Gandaheimurin Narnia á føroyskum

Tíðindaskriv

Bókadeild Føroya lærarafelags hevur nú givið út bókina »Narnia 1, systursonur gandakallsins« eftir C.S Lewis. Theodor Hansen hevur týtt bókina, sum Pauline Bayes hevur myndprýtt.
Søgurnar um Narnia verða mettar at vera eitt høvuðsverk í ritverki høvundans, og Bókadeildin fer komandi fýra árini at geva út allar bøkurnar í bókarverkinum. Ætlanin er, at geva tvær bøkur út um árið.
Bøkurnar um Narnia fara fram í einum ævintýrheimi, hagar børnini verða førd, fyri at taka lut í stríðnum um tað góða og tað ónda; tað góða er umboðað av leyvuni Aslan, og tað ónda er umboðað av gívrini Jadis. Hurðin til heimin er ígjøgnum eitt skáp. Narnia hevur sína egnu tíðarrokning og alheim, men landslagið líkist tí, vit kenna. Fyrsta bókin av teimum sjey er um tey bæði Polly og Digory, sum verða tveitt inn í ein annan og sera øðrvísi heim, tá tey ein dagin eru inni í arbeiðsrúminum hjá Andrew morbróðuri. Í hesum heimi verða tey vavd inn í mangar trupulleikar, men tá tey hitta leyvuna Aslan fáa tey greiði á mongum, tey ikki áður hava skilt.
C.S. Lewis, ið var pro-fessari í bókmentum og sera gudrøkin, livdi í árunum 1898-1963; umframt bøkurnar um Narnia, ið hann skrivaði í árunum 1949-1956, skrivaði hann hópin av bókum tilk vaksin um bókmentir og heimsspeki.
Frammanundan er »Leyvan, gívurin og klædnaskápið« í føroyskari týðing. Bókin kemur út í nýggjari útgávu seinni í ár.
»Narnia 1 - Systursonur gandakallsins«, sum er vælegnað til tey 10-12 ára gomlu, er 20 bls., innbundin og kostar 180 kr. í bókabúðunum.