Nú kemur kvøldskúlafaldarin

Kvøldskúlafaldarin verður borin í hvørt heim í Tórshavnar kommunu í morgin.

Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli bjóðar nú øllum vælkomnum til enn eitt kvøldskúlaaár við nógvum spennandi avbjóðingum og tilboðum innan handaliga, listarliga og bókliga økið.

Seinasta skúlaaár vóru tilmeldaðir 2.555 næmingar. Útboðið av staklærugreinum erí ár oman fyri 200, og av hesum eru fleiri enn 40 nýggjar lærugreinir. 

Fyri nøkrum árum síðani keypti kommunan gomlu sjónvarpsbygningarnar í Vørðsluni til kvøldskúla. Arbeiðið at umbyggja bygningarnar er byrjað, og í fyrsta byggistigi verða høli gjørd til veving og tónleik, sum Kvøldskúlin hevur.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at Kvøldskúlin fer framhaldandi at skipa fyri skeiðum í máli og mentan fyri fólki, sum ikki hava føroyskt sum móðurmaál. Útboðið verður eisini økt við framhaldsskeiðum innan økið.  

Aftur í ár fer kvøldskúlin at bjóða styttri skeið, vikuskiftisskeið, morgunskeið og seinnapartsskeið. Hetta verður fyrst og fremst gjørt, fyri at eldri fólk eisini kunnu fáa gleði av tilboðum skúlans.

Í ár verður bert ein tilmelding til kvøldskúlan, í mun til tvær undanfarin ár. 

- Lærarar og starvsfólk skúlans ynskja øllum vælkomnum á Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla. Vit vóna, at øll fáa eitt gott og gevandi kvøldskúlaaár við nógvum og góðum upplivingum, sigur Jógvan Sørin Hansen, skúlastjóri.