Fuglafjørður: - Nú hava vit endiliga fingið eitt amboð til at viðgera allar hesar mongu umsóknirnar, verður sagt úr kommununi. Eins og so mangar aðrar føroyskar kommunur, fær tann í Fuglafirði eisini ein [...] verið mett nøktandi, sigur Mentanarnevndin í Fuglafirði. Á fundi í mars mánaði viðgjørdi nevndin eitt uppskot til nýggjan stuðulspolitikk, og á býráðsfundi í farna mánaði varð henda reglugerðin samtykt [...] ymisk góð og viðkomandi endamál. Trupulleikin hevur bert verið, at ein hevur ikki havt nakra mannagongd á hesum øki. Ella sum nevndin sjálvur tekur til: - Einasta stavnhald hjá nýggjum nevndum er møgulig siðvenja
urin besta boðið, nú tú við tíni atkvøðu skalt velja føroyskt umboð á fólkating. Tí hevur tað stóran týdning, at tú velur eina rødd á fólkating, ið er før fyri at umboða føroyingar á virðiligan hátt, so [...] einki endamál. Hinvegin vilja vit brúka henda felagsskap sum eitt amboð, ið alsamt skapar menning og møguleikar, so tað verður liviligt hjá øllum í landi okkara. At sita á fólkatingi snýr seg ikki um at [...] so ávirkan fæst á alt tað, sum hevur týdning fyri Føroyar og føroyingar. Til tað er eingin betri enn eitt umboð frá Javnaðarflokkinum, ið eisini á fólkatingi vil arbeiða fyri tí besta fyri Føroya land
men landslagið líkist tí, vit kenna. Fyrsta bókin av teimum sjey er um tey bæði Polly og Digory, sum verða tveitt inn í ein annan og sera øðrvísi heim, tá tey ein dagin eru inni í arbeiðsrúminum hjá Andrew [...] Bókadeild Føroya lærarafelags hevur nú givið út bókina »Narnia 1, systursonur gandakallsins« eftir C.S Lewis. Theodor Hansen hevur týtt bókina, sum Pauline Bayes hevur myndprýtt. Søgurnar um Narnia verða [...] hesum heimi verða tey vavd inn í mangar trupulleikar, men tá tey hitta leyvuna Aslan fáa tey greiði á mongum, tey ikki áður hava skilt. C.S. Lewis, ið var pro-fessari í bókmentum og sera gudrøkin, livdi
slu á Tvøroyri. Ein vindmylla varð sett upp, og orkan varð seld til orkurisa Føroya, SEV. - Tá í tíðini vóru nógvir tekniskir trupulleikar, og hóast verkætlanin peningaliga hevði borið seg, um vit høvdu [...] var niðurlagt, minnist Birgir Enni aftur. Birgir Enni kann eftir 26 árum fegnast um, at ferð nú er komið á nýggjar orkuframleiðsluhættir í Føroyum, ikki minst av umhvørvisvinarligum orsøkum. - Vindorka [...] gleðiligt og stuttligt stig, sp/f Røkt hevur tikið, sigur Birgir Enni glaður. Hann vísir á, at samanborið við 1977 er vitanin á økinum økt munandi, og tískil sleppur sp/f Røkt væntandi frá teimum trupulleikum
í nýggju frágreiðingini ” Føroyar á gáttini – vegurin til WTO” , sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi júst hevur givið út. Við hesi frágreiðing hevur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi sett sær fyri at lýsa eitt [...] og leiklutin hjá Føroyum á heimspallinum, sigur Sjúrður Skaale. Frágreiðingin fæst sum bóklingur, men kann eisini lesast í fullari longd á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, her: jaf.fo/u [...] løgfrøðilig træta millum Føroyar og Danmark, ið hevur forðað Føroyum í at søkja um limaskap. Men nú eru glottar at hóma, tí ein serlig nevnd er sett, ið skal taka støðu til, um sjálvstøðugur føroyskur
So gloyma vit Brasil dystin, so bendur nógv á, at tað vera fá mál í finaluni millum tvey lið við stórum sjálvsáliti. Á pappírinum haldi eg, at Týskland hevur nógv sterkara hópin í løtuni, nú Angel Di Maria [...] at ivast í, at verjuparturin á argentinska liðnum er sterkur júst nú. Hinvegin hevur álopsspælið verið lítið at reypa av gjøgnum alla kappingina. Har hongur mest sum alt á Lionel Messi og so er spurningurin [...] finaluni móti Týsklandi? Messi hevur skorað fýra mál, men leikliga hevur hann ikki verið heilt á toppinum. Nú tosa tey flestu bara so fantastiskt um Týskland, tí teir í hálvfinaluni framdu kanska besta
í stýrið, men minnilutin heldur lítið um mannagondina í málinum, og á síðulinjuni stendur formaðurin í umboðsráðnum hjá SEV og vísir á røttu mannagongdina. Meirilutin í Havn vil hava Leiv Hansen í stýrið [...] í grundini ikki kann gera annað enn at velja umboðini í umboðsráðið. Á býráðsfundi hóskvøldið peikaði meirilutin í Tórhavnar býráð á fyrrverandi borgarstjóran í Havn, Leiv Hansen, meðan minnilutin mælti [...] slík mannagongd verður brúkt fyri at finna stýrislimir. Og fólk fóru at ivast í, um tað eru kommunustýrini, sum nú skulu velja stýrislimin í SEV. Men soleiðis er ikki. ? Tórshavnar býráð kann í grundini
Fyri eini tíð síðani, bóru vit á in.fo nýggjheitirnar um, at stórur áhugi var fyri fyrrverandi føroyska landsliðsleikaranum Súna Olsen. Súni Olsen greiddi tá frá, at ein sáttmáli væntandi fór at vera [...] heystfrítíðin var liðug. Les eisini: Stórur áhugi fyri Súna Olsen Men undirskriftin er drigin út. Tað er nú ein vika síðani at heystfrítíðin var av, men enn hevur Súni Olsen ikki skrivað undir nakrastaðni. Súni [...] Eg havi fingið eitt nýtt sáttmála uppskot frá Víkingi, sum eg enn ikki havi tikið støðu til. Har eru eisini onnur uppskot, sum eg skal taka støðu til. Tað ljóðaði leingi, at Súni Olsen var favorittur
til tvær undanfarin ár. - Lærarar og starvsfólk skúlans ynskja øllum vælkomnum á Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla. Vit vóna, at øll fáa eitt gott og gevandi kvøldskúlaaár við nógvum og góðum upplivingum [...] Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli bjóðar nú øllum vælkomnum til enn eitt kvøldskúlaaár við nógvum spennandi avbjóðingum og tilboðum innan handaliga, listarliga og bókliga økið. Seinasta skúlaaár [...] skúlaaár vóru tilmeldaðir 2.555 næmingar. Útboðið av staklærugreinum erí ár oman fyri 200, og av hesum eru fleiri enn 40 nýggjar lærugreinir. Fyri nøkrum árum síðani keypti kommunan gomlu sjónvarpsbygningarnar
hesum háttinum í útlandinum. Lagt verður aftrat, at tað er púra ókeypis at vera við í átakinum. - Vit eru sera væl nøgd við, at so mong hava tikið undir við hesum, og enn ber til at tilmelda seg. Fólk kunnu [...] Fleiri enn 800 fólk er nú tilmeldað nýggja roykiátakinum. Tað veit Fólkaheilsuráðið, sum stendur aftan fyri átakið, at siga. - Tað var fyri jól, at Fólkaheilsuráðið fór undir átakið at bjóða roykjarum [...] stuttum hjálpandi boðskapi, sum stuðlar honum í at halda fast við sína avgerð. Fólkaheilsuráðið vísir á, at soleiðis verður gjørt yvir tríggjar mánaðir, har boðini koma hvønn dag fyrstu fýra vikurnar og einaferð