Beinleiðis: Ungarn vann 1-0

Føroyar leggja fyri í somu uppstilling sum frá fyrsta bríksli

Liðugt

1-0

 

91) 1-0

Føroyingar flyta nógv fólk fram, og tað kann bera ella bresta.

 

90) 1-0

Tríggir minuttir lagdir aftrat.

 

89) 1-0

Sallai avloysur Ugrai.

 

88) 1-0

Klæmint A. Olsen avloysir Odmar Færø.

 

86) 1-0

GULT KORT. Sera sannførandi René S. Joensen sær gult fyri eftirtakling.

 

81) 1-0

1-0: Dániel Bøde

Eftir horna úr høgru og retur frá Gunnari Nielsen verður bólturin settur í netið úr heilt stuttari fjarstøðu.

Hetta var øgiliga harmuligt. Sekundini undan málinum var um reppið, at Føroyar skoraðu, tá ið Ári Mohr Jónsson breyt ígjøgnum í vinstru. Tá ið hann legði flatt innfyri, var Sølvi Vatnhamar við nærra stólpa, men tað eydnaðist akkurát ikki at skora.

 

79) 0-0

Ungarn vinnur horna í vinstru. Tað verður lagt mitt innfyri málið, og tá ið tað verður stútað, er Gunnar Nielsen heilt út við stólpan og bjargar til nýtt horna, sum einki spyrst burturúr.

 

77) 0-0

Eftir fínt føroyskt álopsspæl í tríggjar minuttir vinnur Sølvi Vatnhamar hornaspark í vinstru. Bólturin endar hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, sum sneiðir seg snilt leysan, áðrenn hann smekkar til við høgrabeini, og bólturin strýkur dygst omanfyri tvørtræið.

 

74) 0-0

Teir tríggir í miðverjuni eru sannir brandar. Teir vinna mest sum allar nærdystirnar í brotsteiginum - um tað so er á jørðini ella í luftini.

 

72) 0-0

Nú snýr tað seg bara um at verja málleysa javnleikin.

Kaj Leo í Bartalsstovu avloysir Gilla Rólantsson Sørensen.

 

70) 0-0

Rógvi Baldvinsson bjargar framúr væl út til innkast eftir langa diagonalsending.

 

69) 0-0

Hallur Hansson sær út til at vera fallin væl inn í leiklutin á miðvøllinum - bæði í tí verjukenda og meiri framrættaða.

 

65) 0-0

Hallur Hansson avloysir Fróða Benjaminsen, sum heilt tíðliga sá gult og harvið ivaleyst kennir seg darvaðan.

Dániel Nagy avloysir Ádám Nagy hjá Ungarn.

 

63) 0-0

Nú stendur á gomlum nøglum. Ungarn vinnur fleiri horna á rað, men verjan hórar undan. Odmar Færø er sannur brandur.

 

62) 0-0

GULT KORT. Rógvi Baldvinsson sær gult fyri at eftirtakla.

 

60) 0-0

Fínt langskot eitt sindur úr høgru, men Gunnar Nielsen tveitir seg og bjargar.

Hallur Hansson riggar seg til at verða skiftur inn.

 

59) 0-0

Nú er pressið stórt á føroyska liðið. Eftir framlegging úr høgru dansar bólturin frammanfyri málstrikuna og aftanfyri Gunnar Nielsen. Atli Gregersen ruddar burtur.

 

57) 0-0

GULT KORT. Gilli Rólantsson Sørensen sær gult, tí dómarin heldur, at hann gevur sær ov góðar stundir í sambandi við innkast heilt frammarlaga í vinstru. Gilli og hinir føroysku spælararnir duga illa at skilja, hví dómarin tók hesa avgerðina.

 

55) 0-0

Føroyska uppstillingin er mest átókt 5-4-1, og liðið hongur framvegis væl saman.

 

53) 0-0

René S. Jonesen lyftir fram til Jóan Símun Edmundsson, sum smekkar til av brotsteigarmarkinum, men bólturin fer dygst framvið málinum. Fín føroysk roynd.

 

51) 0-0

153 føroyingar eru millum áskoðararnar, og tað er ikki frítt, at teir hoyrast.

 

50) 0-0

Ungarn roynir fyrstu løtuna eftir steðgin at trýsta, og tað ber hornaspark í vinstru við sær, sum einki spyrst burturúr.

 

46) 0-0

Føroyar leggja ágangandi fyri, og eftir langt innkast úr vinstru, er støðan í eina løtu spent í brotsteiginum hjá heimaliðnum.

 

46) 0-0

Ungarn skiftir út í álopinum. Dániel Bøde avloysir Eppel.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Áskoðararnir geva til kennar, at teir eru ikki nøgdir við avrikið hjá heimaliðnum.

Føroyska liðið hevur staðið seg væl.

Fróði Benjaminsen tekur vinaliga niður á økslina á dómaranum og gevur ivaleyst til kennar, at hann ikki skilir, at fyrsta frísparkið, sum hann gjørdi, skuldi bera gult kort við sær.

 

45) 0-0

Ein minuttir lagdur aftrat.

 

45) 0-0

Einki spyrst burturúr ungverskum horna í høgru.

 

44) 0-0

Fínt føroyskt álop úr høgru og við Sølva Vatnhamar sum sentralum endar við gjøgnumbroti í vinstru, sum einki spyrst burturúr, og so gongur tað skjótt í hin endan, har tað endar við, at Jónas Tór Næs er um reppið at spæla mótstøðumann leysan. Men Odmar Færø bjargar støðuni.

 

42) 0-0

Áskoðararnir eru farnir at ótolnast, og tað er ikki frítt, at okkurt bríkslið hoyrist.

 

40) 0-0

Ungarn roynir seg nú við nógvum diagonalum sendingum. Heimaliðið vinnur horna í høgru, men einki spyrst burturúr.

 

37) 0-0

Føroyar eru heilt væl við. Nú var støðan spent í ungverska brotsteiginum, eftir fínt uppspæl í høgru og innkast frá Jónasi Tór Næs.

 

32) 0-0

Ungarn vinnur fríspark eitt sindur til vinstru og úr átjan metra fjarstøðu. Bólturin rakar á Gunnar Nielsen, sum boksar burtur.

 

31) 0-0

Ungarn vinnur horna í høgru. Tað endar við stútara, men bólturin fer omanfyri føroyska málið.

 

30) 0-0

Ungarn megnar ikki høgu leikferðina, sum so ofta hevur verið orsøk til, at pressið á føroyska málið hevur verið so stórt. 

 

27) 0-0

Fínt føroyskt álop endar við horna í vinsrtu. Sølvi Vatnhamar ger seg kláran at skjóta. Tað endar við innkasti í høgru, sum Jónas Tór Næs tekur sær av, og so er Jóan Símun Edmundssn um reppið at skora.

 

25) 0-0

Í føroyska álopspartinum snýr tað seg oftast um at leggja fram í vinstru í vón um, at tað skal eydnast Gilla Rólantsson Sørensen at vinna luftdystin.

 

23) 0-0

Eftir fyrrapartin av fyrra hálvleiki er føroyska avrikið meiri enn góðkent.

 

18) 0-0

GULT KORT. Fróði Benjaminsen sær gult fyri fyrsta frísparkið í kvøld. Hetta kom illa við.

 

14) 0-0

Fín føroysk roynd: Gilli Rólantsson Sørensen temur hegnisliga á brotsteigarmarkinum, sneiðir tvær ferðir eitt vet til høgru og smekkar til. Talan er um fínt skot, og málverjin tveitir seg og bjargar.

 

11) 0-0

Føroyingarnir eru sera væl skipaðir í verjupartinum, og trýstið á føroyska málið hevur fyrstu løtuna ikki verið so stórt, sum tað ofta áður hevur verið fyrstu løtuna.

 

09) 0-0

Føroyingarnir royna at samanspæla, uttan at tað riggar so væl. René S. Joensen og Ári Mohr Jónsson tykjast vera komnir væl frá byrjan.

 

05) 0-0

Ungarn er framvegis mest sum alla tíðina á bóltinum, men Jóan Símun Edmundsson hevur einaferð bjóða av.

Eftir innlegg úr vinstru verður við høvdinum sent ímóti føroyska málinum, men bólturin fer við síðuna av málinum aftanfyri Gunnar Nielsen.

 

03) 0-0

Ungarn er støðugt á bóltinum, og fyrsta hornasparkinum fingu heimamenninir einki burturúr.

 

01) 0-0

Ungarn gevur bóltin upp.

 

00) 0-0

Líkindini at spæla eru góð í Budapest. Tað eru tólv hitastig, og tað er turt og yvirskýggjað.

 

Ungarn-Føroyar kl. 19.45

Dómarabólkurin er úr Ísrael: Roi Reinshreiber, Amihay Yehoshua Mozes, Dvir Shimon og Liran Liany. 

Ungarn: Peter Gulasci - Attila Fiola, Richárd Guzmics, Tamás Kádár, János Scabó - Zoltán Stieber, Máté Pátkai, Ádám Nagy, Bálász Dzsudzsák - Roland Ugrai, Márton Eppel 

Føroyar: Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen (Liðskipari), Rógvi Baldvinsson – Jónas T. Næs, Sølvi Vatnhamar, René S. Joensen, Fróði Benjaminsen, Gilli R. Sørensen, Ári M. Jónsson – Jóan Símun Edmundsson