Bagge: Tað er nú at tolin trívst

Í Sarpugerði verður fokus á at halda tætt, og so fæst at síggja, um KÍ megnar tað, sum skal til, ella um Víkingur fer at sekta mótstøðuliðið

Tað er møguleiki fyri, at spurningurin um FM verður svaraður íkvøld. Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi, sigur, at hetta er ein av fimm dystum, sum eru eftir, og sum tað ræður um at hava fokus á – ein og ein – og at einki er avgjørt.

 

Heldur ikki klokkan 19.15 í kvøld verður nakað avgjørt. Men tað er ein sannroynd, at um tað í kvøld eydnast víkingunum at fara undir aftur tak við einum ella trimum stigum, so verður FM heitið mest sum á stokkinum.

 

KÍ er fimm stig aftanfyri meistararnar, og hjá KÍ er setningurin í kvøld at hava trý stig við úr Sarpugerði. Um tað ikki eydnast, verður FM møguleikin hjá klaksvíkingum mest sum fokin, og so verður setningurin ivaleyst at varðveita bronsuplássið.

 

-Dystirnir, sum eru á skránni fram ímóti kappingarenda líkjast á tann hátt, at tað ræður um at spæla klókt soleiðis at skilja, at tað snýr seg um at halda tætt í verjupartinum og so at taka av, tá ið møguleikin verður at skjóta mál, tí mótstøðuliðini sleppa í verjupartinum í roynd at vinna, sigur Víkinga venjarin.

 

Allir Víkinga spælararnir eru tøkir, og manningin á beinkinum seinastu ferðirnar sigur, at tað er kapping um plássini millum teir fyrstu ellivu.

 

KÍ hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunnið fulla úrtøku við málmuninum 10-0. Hetta hevur verið á heimavølli ímóti ÍF, sum er flutt niður, og ímóti EB/Streymi, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting.

 

Í kvøld er tað ímóti toppliðnum á útivølli, at klaksvíkingar skulu vísa, at teir eiga dygdirnar, sum eru neyðugar hjá tí, sum arbeiðir fyri at vinna FM. Fram ímóti kappingarenda skal KÍ bara spæla ímóti teimum í ovara enda á talvuni: Víkingi (ú), HB (h), Suðringum (ú), B36 (ú) og NSÍ (h).

 

Sunnudagin eydnaðist tað loksins Páll A. Klettskarð at fáa glið aftur á málskjótingina:

-Vit hava vant nógv, og síðstu ferðirnar hevur tað eydnast. Um vit skulu fáa fatur á Víkingi, so mugu vit vinna íkvøld, men tað er einki at ivast í, at dystargongdin verður øðrvísi, enn hon hevur verið tvær tær seinastu ferðirnar, tá ið vit hava átt heimavøll ímóti væl veikari liðum, sigur Páll A. Klettskarð.

 

Allir KÍ spælararnir eru tøkir.