Fleiri enn 800 fólk er nú tilmeldað nýggja roykiátakinum.
Tað veit Fólkaheilsuráðið, sum stendur aftan fyri átakið, at siga.
- Tað var fyri jól, at Fólkaheilsuráðið fór undir átakið at bjóða roykjarum at melda seg til henda nýggja háttin at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan.
Lagt verður aftrat, at sonevndi X-roykjarin fær stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina.
- X-roykjarin fær eini sms boð dagliga við einum stuttum hjálpandi boðskapi, sum stuðlar honum í at halda fast við sína avgerð.
Fólkaheilsuráðið vísir á, at soleiðis verður gjørt yvir tríggjar mánaðir, har boðini koma hvønn dag fyrstu fýra vikurnar og einaferð um vikuna restina av tíðini.
- Góðar royndir hava verið við hesum háttinum í útlandinum.
Lagt verður aftrat, at tað er púra ókeypis at vera við í átakinum.
- Vit eru sera væl nøgd við, at so mong hava tikið undir við hesum, og enn ber til at tilmelda seg. Fólk kunnu framvegis melda seg til komandi hálva árið. Tú kanst soleiðis byrja, nær tað skal verða.
Fólk, sum kundu hugsað sær at luttikið, men sum enn ikki hava fingið hetta í lag, kunnu melda seg til við at senda eini sms-boð við tekstinum gevst til 1919.