verður konsert á Vaglinum í Havn. Konsertin, sum er ókeypis, byrjar klokkan 19 og endar klokkan 23. Fleiri bólkar fara at spæla og ætlanin er, at konsertin skal verða fjølbroytt og tískil [...] allar aldursbólkar, sigur Býráðið Borð og benkur verða sett upp á økinum við Býráðsalin, Ráðhúsið og í Tinghúsgarðinum, og møguleiki verður at keypa sær kaffi/te, pannukøkur, pylsur og sodavatn. Fyribils
Fuglafjørður: Rættiliga nógv virksemi er framvegis við Fuglafjarðar Havn. Apríl mánaður royndist sera væl, tá skipavitjanirnar vóru omanfyri miðal. Íalt vóru 71 vitjanir, harav 37 teirra vóru útlendskar [...] sum kom úr Kyrrahavinum umvegis Panamakanalina, og gasstangaskipinum JENNY N, sum kom úr Houston í USA. Hetta skipið er 204 metrar langt. Bæði skipini bunkraðu tungolju til egið brúk frá Effo Bunkers