Frálíka sendingin í Útvarpi Føroya týskvøldið um nýggju røkurnar í fiskivinnuni, um gransking og framtíðar troytan av okkara stóra og ríka tilfeingi, eigur at fáa tey, sum púra hava mist vónina, at hugsa seg um aftur. Tí her liggja í veruleikanum ófatiliga stórir møguleikar. Tað ræður "bara" um at síggja teir, kanna (granska) teir og troyta teir. Tað ræður um vilja, dirvi, kunning, royndir og so eisini trúgv og síðani pengar. Nettupp hetta við pengum er kanska tað torførasta, og tí mugu vit til at seta ljóskastaran á hetta eina økið serstakliga, sum jú er fyritreytin undir øllum hinum: hvussu fáa vit kapital til at seta í gongd, til at granska og til at fullføra! Hetta eigur at vera eitt tað mesta umráðandi málið, sum bæði almenn og privat í Føroyum eiga at arbeiða við og hugsa um. Tí avgjørdi veruleikin er, at vit hava ikki ráð at lata vera.
So tá vit hava havt eitt stýri, sum hevur lagt alstóran dent á at menna nýggjar vinnur sum KT og vit hava fingið eitt nýtt stýri við einum løgmanni, sum undir øllum valstríðnum legði størsta dentin á nettupp hetta sama: at menna vinnuna uppá longri sikt og harvið eisini økja um granskingina, so skuldi verið lagamanni, tá skuldu tær politisku barrierurnar verið burtur, tá skuldi borið til at arbeitt uppá tvørs av flokspolitiskum forðingum. Tí skal tað vera vón okkara, at øll tann politiska skipanin tekur saman hendur við privata vinnulívinum og góðum kreftum í útlandinum um at raðfesta hægst framtíðar granskingina, sum skal føra til nýggj arbeiðspláss og meirvirði úr okkara verandi tilfeingi.
ÚF sendingin viðgjørdi høvdavirkið í Lorvík og víðari ætlaninar hjá Atlantic Marine Products. Eitt virki, sum fremur nýhugsan og leitar á nýggjar marknaðir. Eitt felag, sum á høgum støði vil hava uppaftur meira burtur úr tí vit longu eiga frammanundan, fiskinum. Men ein forðing er: kapitalur. Her má vend koma í. Vit hava longu sæð tað almenna taka nýggj tøk, t.d. granskingarætlanin hjá Fiskimálaráðnum. Frálíkt. Men hetta er ikki nokk. Vit mugu og skulu hava uppaftur meira kapital til at koma víðari. Eitt uppskot kundi verið, at peningurin til førleikamenning frá oljuvinnuni, eisini varð brúktur til gransking á fiskivinnuøkinum, umframt at hann eisini kom mentanini til góðar. Mentan og vinna eiga og skulu fylgjast at, tí tey eru eitt og tað sama í samfelagsmmenningini, sum bæði verslig og andalig. Sjálvandi skulu vit førleikamenna okkum til eina komandi oljuframtíð. Tað gera vit longu. Men hví ikki stovna ein grunn, sum kann stuðla "íløgum" í framtíðina, ein grunn, har almennir, privatir og oljupengar í felag eru við til at styrkja okkara høvuðsbein, fiskivinnuna, meðan vit arbeiða fram ímóti at fáa hitt beinið, eina oljuvinnu, fast undir fótum.
Sosialurin