Fyrra vár vóru ítøkiligar ætlanir um at stovna eitt nýtt føroyskt flogfelag. Danska flogfelagið Danish Air Transport, stytt DAT, var millum stigtakararnar. Felagið hevði gjørt nakrar royndartúrar á jólum 2004 fyri at kanna møguleikarnar at flúgva á Føroyaleiðini, og niðurstøðan var, at tað kundi lata seg gera, um rætt varð borið at.
- Vit skuldu hava flogfar, sum var egnað til Føroyaleiðini. Harafturat ynsktu vit, at flogfarið ikki einans skuldi flúgva millum Føroyar og Danmark, sigur stjórin í DAT, Jesper Rungholm.
Danska flogfelagið hevði realistiskar samráðingar við fleiri føroyskar íleggjarar, og tað kom enntá so langt, at tey fingu grønt ljós frá myndugleikunum um at flúgva. Men samráðingarnar duttu niðurfyri av ymsum orsøkum. Millum annað kom Fønix-gølan, sum gjørdi at føroysku íleggjararnir fingu kaldar føtur.
- Fleiri av íleggjarunum mistu nógvan pening, tá íleggjarafelagið Fønix fór á heysin, og so datt alt niðurfyri, sigur stjórin í DAT, sum ikki vil upplýsa, hvørjir hesir føroysku íleggjararnir vóru.
Faroejet gjørt grundleggjandi villur
Flogfelagið, sum ongantíð bleiv til nakað, fekk fleiri navnauppskot. Ta einas uppskotið ð kom frá DAT-stjóranum. Navnið var Faroejet.
- Tað var eg, sum kom við hugskotinum um at kalla felagið fyri Faroejet. Felagið datt gott nokk niðurfyri, men navnið bleiv so veruleiki, heldur Jesper Rungholm skemtiliga fyri.
Hann hevur ongantíð ivast í, at marknaður er fyri tveimum feløgum á Føroyaleiðini. Men skuldi eitt nýtt felag taka kappingina upp við Atlantic Airways, so var sera týdningarmikið at bera seg rætt at.
- Eg kann nevna ein lista við tíggju punktum yvir, hvussu man skal bera seg at. Faroejet gloymdi tvey tey týdningarmestu punktini, vísir stjórin á.
Fyrsta punktið er at selja ferðaseðlar í góðari tíð. Helst eitt hálvt ár áðrenn. So var ikki hjá Faroejet. Næsta punktið er at gera fastar loyalitetsavtalur við føroyska vinnulívið og møguliga tað almenna.
- Fólk gloyma skjótt. Kann vera, at fólk eru sera takksom fyri, at eitt nýtt flogfelag brýtur monopolstøðuna og gevur bíligari ferðaseðlar. Men tað er ikki meir enn ein spurningur um tíð, áðrenn hitt flogfelagið eisini lækkar sínar prísir og sostatt heldur fast við síni viðskiftafólk, heldur Jesper Rungholm.
DAT givið upp í Føroyum
Jesper Rungholm samanber støðuna við Bornholm-leiðina. Kimber Air hevði monopol, og prísurin var høgur. Fyri einum ári síðani tók DAT kappingina upp við dupult so lágum prísum. Kimber Air lækkaði sínar prísir næstan samsvarandi og helt sostatt fast í síni sterku støðu sum ráðandi á leiðini.
- Fólk vóru takksom fyri, at vit komu inn og fingu lækkað prísirnar, men meirilutin flýgur framvegis við Kimber Air, vísir Jesper Rungholm á.
Jesper Rungholm væntar ikki, at DAT fer at gera seg galdandi á Føroyaleiðini aftur.
- Tíðin er gingin undan. Vit høvdu eitt skot i byrsuni, og tað hava vit brúkt., sigur Jesper Rungholm at enda.