Nú skal ganga illa hjá B36

B36 kann í ár vinna fyrsta FM-heitið í unglingadeildini síðani 1972

Stórur spenningur hevur leingi verið í U18 kappingini hjá dreingjum, har teir eru í holt við endaspælið um FM-heitið í deildini.

 

Í gjárkvøldið hittust tey bæði liðini, ið hava møguleika fyri at fara avstað við FM-heitinum, tá NSÍ á heimavølli tók ímóti oddaliðnum, B36.

 

Og eftir úrslitið í gjárkvøldið, talar ógvuliga nógv fyri, at B36 fer at vinna FM-heitið í U18 deildini í ár. Dysturin millum NSÍ og B36 endaði við 1-1 javnleiki, har B36 leingi var á sigurskós. Men í seinastu minuttunum eydnaðist tað NSÍ at fáa útjavnandi málið, tá Jannik Olsen skoraði fyri NSÍ til 1-1.

 

Úrslitið ber við sær, at B36 er tvey stig frammanfyri NSÍ á fremsta plássinum, meðan B36 hevur spælt ein dyst færri. B36 hevur tríggjar dystir eftir at spæla, meðan NSÍ bert hevur tveir dystir eftir, og skal tað tí hilnast óvanliga illa hjá B36 í teimum seinastu dystunum, um felagið ikki skal vinna FM-heitið í U18 deildini hetta kappingarárið.

 

Eydnast tað B36 at vinna FM-heitið í ár, er talan um fyrsta FM-heitið í unglingadeildini hjá B36 síðani 1972, tá felagið seinast vann deildina.

 

Á triðja plássi í deildini er HB. HB er trý stig aftanfyri NSÍ á øðrum plássi, og hevur somuleiðis sum B36, leikt ein dyst færri enn NSÍ. Tískil kann tað standa fullkomiliga á jøvnum millum NSÍ og HB áðrenn seinasta umfari, tá júst tey bæði liðini hittast innanhýsis í Runavík. HB vann í gjárkvøldið 8-0 móti AB á heimavølli.

 

Ein annar dystur var eisini spældur í U18 deildini í gjárkvøldið. Hann var í Klaksvík, har KÍ tók ímóti EB/Streymi. Tann dysturin endaði við at EB/Streymur vann dystin 4-1.

 

Støðan í U18 deildini sær soleiðis út:

 

1.     B36 – 9 dystir – 23 stig

2.     NSÍ – 10 dystir – 21 stig

3.     HB – 9 dystir – 18 stig

4.     Víkingur – 8 dystir – 8 stig

5.     EB/Streymur – 9 dystir – 7 stig

6.     AB – 10 dystir – 7 stig

7.     KÍ – 9 dystir – 5 stig