Italia, gav í gjár upp eftir 46 sekund í ringinum móti algeriska boksaranum, Imrane Khelif. Dysturin var longu frammanundan umstríddur og nógv umrøddur, tí at Imrane Khelif er ein av tveimum boksarum til [...] til OL, sum í fjør varð diskvalifiserað frá heimsmeistaraskapinum í kvinnuboksing. Imrane Khelif og ein onnur dumpaðu nevniliga eina testostoronkanning og eina kanning um, hvørt tær høvdu hóskandi kyn – [...] boksidystin í North Paris Arena, at hon ongantíð hevði upplivað at blíva sligin so hart. Hon fortaldi, at eitt slag var so hart, at hjálmur hennara losnaði, og hon valdi at kasta handklæði í ringin fyri
hjá KÍ í Bosnia Hersogovina verður leiktur hósdagin 15. august. Fyri tveimum árum síðani tapti Borac Banja Luka aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping fyri B36 í fyrsta undanumfarinum í Conference [...] liðið, Borac Banja Luka sum KÍ møtir í triðja undanumfarinum í Europa League. Fyrri dysturin verður leiktur á Tórsvølli komandi hóskvøld. Borac Banja Luka tapti í kvøld á heimavølli 0-1 og samanlagt 2-4
og klettar í einum myrkum og órandi landslagi. Limir í bólkinum Necrolepsia eru: John Åge Frost á vokal og gittar, Sigurd Justinussen spælir trummur, og Finnur Nielsen spælir bass. Harald í Kálvalíð hevur [...] Tað kallast "Atterglans". – Hetta lagið hevur meira futt í so at siga, sigur John Åge Frost, sangari í Necrolepsia. Um lagið skrivar TUTL: – Atterglans er seinna staklagið av MØRKE MAKTER, sum verður fyrsta [...] Bólkurin Necrolepsia gav sítt fyrsta staklag út fyri tveimum vikum síðani, og tað var ein tulking av einari William Heinesen yrking. Hesa ferð er tað enn einaferð ein yrking eftir William Heinesen. Tað
vanliga spælistøði á OL í París, so eru stríðseginleikarnir intaktir. Í kvøld stríddist Danmark til ein 25-23 sigur á Svøríki í dysti, sum sjáldan var við góðum spæli, men har úrslitið í øllum førum skal geva [...] herðaklapp. Danmark var í stórum trupulleikum, men við hørðum arbeiði, einari vælspælandi Anne Mette Hansen og einum villum finalusprinti, endaðu tær við tveimum stigum. Longu í byrjanini kundu áhoyrararnir [...] skuldi merkja, at Danmark yvirhálaði Svøríki í innanhýsisroknskapinum, har Norra er triðja hjólið. Tað tóktist sum ein næstan ómøgulig uppgáva frammanundan, men í dystarbyrjan sá tað út til, at danir sóu ein
Í dag var annað umfarið leikt í olympiska endaspælinum í hondbólti hjá monnum. Í bólki B skelkaði Noreg fronsku vertirnar við einum fimmálssigri. Frakland hevur nú tapt greitt í tveimum teimum fyrstu dystunum [...] Danmark vann í sama bólki harðvunnan sigur á Egyptalandi. Danmark stórspældi í fyrra hálvleiki, men tað haltaði meira í seinna hálvleiki. Í triðja dystinum í bólki B vann Slovenia á Kroatia. Í bólki A er [...] rættiliga skelkandi er Frakland við ongum stigi aftast í bólkinum saman við Argentina, ið eisini eru stigaleysir. Í ovurmorgin eru dystirnir hesir í bólki B: Danmark-Argentina, Frakland-Egyptaland og No
eg skuldi ansa tveimum smáum hjá beiggja mínum. So, har var eitt í vogni, eitt í búkinum og hini trý hildu í vognin. Sunneva sigur, at hon henda dagin á ólavsøku var til fótbóltsdyst í Gundadali. - Ein [...] Fert tú á ólavsøku í ár? - Eg rokni við, at tá tað nú er koyrandi til Havnar í ár, so fari eg á ólavsøku. Tað sigur Sunneva Joensen. Hvussu heldur tú ólavsøku? - Mær dámar sum helst tey allar flestu at [...] at ganga oman og niðan og hitta fólk, sum tú ikki hevur sæð í longri tíð - ja, kanska ikki í fleiri ár. Hvat er tað besta við ólavsøkuni. - Tað er ringt at seta orð á, tí her eru nógv ymisk tiltøk – eitt
Í gjár rakti ein rakett bygdina Majdal Shams í Golanheyggjunum. Hetta er øki, har nógvir drusarar búgva, og sum Ísrael tók undir seg í Seksdagakrígnum í 1967. Spreingingin var á einum fótbóltsvølli, og [...] skal Ísrael føra kríggj á tveimum frontum. Frammanundan er Ísrael í kríggj við Hamas í Palestina. Iran, sum stuðlar Hamas og Hizbollah, ávarar Ísrael um, at hernaðaratøk í Libanon kunnu fáa álvarsamar [...] Natanyahu sambært Ritzau. Ísraelski herurin sigur í morgun, at tey hava framt álop ímóti Hizbollah á tveimum støðum í Libanon. Danska uttanríkisráðið hevur í morgun dagført ferðavegleiðingina til Libanon.
uppboðssølu hjá uppboðssøluhúsinum Heritage Auctions í Dallas í amerikanska statinum Texas. Gulllitti prinsessubúnin Leia er ein av tilsamans tveimum, sum vóru gjørdir til framleiðsluna av filminum. Tað [...] hevði í Star Wars filminum "Return of the Jedi" er seld á uppboðssølu fyri 175.000 dollarar, sum svarar til 1,2 milliónir krónur. Star Wars búnin frá 1983, sum sjónleikarinnan Carrie Fisher var í, er millum [...] av filminum "Harry Potter og fangin í Azkaban", varð seldur fyri 52.000 dollarar, sum svarar til 357.000 dollarar, meðan ein hamari, sum varð brúktur sum rekvisitt í filmsrøðini "Thor", varð seldur fyri
Í kvøld tóku gamli B36 og HB áleyparin, Sebastian Pingel og liðfelagarnir í AC Horsens móti liðnum hjá Adrian Justinussen og Daniel Johansen, Hillerød á heimavølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. [...] eitt stig, tá Monday Etim javnaði til 2-2 í 90. minutti. Men fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat var Pingel óndur við sínar gomlu liðfelagar í Hillerød, tá hann skoraði sigursmálið til [...] seinni javnaði Marvin Egho til 1-1. Sami Marvin Egho legði AC Horsens á odda 2-1 í 64. minutti. Og so var alt drama´ið við tveimum málum seinastu minuttirnar, har Sebastian Pingel gjørdist sigursmálsskjútti
Fólk eru glað, tíma væl at vera úti, og koma í eitt hølið og bara flenna, sigur Elias Magnussen. Í fjør var eingin ólavsøkukabarett, og tað var saknur í henni. - Tá eg fortelji, at eg fáist við ólavs [...] at eingin var í fjør. Kaparettin manglar, tá hon ikki er, og fólk leggja merki til tað, heldur Ragnar Marr Erlandsson. Tað eru kortini ávísir fyrimunir í, at ólavsøkukaparettini ikki var í fjør. Áskoðararnir [...] brúka tilfar frá tveimum teimum seinastu árunum. Millum evnini, sum vera viðgjørd í ár, eru verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum, javnbýti millum kynini, at Skarv, skeinkistaðið hjá føroyingum í Keypmannahavn