silvurplássi. KÍ er trý stig aftanfyri Víking, sum hevur nógv betri málmun enn klaksvíkingar. Tað er sostatt ikki staðfest, at Víkingur verður meistari, og víkingarnir vilja ikki hoyra talan um, at teir eru [...] av í Sarpugerði, og tá er avbjóðingin hjá okkum at vera við til at gera hetta til minnisríkan dyst, sigur EB/Streyma venjarin Heðin Askham. Niels Pauli Danielsen hjá ÍF fegnast um sigurin ímóti fyrrverandi [...] legan er brynjað til FM fagnaðin, men hann verður av ongum ídag. Tað verður ikki fyrrenn leygardagin, at Víkingur verður meistari. Teoretiski møguleikin fyri, at FM heitið skal gleppa hjá Víkingi er, at
plássið í bestu deildini, og tað er sætta plássið, sum stendur uppá spæl í dag og leygardagin, tá ið EB/Streymur skal spæla í Sarpugerði. -Vit fegnast um, at tað eydnaðist at venda 0-2 til 3-2 á útivølli [...] yngru deildunum. Vit fáa ikki sagt so nógv um, hvussu tað verður við besta liðnum, tí vit tosa við venjara og spælarar, sigur Leif Andre Eliasen hjá ÍF. Tað er okkurt, sum bendir á, at onkrir av stuðul [...] Jakobsen, og so er tað danski málverjin Henrik Lindhardt Jensen. -Tað hevur týdning fyri fyrireikingarnar til næsta ár, at tað fer at hilnast betri í tveimum teimum síðstu umførunum, enn tað hevur gjørt
118 og 93 pund. Hetta gevur 337 pund tilsamans - ella eina miðalvekt á heili 112,33 pund! Um hetta er met ella ei fyri tríggjar veturgamlar veðrar, skulu vit lata vera ósagt, men hetta má sigast at vera [...] Tað er skjótt at fara skeivur, tá skrivað verður um met í hesum ella hasum. Men, tað er helst fáur, sum sama heyst - og sama kvøld - hevur flett tríggjar veturgamlar veðrar, sum vigaðu 112,3 pund í miðal [...] Hjøllum á Toftum um dagarnar fletti veðrar, vigaði hin størsti veturgamli veðrurin hjá honum heili 126 pund. Hann hevur fleiri ferðir áður havt stórar veðrar, men hesin eini er framúr, og er nýtt met hjá honum
Jónas Tór Næs tekur sær av, og so er Jóan Símun Edmundssn um reppið at skora. 25) 0-0 Í føroyska álopspartinum snýr tað seg oftast um at leggja fram í vinstru í vón um, at tað skal eydnast Gilla Rólantsson [...] brandar. Teir vinna mest sum allar nærdystirnar í brotsteiginum - um tað so er á jørðini ella í luftini. 72) 0-0 Nú snýr tað seg bara um at verja málleysa javnleikin. Kaj Leo í Bartalsstovu avloysir Gilla [...] har tað endar við, at Jónas Tór Næs er um reppið at spæla mótstøðumann leysan. Men Odmar Færø bjargar støðuni. 42) 0-0 Áskoðararnir eru farnir at ótolnast, og tað er ikki frítt, at okkurt bríkslið hoyrist
á bilunum. Hetta kann elva til vandastøðu, um hjólið so dettur av, meðan bilurin koyrir. Í Havn var eisini ein slík fráboðan. Enn er tó óvist, um talan er um herverk ella hjólið bara ikki er spent nóg væl [...] men hesaferð er tað Google Translate, sum er evnið. Nú ber til hjá útlendingum at hoyra føroyingar lesa ymiskar setningar. Vónin er, at hetta lýsingarátakið skal eydnast líka væl sum SheepView, sum hevur [...] Barnaverndartænastuni á Skálafjørðinum, meðan Jens Petur Brattalíð er settur sum leiðari í nýggju marghøllini í Vági. Nú er aftur stríð um innkomuvegin til Havnar. Annika Olsen sigur, at landið hevur svikið
tá líkindi eru, og árstíðin er hin rætta til útróður. Tað serliga við virkseminum hjá Falkinum er, at tað eru pensjónistar sum egna. Teir egna í einum skúri á Skála, og hetta eru menn, sum koma úr ymiskum [...] ikki fyrr enn í oktober, men hann plagdi at byrja fyrr. Í summar lá Falkurin við brotnum geari í tveir mánaðir. Hetta var annars tíðin, tá teir plaga at royna við nylonlínu við størri húkum enn vanligt. [...] av kalva, og kalvarnir vóru 14 í tali. Annars er lítil kalvi at fáa, tó at royndin eftir kalva neyvan er hin stóra, men hesin túrurin hjá okkum eydnaðist væl, sigur Sjúrður Joensen.
illa hjá B36 í teimum seinastu dystunum, um felagið ikki skal vinna FM-heitið í U18 deildini hetta kappingarárið. Eydnast tað B36 at vinna FM-heitið í ár, er talan um fyrsta FM-heitið í unglingadeildini hjá [...] seinast vann deildina. Á triðja plássi í deildini er HB. HB er trý stig aftanfyri NSÍ á øðrum plássi, og hevur somuleiðis sum B36, leikt ein dyst færri enn NSÍ. Tískil kann tað standa fullkomiliga á jøvnum [...] var á sigurskós. Men í seinastu minuttunum eydnaðist tað NSÍ at fáa útjavnandi málið, tá Jannik Olsen skoraði fyri NSÍ til 1-1. Úrslitið ber við sær, at B36 er tvey stig frammanfyri NSÍ á fremsta plássinum
hevur fingið hendur á, at Bárður Larsen er sera hvassorðaður um tað, sum gekk fyri seg hjá Taks í hesum tíðarskeiði. Spurdu Skat um hjálp Eitt punkt hjá Bárði Larsen er skrivið, sum Taks sendi til danska Skat [...] donsku starvsfelagarnar um ráð um, hvussu sleppast kann undan at taka eina nýggja avgerð í skattamálinum – sum gav Eik banka 500 milliónir í skattafrádrátti. Taks vildi hava ráðgeving um, hvussu avgerðin kundi [...] forholdt sig til dette – hvad er årsagen til, at man nu – på et senere tidspunkt – mener at de skattemæssige værdier er anderledes??”, spyr Skat starvsfelagarnar í Føroyum um. Bárður Larsen vísir á grundgevingar
Tað er møguleiki fyri, at spurningurin um FM verður svaraður íkvøld. Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi, sigur, at hetta er ein av fimm dystum, sum eru eftir, og sum tað ræður um at hava fokus á – [...] sigur, at tað er kapping um plássini millum teir fyrstu ellivu. KÍ hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunnið fulla úrtøku við málmuninum 10-0. Hetta hevur verið á heimavølli ímóti ÍF, sum er flutt niður, [...] – ein og ein – og at einki er avgjørt. Heldur ikki klokkan 19.15 í kvøld verður nakað avgjørt. Men tað er ein sannroynd, at um tað í kvøld eydnast víkingunum at fara undir aftur tak við einum ella trimum
ásettur av nýggjum. Tað er so ikki hent í hesum føri, sigur hon. Doris Vang Rasmussen sigur, at FSF vil vera við, at tey royndu at fáa fatur á umboðum fyri AB, men at hetta ikki eydnaðist, og tí bleiv dysturin [...] Suðuroy/Royn, sum skuldi vera í kvøld, er útsett til hóskvøldið – uttan at heimaliðið, AB, hevur góðkent flytingina. TB/FC Suðuroy/Royn sendu í síðstu viku eina áheitan til AB um at flyta dystin til mánakvøldið [...] Eg haldi, tað er langt úti, at útiliðið skal sleppa at áseta, nær dystirnir skulu spælast, uttan at heimaliðið góðkennir flytingina, sigur Doris Vang Rasmussen, forkvinna í AB. - Tað er ein reglugerð sum