Oddagrein· Útoyggjar

Nú um dagarnar var áhugaverd ráðstevna um støðuna hjá útoyggjunum. Niðurstøðan er greið: verður ikki okkurt ítøkiligt gjørt frá almennari síðu til tess at varðveita og menna útoyggjarnar, so verða tær skjótt søga.

Neyvan nakar føroyingur ivast eina løtu í, at tað hevur alstóran týdning fyri okkum øll, fyri okkum sum tjóð og samfelag, at útoyggjarnar verða varðveittar sum búsetingarpláss. Og øll síggja vit heldur enn fegin, at okkurt skilagott verður gjørt til tess at røkka hesum máli. Spurningurin er bara: hvør skal gera hvat og hvussu skal tað gerast.

Tað er vorðið til eitt herróp hjá øllum: at útoyggjarnar mugu ikki doyggja út. Og aftur og aftur verður so víst til politikararnar og tey stýrandi: tey hava ábyrgdina verður ikki okkurt gjørt fyri at venda gongdini. Rætt er at politikarar hava ábyrgdina av nógvum í hesum samfelag, men vit mugu heldur ikki detta í ta grøvina bara at gera teimum skyldina og ábyrgdina av øllum, ið ikki gongur, sum vit halda, at tað átti. Hetta má vera nakað, sum vit eru felags um, tey, sum búgva í útoyggj, lokalpolitikararnir og landspolitikararnir og vinnulívið, ja entá mentanarlívið.

Onkur vil halda, at tað er tann beri romantikkur at skula til at varðveita alt, sum tað hevur verið, tá tað nú ikki eydnast at hava nøkur vinnuhjól gangandi og harvið at hava fólk búgvandi í útoyggj. Hesum eru vit ikki samd í, tó at tað er okkara áskoðan, at vit mugu eisini fyrihalda okkum realistiskt í hesum álvaramáli.

Royndirnar hava jú víst, hvussu torført tað er at kunna liva upp til ynskini um at varðveita og menna útoyggjarnar. Vit hava nú í mong ár havt sera góðar tíðir í Føroyum og vit hava havt eitt stýri, sum í orð og tal hevur gjørt nógv burtur úr hesum. Kortið er lítið ítøkiligt hent. Nú hetta stýrið er farið frá og eitt nýtt hevur tikið við, verður so aftur tosað um, hví tað verður gjørt so lítið frá politiskari síðu. Nýggja stýrið hevur so tann trupulleika, sum tað undanfarna ikki hevði í sama mun: fíggjarliga orkan er sera nógv skerd. Tey, sum nú seta hesum landsstýrinum stór krøv í so máta, mugu eisini taka í egnan barm og spyrja: hví var ikki meira gjørt av teimum, sum settu útoyggjarnar á dagsskránna og sum høvdu nokk av pengum, ja so mikið, at ráðiligt var at skerja blokkin úr Danmark við nærum 400 mió. kr! Ein kann vera bakklókur og spyrja: hví brúkti man ikki heldur hesar mongu mió. til eitt slag av menningarhjálp til útoyggjarnar!

Vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan, og hann er í dag tann, at peningaliga rásarúmið er ógvuliga avmarkað. Men kanska átti hetta landsstýrið kortini at lagt lunnar undir einum grunni, sum skal geva útoyggjunum menningarhjálp. Tað var so ein byrjan. Og so kunnu vit tjakast um, hvat henda hjálpin skal brúkast til. Og hví tekur ikki onkur stig til onkra verkætlan til vinnuliga førleikamenning.! Har liggja (olju) pengarnir "bara" og bíða. Lat okkum koma ráðaloysinum til lívs.

Sosialurin