Sýningin letur upp við fernisering kl. 14 mánadagin, og er hølið opið teir tríggjar sýnisdagarnar somu tíðir, frá kl. 2 til kl. 6, seinnapartin.
Ludvík sýnir eini 20 listaverk fram hesaferð, harav tey flestu eru málningar í olju og akryl, og nakrar vatnlitstekningar.
Hetta er tann fimta listaframsýningin, Ludvík hevur luttikið í, harav tvær ferðir einsamallur við egnum verkum.