Seinnapartin fer ÍF at spæla fyri síðstu ferð í hesum umfarinum í bestu deildini á útivølli. Hetta var ikki kappingarárið hjá fuglfirðingum, sum leingjast eftir, at kappingin verður liðug. Teir eru farnir at umhugsa, hvussu árið í næstbestu deildini skal fyrireikast.
-Vit fara at byrja av nýggjum við at byggja upp í yngru deildunum. Vit fáa ikki sagt so nógv um, hvussu tað verður við besta liðnum, tí vit tosa við venjara og spælarar, sigur Leif Andre Eliasen hjá ÍF.
Tað er okkurt, sum bendir á, at onkrir av stuðulsspælarunum á ÍF liðnum ikki fara at halda fram. Í staðin fara teir at flyta til feløg, sum eisini næsta ár verða umboðað í bestu deildini. Millum teir, sum hava verið mest á liðnum í ár, og sum tað sigst vera áhugi fyri, eru Bogi Reinert Petersen, Ndende Adama Guéye, Kristoffur Jakobsen, og so er tað danski málverjin Henrik Lindhardt Jensen.
-Tað hevur týdning fyri fyrireikingarnar til næsta ár, at tað fer at hilnast betri í tveimum teimum síðstu umførunum, enn tað hevur gjørt higartil í ár. Hetta er fyrsti dysturin á útivølli ímóti EB/Streymi, sum vit á heimavølli hava vunnið 3-1 og tapt 2-1 ímóti. Í síðsta umfari verður tað á heimavølli ímóti 07 Vestur. Ímóti hesum báðum liðunum eiga vit at hava møguleika. Tað snýr seg um at halda fokus og vera støðugir. Ímóti Víkingi gekk tað væl, og vit javnaðu til 1-1, men so datt tað saman og eftir steðgin var bara eitt lið á vøllinum, sigur Leif Andre Eliasen.
Ari Ó. Ellingsgaard og Andy Ó. Olsen eru tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir í 5-1 tapinum ímóti Víkingi.
Undan kappingarbyrjan varð EB/Streymur roknað sum boð uppá kandidat at flyta niður. Nú hevur liðið tryggjað sær plássið í bestu deildini, og tað er sætta plássið, sum stendur uppá spæl í dag og leygardagin, tá ið EB/Streymur skal spæla í Sarpugerði.
-Vit fegnast um, at tað eydnaðist at venda 0-2 til 3-2 á útivølli ímóti HB. Vit misnýttu tvey brotsspørk, og nú haldi eg, at tað er mítt tørn at royna úr elilivu metrum, skemtar veteranurin Leif Niclasen.
-Einki kemur av sær sjálvum, heldur ikki trý stig ímóti ÍF, sum vit hava virðing fyri. Vit hava jú bæði tapt og vunnið ímóti teimum fyrr í ár.
Verjuspælarin Árni G. Olsen er tøkur aftur eftir leikbann ímóti HB.