Føroyum fyri at finna sponsorar og fyri at kunna um tiltakið. Teir stukku sum vera man eisini inn á gólvið í Miðlahúsið í Vágsbotni og greiddu frá spennandi ætlanunum. Fyrr var tað siður at halda ólavsøkuna [...] So vóru tað góð fólk, sum hildu tað vera eitt hugskot at halda eina veruliga ólavsøku, um ikki heilt at kopiera veruligu ólavsøkuna, so kortini at tríva í fleiri ymsar tættir av henni so sum setan og skrúð [...] sigling , kappróður, føroyskan dans, sjónleik, midnáttarsang og fýrverk. Vit vóna, at ólavsøkan her er komin fyri at verða, og at vit kunnu savna so nógvar herbúgvandi føroyingar og eisini ferðandi føroyingar
møguleikarnar at flúgva á Føroyaleiðini, og niðurstøðan var, at tað kundi lata seg gera, um rætt varð borið at. - Vit skuldu hava flogfar, sum var egnað til Føroyaleiðini. Harafturat ynsktu vit, at flogfarið [...] ikið at bera seg rætt at. - Eg kann nevna ein lista við tíggju punktum yvir, hvussu man skal bera seg at. Faroejet gloymdi tvey tey týdningarmestu punktini, vísir stjórin á. Fyrsta punktið er at selja [...] tað kom enntá so langt, at tey fingu grønt ljós frá myndugleikunum um at flúgva. Men samráðingarnar duttu niðurfyri av ymsum orsøkum. Millum annað kom Fønix-gølan, sum gjørdi at føroysku íleggjararnir fingu
romantikkur at skula til at varðveita alt, sum tað hevur verið, tá tað nú ikki eydnast at hava nøkur vinnuhjól gangandi og harvið at hava fólk búgvandi í útoyggj. Hesum eru vit ikki samd í, tó at tað er okkara [...] ivast eina løtu í, at tað hevur alstóran týdning fyri okkum øll, fyri okkum sum tjóð og samfelag, at útoyggjarnar verða varðveittar sum búsetingarpláss. Og øll síggja vit heldur enn fegin, at okkurt skilagott [...] ábyrgdina verður ikki okkurt gjørt fyri at venda gongdini. Rætt er at politikarar hava ábyrgdina av nógvum í hesum samfelag, men vit mugu heldur ikki detta í ta grøvina bara at gera teimum skyldina og ábyrgdina
førleikar fyri at lýsa hetta evnið hvør út frá sínum sjónarhorni. Á hendan hátt vóna vit at hava sett eitt orðaskifti í gongd, summ kann vera við til at motivera gomul eins væl og yngri til at umhugsa sín [...] samtykti sosiala nevnd hjá kommununi í 1996 at seta ein arbeiðsbólk, hvørs arbeiðssetningur var at koma við uppskoti um, hvønn eldrapolitikk kommunan eigur at føra. Og í sambandi við »Altjóða eldraárið« [...] meginreglunum hjá ST. Høvuðsboðskapurin hjá ST er, at øll lond eiga at stremba eftir einum samfelag fyri allar aldursbólkar. ST áleggur heimsins stjórnum at taka niðan fyri standandi meginreglur til eftirtektar
hava fingið at vita at tað loysir seg ikki hjá teimum. Tey hava verið ov stutt til arbeiðis til, at tað fer at geva nakað, er sagt fyri teimum. Emma Poulsen og Dánial Jákup Toftum eru bæði 17 ára gomul [...] Vestmanna er so einki at finna, sigur Emma. Hon hevur spurt seg fyri hjá Føroya Fiskavirking, men hevur fingið at vita, at har er listin rættiliga langur, so har sær hon ongar møguleikar fyri at sleppa upp í part [...] Jákup ætla sær at finna annað arbeiði, nú Atlantis letur aftur. Men tað verður neyvan í Vestmanna, ásanna tey. At fara upp í ALS skipanina ætlar hvørgin teirra. ALS ætla tey sær ikki at søkja, tí tey hava
ásannar, at valið av evnum til tær ymsu valsendingarnar kundi verið øðrvísi. Hann vísir eitt nú á, at tað var heldur óheppið, at politikarar úr Norðoyggjum skuldu kjakast um sjúkrahúsið í Klaksvík, og at valevni [...] sendingarnar var, at fleiri av valevnunum vóru ógvuliga illa fyrireikað til hesar sendingarnar. ? Tað, sum eg undrist stórliga á, er, at tað kemur óvart á teir føroysku flokkarnir í ár 2004, at sjónvarpið hevur [...] tíðin er komin at ásanna, hvussu týðandi sjónvarpið er í hesum døgum, sigur Øssur Winthereig. ? Tað kann tó vera eitt sindur órættvíst fyri summi valevni, at tey ikki duga serliga væl at hyggja inn í eina
helst far at verða Tórsvøllur, sum tá verður nýttur sum undirlag. Og her má so sigast, at føroyska sendinevndin hevur havt hepnið við sær. Tað ber neyvan til at ímynda sær, at Føroyar sum so fara at skala [...] hetta eisini tað, sum lá í kortunum, men at enda máttu Føroyar tó boyggja seg fyri øðrum ynskjum. Tí varð úrslitið at enda, at tað bert verður tað einu ferðina, at Føroyar skulu á dupultferð uttan fyri [...] størri mun eydnaðist at samskipa útidystirnar, soleiðis at ferðaútreiðslurnar til hesar kundu haldast so lágt sum gjørligt. Ikki minst høvdu føroysku umboðini í hyggju at fáa ferðirnar til Cypros og Ísrael
undirvísing? ? Eg royni at birta teimum hugin at halda fram sjálv, eftir at stevnan er lokin. Men tað er torført hjá teimum at mennast, tí tilboðini til teirra eru alt ov fá. Tað átti at verið nógv fleiri tilboð [...] luttakarunum. »Eg havi altíð elskað alt, sum hevur við list og serliga tónleik at gera. Eg helt, at listastevnan var ein góður møguleiki at læra okkurt nýtt og fáa íblástur«, sigur hon. Tá var hon tilmeldað sj [...] okkurt burturúr, tá hon nú, 3 ár seinni, hevur valt at traðka til sum leiðari av einum verkstaði. Hóast hennara leiklutur hesuferð er at syrgja fyri, at stevnuluttakararnir fáa sum mest burturúr, sigur hon
vit til at seta ljóskastaran á hetta eina økið serstakliga, sum jú er fyritreytin undir øllum hinum: hvussu fáa vit kapital til at seta í gongd, til at granska og til at fullføra! Hetta eigur at vera eitt [...] privat í Føroyum eiga at arbeiða við og hugsa um. Tí avgjørdi veruleikin er, at vit hava ikki ráð at lata vera. So tá vit hava havt eitt stýri, sum hevur lagt alstóran dent á at menna nýggjar vinnur sum [...] stóra og ríka tilfeingi, eigur at fáa tey, sum púra hava mist vónina, at hugsa seg um aftur. Tí her liggja í veruleikanum ófatiliga stórir møguleikar. Tað ræður "bara" um at síggja teir, kanna (granska)
tó einki at ivast í, at eg ætli mær onkra ferðina sum 12. maður. Eg fari í øllum førum altíð at fylgja spentur við, hvussu tað gongst landsliðnum, sigur ein mest sum sorgblíður John Petersen at enda. Og [...] eina tíð, men tað var ikki fyrr enn nú, at Henrik Larsen fekk boðini. John Petersen, sum í næstum flytur til Danmarkar at búgva, hevur gjørt upp við seg sjálvan, at hann gevst á landsliðnum, tá dysturin [...] Og hann leggur dent á, at góðu løturnar við landsliðnum ikki eru av, fyri tað um hann nú gevst. - Eg flyti sum sagt niður, og so komii eg ikki at hava nakrar serliga umstøður til at gera nóg nógv við fótbóltin