Vágasound í Klaksvík um vikuskiftið

Klaksvíkin verður karmur um góðan vágasound í vikuskiftinum. Fríggjakvøldið 18. desember verður góður livandi tónleikur við

Sámal Ravnsfjall og Una Debes uppi á

loftinum í Club 700. Niðri undir verður Diskotek við DJ-K1, har

hann m.a fer at spæla alt tað nýggjasta nýggja.

DJ-K1 er kendur fyri at seta lív í, so tað skal ikki standa á.

Leygarkvøldið 19. desember spæla Villmenn til góðan dans.

Villmenninir har vestri frá eru sera kendir og vælumtóktir í Havn

og aðrastani og teir plaga at duga væl at fáa lív í.