Heiðurskonsert í Gøtu kirkju

Sunnudagin klokkan 16 hev­ur Kór Langholtskirkju kon­sert í Gøtu kirkju. Konsertin er ein minn­ing­ar­kon­s­ert fyri Páll Jacobsen, pápa Ei­vør Páls­dótt­ir, sum doyði her­fyri.

Kór Langholtskirkju vitj­ar í Før­oy­um í sam­bandi við kór­stevn­una í Havn. Kór­leið­ar­in, Jón Steff­an­son, er ís­lendski »pápi« Eivør. Tað var hjá hon­um og konuni, Ei­vør búði, tá hon sum 16 ára gom­ul fór til Íslands á fyrsta sinni.

Páll helt nógv av hesum fólk­um, sum so hegnisliga tóku sær av Eivør, og familjan er tí sera fegin og tekur tað sum eina stóra æru, at tey nú skipa feyri hesi konstini, Pálli til heið­urs.