Nýggja Herbergið verður tikið í nýtslu

Nýggja Herbergið verður í gamla bygninginum hjá ?Kagganum? á Dalavegi í Havn Í dag er ein sannur hátíðardagur hjá Frelsunarherinum. Klárt verður nú at taka tað nýggja Herbergið í nýtslu. Hølini vóru í mong ár kend, sum heimstaðurin hjá frítíðarfelagnum ?Kagganum?.

Vígslan av nýggja Herberginum á Dalavegi byrjar við einari samkomu í hølunum hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum

Fara at taka lut.

Aftaná verður so skrúðgonga niðan á Dalaveg 1, har heimið verður vígt. Aftaná verður almenn móttøka til kl. 18.

Útvarpsrásin ?Lindin? sendir beinleiðis frá hátíðarhaldinum.